Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Andakt
20. september 2011
Jóh.12,27: Nú er sál mín full av angist, og hvat skal eg siga? Faðir, bjarga mær frá hesum tíma! Nei, til tess eri eg komin at hesum tíma.
Jóh.12,27: Nú er sál mín full av angist, og hvat skal eg siga? Faðir, bjarga mær frá hesum tíma! Nei, til tess eri eg komin at hesum tíma.

Her hoyra vit Jesus í djúpastu sálarangist tala um tann tíma, tá ið menniskjusonurin skuldi verða dýrmettur. Tíman sum alt Jesu lív var vent ímóti, sum hann var komin til og sum var tímin Faðirin sjálvur hevði ásett í sínum ráði, tíman tá Gud skuldi ofra sín einborna son á krossinum.

Jesus er eitt við Skriftina og Jesus er andi profetadómsins(Op.19,10) tí kendi hann skriftirnar -Gamla Testamenti- uttanat. Hann visti hvat tær profeteraðu um Jesu líðing deyða og uppreisn tí sjálvur var hann við anda sínum í profetunum og vísti teimun á líðingar Krists. Ti visti Jesus væl hvat Móses hevði sagt um hendan tíman: "Men tá ið mín tími er komin, vil eg endurgjalda teimum syndir teirra"(2Mós.32,34).

Nú er tann tímin komin, tá øll heimsins synd skuldi fáa sítt rætta endurgjald. Tað løn vit høvdu uppiborið fyri syndir okkara, er nú komin so nær Jesus, at hansara sál fyllist av angist. Hesin tímin, sum fær Jesus inn í sítt lívs tungastu sálarkvøl, tí hetta er tímin tá hann verður taldur millum misgerðarmanna, og má hoyra Guðs dóm: Tú skalt gjalda fyri alla heimsins synd.

Mínar og tínar syndir eru nú hansara, rætt sum um hann sjálvur hevði gjórt tær. Sum um hann sjálvur var avnoktarin Pætur, sum um hann sjálvur var forfylgjarinn, Gudsbespottarin og yvigangsmaðurinn Paulus, ja sum um hann sjálvur var drápsmaðurin og horkallurin Dávid. Jesus stendur nú í teirra stað, gjørdur til teirra synd.

Nú er tímin komin tá hann skal keypa okkum undan banning lógarinnar og prísurinn hann má gjalda er sjálvur at gerast ein forbannaður í Guds eygum og myrkri fylti hansara sál, tað myrkur ein syndari upplivir, tá hann er givin upp til Guds vreiði og dóm. Út úr hesum myrkrið er tað Jesus rópar á krossinum: "Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær"(Mat.27,46).
Hetta gjørdi Jesus fyri at tú aldrin skuldi koma at uppliva henda ræðuliga tíma. Og tí er tað nú ein náðitími, nú er frelsa at fá. Gud hevur í Kristi gjørt heimin sáttan við seg, so hann ikki tilroknar teimun misgerðir teirra. Tí stendur nú opið Guds elskandi hjarta, tí finna sydarar nú opnan hans favn. Av tí at Jesus ikki bar seg undan hesum tíma, tá hann sjálvur var gjørdur til synd okkara vegna, tí sýnir Gud kærleika sín til okkara og "Tíð og stund til náði er komin"(Sál.102,14). Á lat tað eydnast honum at fáa teg nú, meðan tað er tíð og náðistund. Hann vil fegin koma inn til tín við náði og frelsu síni. Hon er nýggj á hvørjum morgni men tað kann gerast ov seint fyri teg. Tí áminna vit og biða í Krists stað: "Verði sátt við Guð!"(2.Kor.5,20). "Sí, nú er tað ein sonn gævustund, sí, nú er tað ein frelsudagur"(2.Kor.6,2).


Egil K. Joensen
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo