18. januar 2018
Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Profetiini eru álítandi
14. juni 2012
Vit vitjaðu Nebbi Yunus í Irak. Vit hugdu út gjøgnum eitt lítið rimavindeyga...
Profetiini eru álítandi
Vit vitjaðu Nebbi Yunus í Irak. Vit hugdu út gjøgnum eitt lítið rimavindeyga, sum var sum ein ramma um Kuyunjik-heyggjarnar har langt burturi. Bíbilska profetiið gekk út beint fyri eygunum á okkum. Her var ein veruleiki, sum eingin vantrúgvandi kundi siga ímóti. Heyggjarnir við tað gamla Nineve standa í dag sum ein tigandi, men sannførandi vitnisburður um, at Bíbliunnar profetiir eru álítandi.
Tá ið valdið hjá Nineve var í hæddini, spáddi Sefanja profetur um lagnu Nineves: "Hann rættir út hondina móti norðuri og ger enda á Assur, leggur Nineve í oyði, ger tað turt sum oyðimørk." Sef. 2,13 V.D.
Vit sóu, at Nineve, sum einaferð var ein glæsiligur býur, nú var vorðin "turt sum oyðimørk". Tá ið valdið hjá Nineve var í hæddini, segði Nahum profetur: "Við glopraregni fer hann at gera fullkomiliga enda á staðnum." (Nahum 1,8 ensk ums.) Profeturin slapp kanska at síggja ein feril av tí oyðimørk, sum Nineve er í dag, tá ið hann rópti: "Oyðing, oyði og aloyðing." Nah. 2,11.
Hvussu kundu Sefanja og Nahum vita, at hin stóri býurin Nineve fór at verða fullkomiliga lagdur í oyði? Á døgum profetanna tóktist tað líka ógjørligt, at Nineve skuldi verða lagdur í oyði, sum at onkur í dag segði, at New York rapaði niður í sandasor. Men Nineve fall!
Hvussu kundu Sefanja og Nahum vita, at býurin fór at falla, fleiri hundrað ár áðrenn tað hendi? Gud opinberaði tað fyri teimum. Hann sær inn í framtíðina og kann siga frammanundan, hvat ið fer at henda: "Minnist til tess, ið langt frammanundan var boðað, tí at eg eri Gud og eingin annar, ein Gud, ið ikki finnur javnlíka sín. Eg boðaði frá upphavi endan, kunngjørdi frammanundan tað, sum ikki var hent og segði: "Ráðagerð mín stendur føst, og alt, sum mær hóvar, eg fremji." Jes. 46,9-10.
Eg hevði í fleiri ár hoyrt og lisið um Týrus, sum einaferð var ein glæsiligur býur við eystara enda á Miðalhavinum, har sum Libanon er nú. Eg hevði ikki væntað, at eg fór at kunna vitja henda partin av heiminum; men nú var eg so her - men hvar var Týrus? Tað gjørdi meg ikki bilsnan at síggja naknar klettar og nótir, sum vóru spjaddar út at torna. Eg hevði lisið profetiini í Bíbliuni um lagnuna hjá hesum ónda býi. Eg sá tað, sum eg væntaði, júst sum Skriftin hevði sagt frammanundan.
Fleiri hundrað ár áðrenn Kristus kom til jarðar - meðan eitt blómandi og yðjandi handilslív enn var í Týrus - skrivaði Ezekiel profetur á eina bókarullu, at hesin ógudiligi býurin fór at verða lagdur í oyði, og at sjálvt dustið av húsaleivdunum og toftunum fór at verða skravað burtur, so at býurin fór at líkjast toppinum á einum kletti, einum staði, har tey breiða nótir sínar út. "Eg skal gera teg til naknan klett; tú skalt verða turkistaður fyri nótir; ongantíð skalt tú verða bygd uppaftur; tí at eg, Harrin, havi talað, sigur Harrin, drottin." Ez. 26,14.
Nebukadnezar við heri sínum var hin fyrsti, sum sorlaði Týrus. Alexander hin Stóri fullfíggjaði oyðingina, og nú var Týrus sum ein nakin klettur. Hermenn hansara brúktu múrarnar, tornini og timbrið frá teimum oyðiløgdu húsunum og borgunum í gamla Týrus og bygdu eina byrging út til hin nýggja býin, sum lá á einari oyggj. Teir skuldu brúka so nógv tilfar, og tí skravaðu teir dustið burtur av teimum gomlu toftunum og blakaðu tað í havið. Tað staðið, har hin gamli býurin lá, er enn sum ein nakin klettur, og fiskimenninir spreiða nótir sínar út her. Hetta er eitt einastandandi dømi uppá hvussu neyvt, ið Bíbliunnar profetiir ganga út.

Vit verða hótt av hungursneyð
Ein dagin stóð at lesa í einum blaði: "Amerikanskir vísmenn spáa, at hungursneyð fer at verða um allan heimin." Og víðari stóð at lesa í greinini: "Hetta fer at verða ringasta vanlukkan í søguni. Hetta fer at raka fleiri hundrað milliónir, ja, milliardir av menniskjum. Tað slepst ikki undan, at Asia, Afrika og Suðaramerika fer at verða rakt av eini slíkari hungursvanlukku í 1970-árunum og seinni."
Hann, sum hevði skrivað hesa grein, greiddi síðani frá, at fólkavøksturin í heiminum við tíðini fór at vaksa nógv meir enn matvøruframleiðslan.
Eg havi vitjað hungursrakt øki í Eysturlondum. Tað er nakað, sum tú ongantíð gloymir. Menn, konur og smábørn doyggja spakuliga, tí tey hava ongan mat.
Guds orð talar um eina ræðuliga hungursneyð í framtíðini: "Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, drottin, tá ið eg sendi hungur í landið, ikki hungur eftir breyði ella tosta eftir vatni, men eftir at hoyra orð Harrans. Tá skulu tey reika um frá havi at havi, koma úr norðuri og halda eystureftir til tess at leita eftir orði Harrans, men skulu ikki finna tað."Ámos 8,11-12.
Her greiðir profeturin frá einari hungursneyð - ikki hungur eftir breyði, "men eftir at hoyra orð Harrans". Hann talar um eina tíð, har menn og konur skulu reika um "frá havi at havi, úr norðuri og eystureftir at leita eftir orði Harrans", men tey skulu ikki finna tað.
"Tá munnu teir kalla á meg, men eg svari teimum ikki, teir munnu leita eftir mær, men finna meg ikki. Tí at teir hataðu kunnskap og ansaðu ikki ótta fyri Gudi, skoyttu ikki ráðum mínum og vanvirdu alla leiðbeining mína; tá skulu teir njóta ávøkstin av atferð síni og av sínum egnu svikræðum mettast." Orðt. 1,28-31.
Tað er ræðuligt at síggja menn og konur, sum mangla dagligt breyð. Men tað er líka so syrgiligt, at menniskju sum hava havt høvi at lesa Guds orð, men ikki hava brúkt møguleikan, svølta, tí tey ikki hava Lívsins Breyð.
Tað er ikki so løgið, at Jesaja profetur heitir inniliga á menniskju: "Leitið til Harrans, meðan hann er at finna, kallið á hann ta stund, hann er nær." Jes. 55,6.
Latið okkum íðin granska Guds orð nú, meðan vit hava tað, so at vit ikki skulu angra tað, tá ið hungursneyðin kemur.
R. Pierson
Effie Campbell umsetti.


Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo