Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Bíblian - kelda til ljós og fatan
29. apríl 2012
Tá ið Sun Yat-sen, sum var ein politiskur oddamaður í Kina í 1912, einaferð varð spurdur, nær stóra vekingin í Kina byrjaði, svaraði hann: "Hon byrjaði, tá ið Robert Morrison týddi Bíbliuna til kinesiskt."
Bíblian - kelda til ljós og fatan

Tá ið Sun Yat-sen, sum var ein politiskur oddamaður í Kina í 1912, einaferð varð spurdur, nær stóra vekingin í Kina byrjaði, svaraði hann: "Hon byrjaði, tá ið Robert Morrison týddi Bíbliuna til kinesiskt."
Hugsandi menniskju í øllum samfelagsbólkum og í øllum tíðarskeiðum hava góðkent virði og kraftina í Bíbliuni. Bretski vísindamaðurin og heimspekingurin Sir Isaac Newton segði, at evangeliið er tann mest stórfingna heimspekið á jørð. Tann gløðandi amerikanski fosturlandsvinurin Patrick Henry segði, at Guds orð er "bókin yvir øllum bókum". Aðrir navnframir amerikumenn - Benjamin Franklin, Abraham Lincoln, Franklin D. Roosevelt og Dwight D. Eisenhower - hava sett Heilagu Skriftina ógvuliga høgt.
Dr. J. Wilbur Chapman hevur skrivað hesi heiðursorð um Bíbliuna: "Tað er einki sum hon, tá ið tú hevur ilt íhøvdinum! Tað er einki sum hon, tá ið tú hevur hjartasorg. Tað er einki sum hon, tá ið sólin ikki er frammi um dagin, og stjørnurnar ikki síggjast á nátt. Tað er einki sum hon, tá ið børn tíni eru móðurleys. Tað er einki sum hon, tá ið tú jarðar tín nýføðing. Tað er einki sum hon, tá ið lívsferðin er at enda komin, og tú hvílir høvur títt á lyftum hennara, og Gud boyggir seg niður og kyssir teg í svøvn."
Vit liva í einum andaliga myrkum og moralskt ørvitisligum heimi. Á, sum okkum tørvar tað grøðandi ljósið frá Guds orði at vegleiða okkum!
"Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni," segði Sálmaskaldið í Sálmi 119,105. "Opinbering orða tína íbirtir ljós, ger teir óroyndu vísar." v. 130.
Gævi, at vit trúføst fylgdu strálunum frá hesi vælsignaðu lampu, tí bara tá fáa vit tað rætta ljósið og ta røttu fatanina.

Søgn ella meistaraverk?
Bara Gud kann hava stýrt framleiðsluni av einari bók sum Bíbliuni. Tað eru 66 bøkur í henni, og 40 ymiskir rithøvundar hava skrivað tær. Hesir Guds menn talaðu mong ymisk mál og høvdu ymisk størv. Ein egyptisk prinsessa hevði ættleitt Móses. Hirðadrongurin Dávid gjørdist seinni ein av størstu kongum Ísraels. Har var eisini ein forsætisráðharri, ein skattainnkrevjari, ein hirði, ein lækni og fleiri fiskimenn. Tíðarskeiðið, sum hesir menn livdu og skrivaðu í, var 1500 ár.
Evnini, sum teir skrivaðu um, vóru so ymisk sum tónleikur, søga, vísind og átrúnaður.
Tú skuldi hildið, at áskoðanirnar fóru at gerast ógvuliga ymiskar, tá ið ein so fjølbroyttur skari skrivaði. Tað hevði eisini verið so, um bara menniskju skrivaðu Bíbliuna einsamøll. Men tá ið tú lesur Bíbliuna gjølla, sært tú, at har eru ongar mótsagnir. Har er fullkomið samljóð millum allar 66 bøkurnar.
Hvør einstakur rithøvundur váttar uttan at hugsa um tað, hvat ið undanmenn hansara, samtíðarmenn hansara og eftirmenn hansara skrivaðu. Tað er bara ein frágreiðing um, at alt samljóðar so væl, og tað er, at Heilagi Andin, sum er allastaðni, vegleiddi hvønn einstakan rithøvunda.
Hvørki Móses, Dávid, Jesaja, Jóhannes ella Paulus skrivaðu síni egnu orð. Teir skrivaðu tað, sum Guds Heilagi Andi opinberaði fyri teimum, og Gud broytir seg ikki. Tí er eingin vandi fyri mótsagnum ella fløkjum. Tað, at alt samljóðar so væl í Bíbliuni, er eitt frálíkt prógv um, at øll Skriftin er innblást av Gudi.
Ein bók, sum avdúkar framtíðina
"Eg dugi at síggja, at tygum eru ein ógvuliga heppin maður. Latið meg spáa tygum!"Hesin skeggjuti eysturlendingurin, sum helt so rimmarfast í sína tasku, har alt var í, sum hann átti her á jørð, troðkaði seg yvir ímóti bili mínum, sum stóð parkeraður tætt við tann yðjandi Crawford Market í Bombay í India.
"Eg síggi, at tygum skulu út á eina langa ferð," helt hann áfram, "og at tygum fara at gerast ómetaliga ríkur."
Eg hevði hoyrt hesar munnfimu eysturlendsku spámenninar siga handa setningin mangar ferðir fyrr. Eg havi verið á mongum og longum ferðum, eisini áðrenn eg hitti henda mannin, sum bjóðaði sær at spáa meg í Bombay. Men teir eysturlendsku profetarnir raktu við síðuna av, tá ið teir søgdu, at eg fór at gerast ríkur.
"Rósa tær ikki av morgindegnum," sigur hin vísi maðurin, "tí at tú veitst ikki, hvat dagurin ber í fangi sínum." Orðt. 27,1. Menniskju kunnu ikki við egnari hjálp siga frammanundan, hvat ið fer at henda í framtíðini. Tá ið vit finna eina bók, sum út í odd og egg sigur okkum um framtíðina, og tá ið tað sagda nágreiniliga gongur út, tá vita vit, at menniskju ikki hava skrivað hesa bókina einsamøll. Gud hevur vegleitt høvundarnar, sum skrivað hava bókina.
Tað eru sannførandi vitnisburðir í rúgvutali, sum vísa okkum, at Heilaga Skriftin er av guddómligum uppruna. "Minnist til tað, ið langt frammanundan var boðað, tí at eg eri Gud og eingin annar. Ein Gud, ið ikki finnur javnlíka sín. Eg boðaði frá upphavi endan, kunngjørdi frammanundan tað, sum ikki var hent og segði: "Ráðagerð mín stendur føst, og alt, sum mær hóvar, eg fremji." Jes. 46,9-10. Framtíðin er nútíð hjá Gudi, og bara hann kann siga út í odd og egg, hvat ið fer at henda í morgin, næsta ár og komandi øld.
Rithøvundarnir í Bíbliuni hava sagt frammanundan, hvussu tað fór at gangast við einstaklingum, býum, fólkum og átrúnaðarligum fyriskipanum, fleiri ár, ja, viðhvørt fleiri hundrað ár, áðrenn hendingarnar fóru fram. Bíbliunnar rithøvundar, sum høvdu ta profetisku gávuna, hava enntá skrivað um ta tíðina, sum vit liva í nú, og teir hava greitt frá hennara týdningi. Tað guddómliga profetiið dregur tað forhangið til viks, sum skilir tíðina frá ævinleikanum, og tað greiðir frá tí æviga heiminum hjá teimum frelstu.
Vit kunnu hava álit á teimum bíbilsku profetiunum, tí nøkur teirra eru longu gingin út og tað so ómetaliga beinrakið. "Tí at onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja, men menn frá Gudi talaðu, drivnir av Heilagum Anda." 2. Pæt. 1,21. Profetiini í Bíbliuni eru ikki íkomin, tí at vælútbúgvin fólk settu seg niður at gita, men tey eru komin, tí Gud hevur evnini at síggja inn í framtíðina. Hann hevur skapað rúmdina, og hann veit, hvør ið ætlanin við henni er.
Henda vælsignaða bók - Bíblian - má sanniliga vera Guds bók, tí tað er undranarvert, sum hon hevur kunnað sagt niður í odd og egg frá hendingum, langt áðrenn tær fóru fram. Tað er bara Gud, sum veit, hvat ið hendir í framtíðini. Bara Guds bók kann við vissu greiða frá komandi tilburðum. Profetiir, sum eru útgingnir ella eru um at ganga út, eru ein veldigur vitnisburður um, at Gud er upprunin til Heilaga Skriftina.


R. Pierson
Effie Campbell umsetti.




Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo