Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Ongin hyklari Ý himlinum
10. februar 2012
Einaferð var norski trúboðarin Ingeborg Haakonsen á ferð til Ytra Namdalen í Noreg.
Ongin hyklari í himlinum
Einaferð var norski trúboðarin Ingeborg Haakonsen á ferð til Ytra Namdalen í Noreg. Hon skuldi gista í Abelsvær; dagin eftir skuldi hon víðari til eina missiónsfest.
Tá ið hon kom inn í kvinnusalongina umborð á bátinum, sá hon eina kvinnu og ein mann, sum prátaðu saman, og hugsaði ikki meir um tað. Tá farast skuldi í land, vildi maðurin halda frakkunum fyri kvinnurnar. Tá legði hann til merkis, at kinesisk merki vóru í frakkanum hjá Ingeborg.
"Hvat merkir hetta," spyr hann. "Jú," sigur Ingeborg, "eg var so heppin, at eg mátti keypa mær nýggj klæðir frá ovast til niðast, tá íð eg kom heim úr Kina, tí kommunista-ránsmenninir tóku alt, sum eg átti."
"Kommunista-ránsmenninir," rópti hann argur.
"Ja," segði Ingeborg. Og síðani greiddi hon frá, hvussu ránsmenninir høvdu tikið tríggjar missiónsstøðir og teirra missiónsøki í Kina. Teir komu eisini til hennara støð, og rændu alt sum hon átti; eisini kuffertini, sum hon hevði pakkað at hava við heim til Noregs.
Síðani spurdi hann hana hvagar hon skuldi. Tá hon segði honum tað, segði hann: "Hagar skal eg eisini." Tað vísti seg, at hann var professari og skuldi til sama stað at halda fyrilestur sama dag. Tað kom fram, at hann var kommunistur. Nú var hann bangin fyri, at tey komu at vera í vegin fyri hvørjum øðrum. Men Ingeborg var als ikki bangin fyri tí.
"Ætla tygum ikki, at fólk skulu koma á møtið meðni," spurdi hann.
"Jú," svaraði Ingeborg. "Men eg vænti, at vit fáa heilt ymiskar áhoyrarar. Tað eru ikki tey somu, sum vilja lurta eftir mær, sum lurta eftir tygum."
Mánadagin hittust tey aftur umborð á bátinum á veg inn eftir fjørðinum.
Tað, fyrsta professarin segði, var: "Tað gekk, sum eg væntaði".
"Gjørdi tað tað," spurdi Ingeborg eitt sindur bilsin.
"Høvdu tit ikki fólk á festini," spurdi hann.
"Jú, tað var fult hús," segði Ingeborg smílandi.
Tá mátti professarin viðganga, at hann bert hevði havt fáar áhoyrarar. Men so nýtti hann høvið at goysa út yvir allar hesar pietistarnar, hesar hyklararnar, sum standa í missiónshúsinum og játta synd. Hann hevði sagt tað so mangar ferðir: "Gævi tú fórt heim og lat dyrnar aftur og viðgekk synd tína fyri tær sjálvum!"
"Fyri Gudi," segði Ingeborg avgjørd.
"Fyri tær sjálvum, segði eg," svaraði hann hvassliga.
Hann var jú professari og mátti vita tað. Ingeborg helt ikki, at hon kundi fara í orðadrátt við hann. Men so segði hon stillisliga: "Tað hevur ikki verið lætt hjá mær at standa í missiónshúsinum og viðgingið synd. Hevði eg havt mót til tað, hevði tað kanska staðið betri til við mær enn tað hevur. Men fyri meg hevur tað verið gott at kunna lata dyr mínar aftur og viðgingið synd mína fyri Gudi."
"Eg rósi tykkum ikki" svaraði professarin títtmæltur, "men hetta er fyrstu ferð eg havi hitt eitt menniskja, sum kundi síggja tær góðu síðurnar við tí illa."
"Hvussu tá," spurdi Ingeborg.
"Jú, tá ið tygum søgdu frá um kommunistarnar, sum tóku alt frá tygum, løgdu tygum afturat: Teir meintu tað væl, men teir nýttu skeiv vápn.” Hetta hevði sligið so niður í hann, at hann slapp ikki frá tí. Og nú fekk Ingeborg mót av nýggjum.
"Professari", segði Ingeborg, "um tygum koma í helviti, fara tygum at finna hvønn einasta hyklarar har. Ikki ein hyklari kemur til Himmalin!"
Tá teir nærkaðust staðnum, sum tey skuldu til, var professarin meir og meir óróligur; hann gekk aftur og fram á dekkinum.
"Ja, eg veit ikki" segði hann knappliga. Kona mín er uppaftur verri enn eg. Hon hevur ongantíð nevnt eitt Guds orð í heimi okkara. - Men vit eiga eina smágentu, sum er 7 ára gomul. Hon vil ikki leggja seg at sova um kvøldið, fyrr enn hon hevur biðið kvøldbøn."
"Nei, hvat siga tygum professari?" segði Ingeborg. "Síggja tygum ikki, at Gud hevur sent ein eingil í heim tykkara!"
"Ja, eg veit væl hvaðani hon hevur tað - hon gongur í sunnudagsskúla hjá Frelsunarherinum. Men tað eru ikki vit sum passa tíðina, tá hon skal hagar. Hon ger tað sjálv."
"Ja, Gud er so góður við tykkum, at hann hevur sent ein eingil til tykkara," endurtók Ingeborg.

Til jólar kom eitt merkiligt bræv til Ingeborg, frá eini trúgvandi lærarinnu, sum eisini var sangari. Hon visti um tað gudleysa professaraheimið, og varð sera bilsin, tá kona professaran spurdi hana, um hon vildi koma at syngja á jólahugnanum hjá kvinnubólkinum. "Nei, tað kann eg tíverri ikki, tí eg syngi bara kristiligar sangir," var svar hennara. Men tá kundi kona professaran siga henni, at tað vóru júst sovorðnir sangir, tær vildu hava. - Við hesum vóru einar nýggjar dyr opnaðar fyri gleðiboðskapinum.

Úr bókini hjá Sigur Rydland:
Guds under i mit liv.
Um kristniboðaran Ingeborg Haakonsen.
Emma Jacobsen týddi.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo