Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








HvÝ tegir Gud?
28. november 2011
Ein frásøgn úr bókini "Gud ja! Men Jesus" eftir Wilhelm Busch.


Týski presturin Wilhelm Busch varð føddur í 1897. Hann las gudfrøði í Tübingen, og varð prestur í Bielefeld; aftraná tað varð hann prestur millum námsarbeiðarar; loksins varð hann ungdómsprestur í Essen í mong ár. Wilhelm Busch doyði í 1966 á veg heim frá møtum Sassnitz í Rügen. Hann skrivaði nógvar bøkur; millum aðrar bókina "Gud Ja! Men Jesus?" Úr hesi bók er henda frásøgnin:
Kjakast kann vera í tímavís um, hví Gud letur hetta ella hatta henda. Men spurningurin verður ikki rættiliga viðkomandi, fyrr enn tað rakar ein sjálvan. Mann ikki so vera? Í øllum teim døpru og ræðuligu tíðarskeiðum í lívi mínum havi eg bara havt Jesu kross at rætta meg eftir.
Herfyri segði ein ung genta við meg, heilt ólukkulig: “Eg orki ikki at liva longur." Tína støðu kenni eg ikki, men tá ið tað snýr seg um tað torskilda í lívi tínum, vil eg siga: Tað ræður ikki um at spyrja: "Hví? Hví? Hví?," men vit mugu spyrja: "Hvat vil Gud geva mær gjøgnum hetta?" Fyri at lýsa hetta, fari eg at siga tær frá einum tilburði:
Tá eg fyri mongum árum síðan var prestur í einum námsøki, vóru har ræðuligar hendingar. Ein dagin hoyrdi eg um ein arbeiðsmann, sum hevði fingið skaða í ryggin. Nú var undirparturin lammaður, og ongin vón var um bata!
Eg fór at vitja hann; men tann vitjanin var tann ringasta, sum eg hevði upplivað. Kroysan var full av vinmonnum hansara. Brennivínsfløskurnar stóðu á borðinum. Hin lamni maðurin sat í eini rullustóli. Tá ið eg steig inn um dyrnar hoyrdi eg eitt ýl: "Tú svarti prestur, halt teg burtur hiðani! Hvar var gudur tín, tá ið steinurin rakti meg? Hví tegir Gud?" Og so komu illbønirnar; tað var sum í helviti. Eg fekk onki sagt og fór sostatt avstað aftur. Eg átti nakrar vinir millum námsarbeiðararnar. Kvøldið eftir greiddi eg teimum frá hesi hending. Eina viku seinri, júst sum eg byrjaði eitt møti fyri hesum bólki av arbeiðsmonnum, reyk hurðin upp á bak við buldri og braki - og rullustólurin við lamna manninum varð koyrdur inn. Vinirnir millum námsarbeiðararnar høvdu beint fram verið eftir honum og høvdu tikið hann á møti. Eg veit ikki um teir høvdu spurt hann áðrenn - helst ikki. Har sat hann nú framman fyri mær. Og so talaði eg út frá orðunum: "So elskaði Gud heimin" - ikki fyri at vit skulu hava tað gott, men soleiðis "at hann gav son sín hin einborna". Eg talaði um Jesus, Guds livandi orð, sum vit mugu hoyra og helt fram: "Fyri at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast." Maðurin lurtaði. Hetta var fyrstu ferð hann hevði hoyrt eina sovornðna talu um Jesus. Knappliga sá hann ljós. Eg skal greiða frá tí í stuttum:
Nakrar mánaðir eftir hetta var hann vorðin ogn Harrans Jesusar. Eg dugdi ikki heilt at greina, hvussu alt var vorðið nýtt. Hann fekk skipað viðurskifti. Har, sum fyrr hoyrdust illbønir, hoyrdist nú sangurin um Jesus. Gomlu vinirnir hildu seg burtur, men nýggir vinir komu í teirra stað. Brennivínsfløskurnar vóru horvnar; í staðin fyri lá Bíblian á borðinum. Konan og børnini lívgaðust upp. Stutt áðrenn hann doyði, vitjaði eg hann aftur. Ta vitjanina gloymi eg ikki. Hann hevði eitt sjáldsamt navn: "Amsel" (kvørkveggja). Hann tekur tað ivaleyst ikki illa upp, nú hann er í ævinleikanum, at eg nevni navn hansara.
"Amsel," segði eg, "hvussu gongst?" "Jú, segði hann, síðan lív mítt kom at hoyra Jesusi til og síðani eg havi fingið syndanna fyrigeving, hevur hvør dagur í lívi mínum" - hann hugsaði seg um eitt sindur - "verið sum dagurin fyri jólaaftan". Var tað ikki vakurt sagt av námsarbeiðaranum? Og so kom tað, sum ikki gongur mær úr minninum. Hann segði: "Busch! Eg fari at doyggja skjótt, eg kenni tað á mær". Vit vóru vorðnir góðir vinir, og søgdu tú við hvønn annan. "Og so gangi eg inn um portrið og standi frammi fyri Gudi. Tað er heilt greitt fyri mær, at deyðin ikki skal vera hitt seinasta. Og tá ið eg standi framman fyri Guds trónu í ævinleikanum, vil eg falla niður fyri honum og takka honum fyri at hann - breyt ryggin á mær". "Amsel" segði eg undrandi, "hvat er tað tú sigur?" Og tá svaraði hann: "Eg veit hvat eg sigi. Um hetta ikki var hent, og Gud framvegis hevði latið meg liva í gudloysi, so hevði eg lopið eftir vegnum til helviti inn í æviga fordøming. Tí mátti Gud í sínum bjargandi kærleika taka so hart í meg og bróta ryggin á mær, fyri at eg kundi finna fram til Jesus, son hansara. Gjøgnum Jesus eri eg vorðin eitt lukkuligt Guds barn. Og tí vil eg takka honum fyri tað. Og so kom ein setningur, sum eg ikki gloymi: "Tað er betri at vera lamin og hoyra Jesusi til og vera eitt Guds barn, enn við tveimum frískum beinum at leypa beint í helviti!" Eg svaraði: "Kæri Amsel! Gud hevur sent tær tað, sum er ræðuliga tungt. Í fyrstuni vart tú illur: Hvar var Gud? Hví tegir Gud? Og nú skilir tú, hví Gud hevur sent tað: Hann vildi draga teg til sín!"
Vit áttu ikki at spurt: "Hví?", men staðinfyri "Hvat vil Gud geva mær gjøgnum hetta?" Og eg vil siga tær, at eg haldi at alt tað tunga í lívi okkara er har fyri, at Gud skal kunna draga okkum til sín gjøgnum Jesus! Mær dámar so væl at syngja hetta ørindi:
Nærri til tín, um enn leiðin ber
ígjøgnum myrkur á lívsins ferð
Hvat meg vil skaða, tað Harri tak
nærri til tín tú meg altíð drag.

Eg vildi ynskt, at tú kundi sungi við - biðjandi!

Wilhelm Busch úr bókini "Gud Ja! Men Jesus?"
Emma Jacobsen týddi.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo