23. oktober 2017
Nógv hava ivaleyst roynt tað. Les meira
Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Andagt
7. november 2012
Gevið mær ljóð, tit tjóðir, og lýðið á meg, tit tjóðflokkar; tí at rættleiðing útgongur frá mær, rættur mín sum ljós fyri tjóðirnar; skundisliga nærkast mítt rættlæti, frelsa mín kemur undan, armar mínir veita tjóðunum rætt; á meg vóna fjarlagdar strendur og bíða við langtan eftir armi mínum. Jesaja 51,4-5
Tað er stórt at hugsa um, at Guð við sínum orði skapar tað, hann nevnir. Tá ið Guð skapti himmalin og jørðina, so gjørdi hann tað við at tala sítt orð, soleiðis sum sálmaskaldið sigur tað: Fyri Harranum má allur heimurin biva, fyri honum óttast øll, ið búgva á fold. Tí hann talaði, og so varð tað; hann beyð, og so tað stóð (Sl.33,8-9).

Tí møta vit tí aftur og aftur í Guðs orði; gevið mær ljóð (...) og lýði á meg (...). Hví? Tí at rættleiðing útgongur frá mær, rættur mín sum ljós fyri tjóðirnar.

Men hví er rættur tín sum ljós fyri tjóðirnar? Tá svarar Guð: Skundisliga nærkast mítt rættlæti, frelsa mín kemur undan, armar mínir veita tjóðunum rætt. Her sigur Guð tað sama upp á tríggjar mátar. Mítt rættlæti, mín frelsa og mínir armar, ella sum tað stendur longur niðri, armur mín. Her talar Guð um Jesus. Jesus er Guðs rættlæti. Hann er Guðs frelsa. Jesus er armur Harrans.

Tá ið Guð talar nakað, so blívur tað sjónligt fyrr ella seinni. Tá ið Guð segði við Ábraham og Sáru, at tey skuldu vera foreldur at mongum tjóðum, tá vóru tey einsamøll og boðini frá Guði virkaðu heilt ómøgulig. Hebrearabrævið sigur okkum eisini, at tey doyðu í trúgv, uttan at hava ognast fyrijáttaninar; men tey sóu tær og heilsaðu teimum langt burtur frá og ásannaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á hesi jørðini (jvf. Heb.11,13). Ábraham kallaði seg Ábraham (faðir at mongum tjóðum) áðrenn hann sá nakað barn. Men hann hevði lyfti frá Guði og tað var betri, enn at síggja. Hoyr tí, hvat Guð sigur um arm sín, Jesus: Okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. Jes.53,5b

Dan Jógvan Eliassen
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo