Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








BrŠv
3. juli 2012
Ì endanum av juni var innsetan í Klaksvík. Fyri okkum var hetta ein sera góður og uppbyggiligur dagur.
Ì endanum av juni var innsetan í Klaksvík. Fyri okkum var hetta ein sera góður og uppbyggiligur dagur. Vit eru sera takksom fyri allar heilsaninar og stuðulin, ið vit fingu. Vit fara við gleði at hugsa aftur á løturnar í bæði kirkjuni og í Emmaus.

Vit eru nú í Danmark. Høvuðsendamálið var at fáa tosa við sendistovuna um visum at koma inn í landið. Eftir trimum vitjanum á sendistovuni og hópin av spurningum frá starvsfólkum har hava vit nú fingið visum fyri eitt ár. Hetta eru vit avbera fegin um og takka Gudi fyri, at hann hevur alt í síni sterku hond. Tað er næsten ógjørligt at fáa visum fyri longri tíðarskeið enn hetta, tá ein søkir um visum fyri fyrstu ferð, so vit eru fegin um, at hetta eina árið nú er komið uppá pláss.

Næsta mál er nú at finna ein leist fyri at flyta okkara ognir til landið og eisini at finna eina íbúð. Vit hava tó nøkur vinfólk, sum vit kunnu búgva hjá í landinum, til vit finna eina hóskandi íbúð.

So takk um tit vilja biðja fyri hesum og øllum tí, ið er fyri framman.

Vinarliga
S & J
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo