Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








╗Harri, t˙ kennir alt, t˙ veitst, at eg eri g
14. juni 2012
Silas K.K. Olofson
Í Jóh. 21,16 sigur Pætur hesi orðini: Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!«
»Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!«
Í Jóh. 21,16 sigur Pætur hesi orðini: Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!«
Hugsa tær, at onkur visti um alt tú hevur gjørt, alt tú hevði sagt og alt tú hevur hugsa. Heldur tú at viðkomandi hevði kunna elska teg? Eg veit í hvussu er frá mær sjálvum, at eg geri, sigi og hugsi nógv, sum eg ikki skuldi.
Eg veit frá mær sjálvum tað sum stendur í Matt. 15,19: Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan.
Gud veit alt. Hvussu okkara støða yvirfyri honum er, tað veit hann. Hann sær okkara hjarta og kennir okkum.
Hjarta er okkara trupulleiki. Tað, sum vit eru, er okkara trupulleiki. Líka sum tað ikki ber til at byggja eini hús úr pappíri, tí tilfarið er ov vánaligt, so klára vit ikki at liva uttan at synda - tí hjarta okkara er vánaligt.
Eg trúgvi, at tað kundi verið trupult hjá okkum at verið góð við hvønn annan, um vit kendu allar hugsanir og gerðir hjá hvørjum øðrum. Men soleiðis er Jesus ikki. Hann kennir okkum - hann kennir alt.
Pætur hevur svikið Jesus. Ja, kanska følir hann, at hann enntá hevur ein part av skyldini fyri, at Jesus varð krossfestur. Men Pætur var har, tá Jesus bleiv krossfestur. Hann hoyrdi orðini til ránsmannin, sum skuldi vera saman við Jesusi í paradís. Hann hoyrdi Jesus biðja Gud Faðir fyrigeva drápsmonnum sínum. Og hann hoyrdi: Tað er fullgjørt! Frelsan er vunnin.
Pætur sá, at Jesus hevur tikið hansara synd á seg. Hóast hansara hjarta er veikt, hóast hann ikki klárar at liva fullkomið, so hevur hann fingið fyrigeving fyri sína synd. Jesus elskaði hann og allan heimin so høgt, at hann gav seg sjálvan fyri at bjarga Pæturi og øllum heiminum!
Og tá vit síggja hetta, so kunnu vit siga sum Pætur: »Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!« Hóast hann kennir alla okkara synd og okkara óndu gerðir, so elskar hann okkum. Hann reinsar okkum við at taka okkara synd á seg. Vit fáa hansara rættvísi og hann fær okkara synd! Og júst hetta ger, at vit kunnu vit elska hann, tí hann elskaði okkum fyrst.

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo