Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








1. Kor. 1,30.
18. juni 2013
Hans Erik Nissen
Men honum er tað at takka, at tit eru í Kristi Jesusi.
Vit menniskju kunnu ikki veita okkum sjálvum trúnna. Eingin er mentur við egnum vilja, at flyta yvir í ríki elskuliga sonar Guðs. Hetta er altíð Guðs gerningur.
Guð kallar síni glataðu á mangan hátt. Hann ger tað gjøgnum sjúku, einsemi, sorg, mótgongd og trupulleikar av ymsum slagi. Altíð er Harrin hin uppsøkjandi hirðin, sum leitar eftir sínum burturvilstu seyðum.
Mín vegur til Guðs er í roynd og veru Guðs vegur til mín. Eg hevði aldrin leitað til hansara, um hann ikki fyrst hevði leitað meg upp. Eg hevði heldur ikki funnið Jesus, um hann ikki fann meg fyrst. Eg kundi ikki svarað Jesusi ja, um hann ikki fyrst hevði givið mær sítt ja.
Tí er langtanin eftir frelsu eitt tekin um, at Guð ikki hevur slept tær ella er farin frá tær. Tvørturímóti. Tað er Guðs andi, sum kallar teg. Tú ert í tínari vitjunartíð. Tað er tann tíðin, har Guð vitjar og dregur eitt menniskja. Hana skalt tú geva tær far um. Tú skalt eftirlíka Guði og lata hann frelsa teg.
Fyri mong tykist frelsan at vera nakað, tey gera. Tey yvirgeva seg. Tey geva Guði sítt ja. Tey trúgva á Jesus. Og tað er satt, at tey hava reist seg og fylgt Jesusi. Kortini er frelsan ikki teimum sjálvum at takka, men Guði. Tað er bert vegna tess, at Jesus heldur teimum, at tey náa trygt heim.
Tað er ein veldigur máttur í hesum gleðiboðskapi. Hesin máttur kemur okkum til hjálpar, tá ivi og roynsla stríðast fyri at vinna á okkum. Tá spyrji eg meg: Nái eg málið? Verði eg ikki ein av teimum, sum byrjaði væl, men ikki fullførdi?
Hygg í Guðs orð. Tað er hann, sum hevur flutt teg yvir í ríki elskuliga sonar síns. Tað er ikki hent, fyri at tú seinni skuldi verða latin yvir til tín sjálvs. Heldur tú teg at tínum himmalska faðiri, vil hann lata teg verða verandi í Jesusi. Guð ynskir fram um alt at síggja teg í honum. Ert tú har, so eigur tú lut í allari andligari signing á himnagrundum.
Tú skyldar Guði alt. Honum er tað at takka, at tú ert í Kristi Jesusi.

Hans Erik Nissen
Marna Ellingsgaard týddi
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo