Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Jesus - vinur teirra burturriknu.
23. oktober 2017
Men ein teirra vendi aftur, tá ið hann sá, at hann var lektur, og lovaði Gudi við harðari rødd.
“Men ein teirra vendi aftur, tá ið hann sá, at hann var lektur, og lovaði Gudi við harðari rødd. Men Jesus svaraði og segði: “Vórðu ikki teir tíggju reinsaðir? Hvar eru teir níggju?” Og hann segði við hann: “Statt upp og far tú leið tína; trúgv tín hevur frelst teg!” Luk. 17,15,17 og 19.

Spitalskusjúka er ein ræðulig og ógvuliga smittandi sjúka. Á Jesu tíð vóru mong spitølsk fólk, men eingin heilivágur kundi hjálpa hesum ólukkuligu menniskjunum.
   Tey vórðu koyrd út! Rikin út úr býnum! Tey sluppu ikki longur at búgva heima, men noyddust at búgva í holum og gjáum. Tá ið onkur nærkaðist, róptu tey: “Óreinur - óreinur! Komið ikki nærri!” Men Jesus grøddi mong spitølsk. Ein dagin, tá ið hann var á veg til Jerusalem, møtti hann tíggju spitølskum monnum. “Meistari, miskunna okkum!” róptu teir, meðan teir stóðu langt burtur frá honum - teir smittaðu jú! Heldur tú, at Jesus miskunnaði teimum? Jú, honum tókti  hjartaliga synd í teimum! Hann elskaði teir, sum øll onnur róku burtur - teir óreinu! Og teir blivu reinsaðir - allir tíggju!                            
   Glaðir og eydnusamir kvikaðu teir sær til hús - og ver vísur í, at har gjørdist gleði í teimum heimunum, har pápi kom heim aftur til konu og børn!    Soleiðis er tað. Jesus ber gleði við sær!
   Men teir gloymdu eitt, tíverri - teir níggju. Bara ein vendi aftur at siga takk. Og hann gjørdist ikki bara frískur, men varð frelstur frá synd síni. Og tað er enn størri! “Trúgv tín hevur frelst teg!” segði Jesus, og hann lovaði Gudi við harðari rødd - hann gjørdist tvífalt glaður!
   Syndin er nevniliga uppaftur verri enn spitalskusjúkan. Tað var hon, sum rak Ádam og Evu út úr Páradísinum - og tað er hon, sum læsir hurðarnar í Himli fyri okkum, um vit ikki trúgva á Jesus!
   Vit eru órein! Men Jesu blóð reinsar okkum frá allari synd!
   
                           Vilhelm Munch
                           E. Campbell týddi.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo