Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Stutt tÝ­indi fra KMF
20. september 2011
Nýggjur stýrislimur
Egil K. Joensen hevur játtað at koma í stýri Kirkjuliga Missiónsfelagsins. Stýrið er sostatt fullmanna við Jóhan Henriksen sum formann, Kristian Thorleifsson sum kassameistara umframt Justinus Poulsen, Sigurð Sørensen og Egil K. Joensen.


Stuðul til Tanzania
Stýrið hevur gingið eini umsókn frá Peter og Anne-Lene Olofson um 20.000 kr á møti. Hetta eru peningur sum verður nýttur til ymisk endamál. M.a. lata tey brillur til fólk, ið ikki hava ráð at keypa sjálvi. Fátæk kunnu koma eina ferð um vikuna og fáa 20 kr til mat, um tey ikki hava ráð at keypa mat sjálvi. Og um onkur gerst, sjúkur kunnu tey stuðla eitt sindur við keyp av heilivági o.ø.

Stuðul til útbúgving
Stýrið hevur játta 20.000 kr til førleikamenning og víðariútbúgving av Andreas Worare, sum er leiðari á bíbliuskúlanum í Geresse, Etiopia. Tað hevur alstóran týdning, at leiðarar eru væl útbúnir til teirra tænastu. Tí hevur stýrið valt at stuðla útbúgvingini hjá Andreas.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo