18. januar 2018
Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Brøv frá lurtarum
29. apríl 2012
Kirkjuliga Missiónsfelagið stuðlar útvarpsstøðini Voice of Salvation. Her koma nøkur lurtarabrøv.

Kirkjuliga Missiónsfelagið stuðlar útvarpsstøðini Voice of Salvation við 100.000 kr um árið. Voice of Salvation (VOS) sendir kristnar útvarpssendingar inn yvir m.a. Kina. Hesar sendingar røkka inn til fólk í økjum, har tað ikki er møguligt hjá trúboðarum at koma. Tí eru hesar útvarpssendingar ofta einasti møguleiki hjá fólki at hoyra gleðiboðskapin um Jesus.
Voice of Salvation fær ofta brøv frá lurtarum, og vit vilja her endurgeva nøkur.

Góði VOS
Eg takki Gudi fyri okkara felagsskap í Harranum. Tað gevur vatn til mítt tystandi hjarta. Tá eg eri keddur og vónsvikin, so stuðla og hjálpa tit mær altíð við at boða Guds Orð. Tá eg felli, so hjálpa tit mær á føtur aftur. Tit boða mær, at Gud er hjá mær - og hetta orðið goymi eg í hjartanum.
Ein systir í Jhejiang.

Góði VOS
Eg hevði ein hjartatilburð, og eri avlamin í høgru síðu. Tí skrivi eg til tykkum við vinstru hond, hóast hetta er sera trupult fyri meg. Tað er Gud, ið gevur mær styrki og trúgv til at finna pennin fram og skriva til tykkum... Tykkara talur hjálpa mær nógv. Tær eru ikki háføgur heimspeiki, men klárar og boða mær tað, sum Bíblian lærir. Tær hjálpa mær nógv í mínum andaliga lívi.
Systir Kuo úr Shandong.

Góði VOS
Ein av næmingum mínum úr Suchou fann tykkara heimasíðu. Hóast hann ikki sigur seg vera trúgvandi, so lurtar hann nógv eftir tykkara tilfari á netinum. Eg haldi, at tað eru nógv duld trúgvandi í Kina - serliga millum tey lærdu sum eg. Hóast tey trúgva, so tora tey ikki at siga tað alment. Eg havi sjálvt roynt at vitna fyri mínum arbeiðsfelagum og næmingum, men eg fái ikki gjørt tað alt ov opinlýst...
Mær leingist at skriva til tykkum fyri at síga, at eg veruliga eri glaður fyri tykkara arbeiði. Tit eru so góðir lærarar, og eg má lurta eftir sendingini "Our Time" hvønn dag. Tykkara vinarligu orð treingja inn í mítt hjarta. Tit eru so erlig og innarlig, at tykkara sendingar ikki tykjast sum undirvísing, men meira sum um eg fái ein boðskap og eina opinbering.
Heilsan ein systir uttanfyri Kina.

Góði VOS
... Takk fyri tykkara ídni og fyri tykkara umsorgan fyri mínum viðurskiftum við Gud. Takk fyri at tit boða Orðið til vegleiðing fyri meg, so eg veit, at Gud er hjá mær. Ja, sanniliga er Gud aldri farin frá mær líka mikið, hvat er hent. Eg kann altíð biðja til hann, og hann troystar meg og gevur mær frið... Nú er fólk í øllum bygdunum her í økinum, ið fara í kirkju hvønn sunnudag.
Systir Hu í Jilin.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo