Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Paulus Ý fangah˙sinum
1. mai 2017
Silas Olofson
Harrin skal bjarga mær frá øllum illum verki og føra meg frelstan inn í sítt himmalska ríki. Honum veri æran um aldur og allar ævir! Amen. 2. Tim 4,18
Harrin skal bjarga mær frá øllum illum verki og føra meg frelstan inn í sítt himmalska ríki. Honum veri æran um aldur og allar ævir! Amen. 2. Tim 4,18

Paulus situr í fangahúsinum í Rom. Um stutta tíð fer hurðin upp og boðini koma, at nú er hansara løta komin. Nú skal hann úr fangahúsinum til avrættingarstaðin. Hann skal falla á knæ og svørið skal falla. "Tí at nú er komið at teirri stund, at eg verði ofraður, og tíðin er komin, at eg fari avstað" (v. 6).

Paulus veit hvat fer at henda. Hvussu kann hann so skriva, at "Harrin skal bjarga mær frá øllum illum verki"? Svarið er, at Paulus kennir mun á tí, sum er ilt og tað sum kennist ilt.

Tað illa ella tað ónda er alt, sum vil halda okkum burtur frá Jesusi. Illimaður ynskir, at vit liva burtur frá okkara frelsara og hann hevur nógvar mátar at føra sín vilja út í lívið. Ofta brúkar hann tað, sum kennist gott til at halda okkum burtur frá Jesusi. Hetta kann vera, at vit seta æru og stoltleika, njótingar, materialismu ella succes fram um Jesus. Vit byggja okkara lív á hesi tingini heldur enn Jesus - tað at hann tók okkara synd á seg, tá hann varð krossfestur á Golgata.

Tað hevur verið sagt, at "Gud hevur mist fleiri børn í viðgongd enn í mótgongd". Tað er ein djúpur sannleiki í hesum orðum. Ì norðanlondum hava vit tey seinasta 50 árini sæð, at vit eru blivin ríkari og ríkari. Men samstundis hava vit uppliva eitt stórt andaligt fráfall - trúgvin á Jesus spælir alsamt minni leiklut í okkara lívi. Tað er sum Hosea profetur sigur: "Tey gingu á beiti og ótu seg mett; men av mettu teirra gjørdist hjarta hástórt; tessvegna gloymdu tey meg" (Hos. 13,6). Hetta var søga Ísraels og hetta er søga okkara. Andaligt fráfall hóttir okkum øll.

Tá vit síggja hetta, so kunnu vit byrja at skilja Paulus. Hvat er ilt í hesum heimi? Jú, tað er alt tað, sum leiðir okkum burtur frá Jesusi og frá vegnum til Himmalin - líka mikið hvussu gott tað kann tykjast. Og vit skilja hvat er gott. Jú, alt tað sum leiðir okkum til Jesus og til Himmalin - hvussu torfør og tung hesi ting annars kunnu tykjast. Endiliga skilja vit, hvussu gott tað er, at vit kunnu leggja okkara lív í Guds góðu og kærleiksfullu hendur og biðja hann geva og taka tað, sum hann sær, at okkum tørva. Ella synd Lina Sandell sigur tað í kenda sálmanum:

Eingin eydna, eingin vandi
Slíta av skal barnabandið.
Hann sum vinur ber av øðrum,
Veit um alt í øllum førum.

Gud bjargaði Paulusi frá øllum illum og førdi hann heim til sín í Himli. Má Gud geva okkum, at vit meta millum gott og ilt á sama hátt sum Paulus, so hvørki eydna ella vandi slítir av barnabandið.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo