Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Hoyrnarveik genta
13. november 2011
Samia Naain var ein genta, sum hevði ógvuliga lítla hoyrn. Hon vaks upp í Kairo.

Samia Naain var ein genta, sum hevði ógvuliga lítla hoyrn. Hon vaks upp í Kairo. Eftir nógvan mótburð royndi hon at taka lív sítt. Men ein vinkona, sum trúði á Jesus, kom at vitja hana. Her er vitnisburður hennara, soleiðis sum hon greiddi frá á eini sjónvarpsrás.
Eg eiti Samia Naain, og eg eri úr Kairo. Har búði eg saman við foreldrum mínum og 10 systkjum. Eg fekk eina sjúku, tá ið eg var 8 ára gomul, og hon førdi við sær, at eg fór at hoyra ógvuliga illa, og eg prátaði lítið. Allir brøður mínir og systrar mínar sluppu at ganga í skúla; men foreldrini hildu meg heima, og har mátti eg rudda, vaska og gera mat til restina av familjuni. Foreldrini slerdu meg ofta, sjálvt um tey fóru væl við hinum systkjum mínum.
Tá ið eg at enda slapp at ganga í skúla, sendi lærarin meg heim aftur við boðum um, at eg var ikki før fyri at læra nakað.
Familjan eyknevndi meg og kallaði meg alt møguligt ljótt, og tey fóru við mær, sum við einari arbeiðsgentu. Foreldur míni hóttu meg og søgdu, at tey skuldu lata meg inn á eitt barnaheim, tí at ongum dámdi meg. Tá ið eg hoyrdi tað, fór eg at hata øll fólk, sum vóru uttan um meg, og eg hataði meg sjálva.
Burturgift
Eina viku seinni kom mamma heim við einum manni, sum eg mátti gifta meg við. Men hann fór eisini, sum frá leið, at gremja seg um, at eg var ikki virkisfør. Eg var deyv ogógjørligt var at práta við meg. Hann slerdi meg og fór illa við mær.
Av tí at eg hoyrdi so illa, var tað bara við neyð og deyð, at eg kundi tosa við onnur fólk. Eg skilti lítið av tí, onnur søgdu, og eg var ikki glað fyri lívið. Skjótt fóru tankar um sjálvmorð at mala í høvdinum á mær. Eg royndi millum annað at blaka meg framman fyri ein bil, og eg royndi eisini at gassa meg í køkinum hjá okkum; men eg varð bjargað hvørja ferð.
Einslig
Eg var ómetaliga einslig og átti ongan góðan. Eingin skilti meg, og eg skilti ongantíð onnur. Ein dagin kom ein vinkona at vitja. Hon spurdi, hvussu eg av røttum hevði tað. Eg fór at gráta og segði, at eg hevði tað ræðuligt. Hon spurdi, um eg vildi biðja saman við henni, og hon fór at tosa um Jesus. Hetta var fyrstu ferð, at eg hevði hoyrt um Jesus. Hon segði frá um kærleika hansara, og at hann hevði ætlanir fyri framtíð míni. Eg segði henni, at eg hevði ynskt, at eg kundi tosa.
Eg hevði eina kenslu innan í mær, at eg ongantíð fór at hoyra hampiliga væl aftur. Men tá ið eg hoyrdi um Jesus, fekk eg kortini eina vón.
So líðandi grødd
Ein dagin fór eg við vinkonu míni á eitt møti í einari kirkju. Har sá eg eina lamna konu, sum bað um forbøn, og eftir nøkrum minuttum reistist hon og fór at ganga! Tað var tá, at eg segði við vinkonu mína, at nú vildi eg tosa. Nú vil eg biðja Jesus gera tað soleiðis, at eg kann tosa aftur!
Fleiri konur savnaðust rundan um meg, meðan tær bóðu og róptu á Jesus um at grøða meg. Tá ið ein løta var farin, fór eg at murra og syngja. Tá hildu tær áfram at biðja, og eg kendi, at okkurt hendi innan í mær. Eg gjørdist ófatiliga glað, tá ið eg megnaði at tosa meir og meir, eftir sum hoyrnin so líðandi kom aftur. Tað gjørdist bara betri og betri.
Nú elski eg at lovsyngja, lesa í Bíbliuni og fara á húsmøti. Øll, sum kenna meg, duga at síggja, at eg eri vorðin broytt. Nú smílist eg sum ongantíð áður. Jesus broytti lív mítt.
Effie Campbell umsetti.

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo