Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Hvussu fß­i eg so Heilaga Andan?
6. oktober 2013
C. O. Rosenius
Her svara tey flestu: Við bøn! Tað er eisini eitt fínt og gott. Men túsund tyngdar sálir siga við okkum: “Eg má nokk vera útihýstur. Nú havi eg biðið dag og nátt um Heilaga Andan og ávøkst hansara; kærleika til Guð, gleði og frið. Men enn standi eg sama stað, hóast eg havi roynt í nógv ár. Eg mangli alt, sum hoyrir sannari halgan halgan til.”
Hvat kann vera feilurin her?
Guð brennur av kærleika, og vil óendaliga gjarna geva Heilaga Andan til tey, sum biðja hann. Men hann hvørki kann ella vil geva okkum Andan á annan hátt, enn tann hann hevur sagt okkum í orðinum. Øll skriftin og allar royndir vísa, at ein ikki fær Andan, líka mikið hvat ein so roynir. Jóhannesar dópur er væl góður: bøn er eisini góð, umvending og álvari, alt hetta er gott. Men, um ein í fjøruti ár arbeiðir við hesum, verður ein tó uttan anda og lív, har sum einki annað hendir. Hoyr, hvat Paulus sigur við Galatarnar: “Bert hetta vil eg fáa at vita av tykkum: Fingu tit andan av lógargerningum ella av at hoyra trúnna boðaða?”Gal. 3,2.
Her er loyndarmálið við, hvussu ein fær Heilaga Andan: av at hoyra trúnna boðaða! Soleiðis lærur Paulus. Og her tekur hann galatarnar sjálvar til vitnir og tvingar teir til at viðganga tað, sum teir sjávlir hava sannað. Teir eru nú blivnir villleiddir av følskum profetum til at royna at fáa rættvísi og halgan við lógini. Men teir áttu av bitrum royndum at vita, at so leingi teir arbeiddu undir lógini við tí, teir sjálvir kundu klára, fingu teir ikki Heilaga Andan. Vit sóu, at tað gekk somuleiðis við lærusveinunum í Efesus, Ápost.19. Vit kunnu eisini lesa nakað læruríkt í Ápost. 10. Har verður sagt soleiðis um Kornelius: “hann var ein rættuligur maður, sum óttaðist Guð við øllum húsi sínum og gav fólkinum nógvar olmussur og bað altíð til Guðs.” Og sjálvt hann kundi ikki koma inn í Guðs ríki, fyrr enn Pætur bleiv boðsendur og kom og boðaði honum Kristus. Tá hendi tað, og nøkur orð um syndanna fyrigeving í Jesu navni komu inn í oyruni og hjørtuni og tá, stendur tað, tá fall heilagur andi yvir øll tey, sum hoyrdu orðið. Hvat var tað, sum øll hesi gjørdu hesa løtuna? Aldeilis einki. Tey sótu still, við krossløgdum ørmum og bara hoyrdu Pætur prædika. Tey hoyrdu um Kristus, sum var deyður, men sum bleiv livandi aftur. Og júst tá ið Pætur úttalaði orðini: “Honum bera allir profetarnir tann vitnisburð, at ein og hvør, sum trýr á hann, skal fáa fyrigeving syndanna fyri navns hans skuld.” – akkurát “Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fell heilagur andi yvir øll tey, sum hoyrdu orðið”!
Er hendan talan ikki týðulig nokk? Skuldu vit blivið við at spenna ímóti broddunum fyri at halda okkara egnu meiningum føstum? Her er tað av Skriftini sjálvari og royndunum staðfest, at Andin og halganin fæst bert við at hoyra í trúgv! Ja, bara við at hoyra, hoyra og taka ímóti – ikki við at gera, men bara við at hoyra um óuppiborna náði!
Á, hvat eitt slag tað er ímóti okkara armu, stoltu og sjálvgóðu náttúru: Tú klárar einki! Vilt tú hava Andan og blíva heilagur, so mást tú blíva stillur. Tú mást erfara og viðganga, at tú ert deyður og einki klárar. Tú mást bara hoyra, hvat ein annar hevur gjørt. Og bara við at hoyra, stillur og óvirksamur hoyra og taka ímóti miskunn og fyrigeving, skalt tú fáa lív, Heilaga Andan saman saman við ávøksti hansara, gleði, friði og kærleika.
Vilt tú ikki hoyra og trúgva hesum, so royn tá, prøva í enn tíggju, tjúgu ár við at vakja, stríða og biðja, og lat okkum so síggja um tú fært Heilaga Andan. Tú skalt heldur missa móti túsund ferðir í oyðimørkini hjá vantrúnni og finna tín deyga har, enn at tú undir lógini fært Andan og lív, frið, kærleika, hug og kraft. Hánd og tungu kanst tú væl tvinga til at halda seg burtur frá óndum orðum og gerningum, men her er nú spurningur um halganina, hjartans halgan, um hjarta. Og hjartað kann einki menniskja tvinga. Hjartað gongur sín egna veg og verður sum tað er, líka mikið, hvussu nógv ein so arbeiðir við tí. Tað, sum eg elski, tað elski eg, hóast eg sigi við meg sjálvan: tú mást ikki elska tað! Og tað, sum eg ikki elski, tað kann eg ikki tvingast til at elska, sjálvt um so Guð sjálvur biður meg gera tað. Tá ið Guð biður meg, so kann eg væl ynskja, at eg kundi elskað tað. Eg kann eisini siga: ja, eg vil vera tær lýðin, eg vil elska; men hóast tað, elski eg ikki. Hjartað kann ikki tvingast.
Her sannast orðini í sanginum:
“Vårt hjerte er vel ringe.
Dog lar det seg ei tvinge,
til lydighed ei bringe
om hele jordens vekt og makt
med kraft ble på det lagt.
Om Moses med sin hammer
det både slår og rammer,
dog ennå før han sluttet har,
så er det som det var.”
Ja,
“ei makter alle plager,
samvittighed som nager,
hard lutringsild og alvorsdyst,
å dempe syndens sterke lyst!
Foruten tro på Kristi blod
er strev og bønn og gjerning all
et hardt, men kjerneløst skall.”

Tað verður heilt týðuligt, tá ið vit hugsa um, hvat ávøkstur Andans er. Nógv snakka og hugsa og droyma um halganinna og Andan, uttan at vita, hvat andans gerningur er. Tað er bara ein dreymur og nakað, sum tey ána, ikki nøkur verulig søk. Fyrsti ávøkstur Andans er kærleiki. Kærleikin er einasta rætta keldan til alla halgan og allar góðar gerningar. Hann kann man ikki fáa við góðum avgerðum, álvara, boðum, lóg, kampi og stríði. Kristus sigur okkum, hvussu vit fáa hann í Luk. 7,36-50. Hann sigur: Hesin kærleikin blívur til, tá ið Guð fyrigevur okkum syndirnar og vit taka ímóti Guðs miskunn. Honum, sum nógv verður fyrigivið, hann elskar nógv. Og honum, sum minni var fyrigivið, hann elskar minni. ” Ein maður, sum lænti peningar út, hevði tveir skuldarar; annar teirra skyldaði honum fimm hundrað denarar, og annar fimmti. Og tá ið teir einki áttu at gjalda við, gav hann teimum báðum eftir. Hvør teirra man nú elska hann meira?” Tá ið farisearin Símun sjálvur var komin til, at tann, sum hevði fingið mest eftirgivið, elskaði mest, vísir Jesus honum, hvussu dømið skuldi brúkast.

Dan Jógvan Eliassen týddi
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo