Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Er nakar tystur
14. oktober 2011
Men síðsta dagin, tann størsta á hátíðini,
stóð Jesus har og rópaði og segði:
Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki!”
Jóh.7,37
Er nakar tystur

Men síðsta dagin, tann størsta á hátíðini,
stóð Jesus har og rópaði og segði:
Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki!”
Jóh.7,37


Mong menniskju komu til Jesus. Onkur kom sníkjandi inn í mannamúgvuna og nam við kappa hansara, ein annar kleiv upp í eitt træ fyri at síggja Jesus og ein triði var lestur av fýra monnum niður gjøgnum takið, niður fyri føturnar á Jesusi. Øll hesi menniskju komu, tí tey høvdu brúk fyri Jesusi, tey vóru tyst.

Jesus fór eisini sjálvur til menniskju. Eitt dømi um hetta er Sámáriukonan við Sikarsbrunnin. Hon fór ikki út til brunnin, tí hon ætlaði at møta Jesusi, men valdi júst hesa tíðina á degnum, tí hon ætlaði sær at sleppa frá at møta nøkrum. Hon var ikki væl dámd, tí hon hevði livað eitt syndafult lív, og kendi seg tí ikki væl at fara út. Men at fara út til brunnin var hon noydd, tí likam hennara tørvaðist vatn.

Í samtalu við Jesus, sá hon, at ein annar tosti var til enn tann likamligi og eisini ein løkur, sum kundi sløkkja henda tostan.

Ein samtala við Jesus, tað er tann løkur, sum kann fáa eina kvinnu at sleppa tí dagliga vatnkeraldinum og renna inni í bygdina og siga: Komið og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt: man hann ikki vera Kristus?”

Jesus sigur eisini við teg: “ Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki!
Amen
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo