23. oktober 2017
Nógv hava ivaleyst roynt tað. Les meira
Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








B°narlÝv
20. september 2011
Í Jóh. 2,1-11 læra vit nógv av Mariu um bøn.

Í Jóh. 2,1-11 læra vit nógv av Mariu um bøn. Maria fer beina leið til Jesus við síni bøn. Hon sigur Jesusi frá, hvat vertsfamiljuni tørvar. Bøn er hetta heilt einfalda at siga Jesusi, hvat mær tørvar. Og forbøn er at siga Jesusi, hvat øðrum tørva.
Men Jesus svarar henni ógvuliga hart aftur. Hann sigur: " Kvinna, hvat vilt tú mær? Enn er ikki mín tími komin.” Hvussu skulu vit skilja hetta? Syndar Jesus móti mammu síni? Missir hann tamarhaldið? Nei, vit læra, at Jesus er uttan synd, og tí mugu vit finna orsøkina til Jesu orð aðra staðni. Eg haldi, at orsøkin er, at Jesus verður freistaður til at loysa trupulleikan sjálvur. Jesus kann ikki gera nakað av sær sjálvum, uttan at hann sær Faðirin gera tað (Jóh. 5,19). Kanska er hann freistaður til at gera nakað, sum Faðirin ikki biður hann gera. Jesus má bíða, til Faðirin vil uppfylla bønina. Jesus er freistaður til at uppfylla bønina, áðrenn løtan er komin til tess. Tí sigur hann, sum hann ger – hann verður freistaður av tí, mamman sigur.
Men gjøgnum hetta síggja vit, hvussu eitt fyrimyndarligt bønarlív sær út. Maria veit, at Jesus hevur grund til at svara, sum hann ger. Kanska skilir hon ikki, hví Jesus sigur, sum hann ger, men vit fáa onga ábending um, at hun er misnøgd ella gremur seg. Hon lítur á Jesus.
Eisini síggja vit, at hon framvegis er sannførd um, at Jesus vil svara hennara bøn. Hon er so sannførd, at hon beinanvegin sigur við tænararnar, at teir skulu gera júst sum Jesus biður teir. Hvat ið fer at henda, veit hon ikki, men okkurt fer at henda - tað veit hon. Nú er málið litið Jesusi upp í hendur.
Umframt hetta mugu vit leggja til merkis, at hon ikki gevur Jesusi boð um, at hann má gera nakað ávíst. Hon biður hann ikki loysa málið, soleiðis sum hon ynskir. Hon kennir Jesus so væl, at hon gevur Jesusi ábyrgdina av, hvat skal henda, nær tað skal henda og hvussu tað skal henda.
Hetta mugu vit eisini læra. Hvussu og nær Jesus uppfyllir okkara bøn er upp til hann og ikki til okkum. Hetta mugu vit læra í okkara bønarlívi. Vit hava lyndi til at vera ótolin. Vit hava kanska biðið fyri okkara kæru, sum ikki kenna Jesus, dagliga í mong ár - men vit hava onga broyting sæð. Á henda hátt er skjótt at missa frímóð og gleði í bønarlívinum. Vit biðja og samstundis hava vit eina mynd av, hvussu og nær Gud skal uppfylla okkara bøn. Kanska sær bønarsvarið so lætt út í okkara eygum. Gud átti at gjørt soleiðis og soleiðis ella nýtt hetta ella hetta høvið - men hann ger tað ikki. Okkara kæru eru framvegis burturi frá Jesusi, sjúkan er framvegis har eller fíggjarstøðan er ikki batnað.
Vit hava biðið um nógv, sum vit kundu ynskt var øðrvísi. Og hugsa vit um hetta, so er skjótt at falla í fátt. Vit kunnu biðja og biðja, men vit síggja ongan ávøkst. Hví hendir hetta? Er tað tí Gud ikki hoyrir okkara bøn? Nei, Gud hoyrir okkara minsta suff, ja, hann hoyrir okkara bøn, áðrenn vit hava biðið. Men saman við hesum lyftum fylgir lóg - og tað er lógin um, at tað er upp til Gud nær og hvussu hann vil uppfylla okkara bøn. Tað er eina hann harri yvir. Og tað mugu vit læra, um okkara bønarlív skal vera eyðkent av frímóð og gleði. Gud sendir sítt bønarsvar, tá tað gagnar okkum best og ger, at Hann verður dýrmettur. Og júst á henda hátt kunnu tær stundirnar, vit biðja, verða hvíldarstundir. Vit hvíla í, at Gud hin almáttugi hevur loysn, sum er betri, vísari og undurfullari enn nakað, eg kann ímynda mær.
Maria hevði neyvan sæð Jesus gjørt vatn til vín áður. Og kanska hevði hon sínar tankar um, hvussu Jesus skuldi loysa trupulleikan við víninum. Men at hann skuldi gera vatn til vín - enntá vín sum var so nógv betri enn hitt fyrra - tað hevði hon helst ikki væntað. Á sama hátt mugu vit lata bønarsvarið vera upp til Gud, tá vit biðja. Og hetta er evangelium. Eg skal ikki sjálvur finna styrki ella vísdóm, so eg sjálvur kann hjálpa til við at fáa eitt bønarsvar. Eg skal ikki gera helvtina, og so Gud gera tað, sum eg ikki megni sjálvur. Nei, sum Maria mugu vit fara til Jesus við okkara neyð. Vit mugu opna upp fyri honum, so hann kann sleppa inn og hjálpa. Í Jesu navni er hjálp at fáa. Við trúgv á hann, eru vit vorðin Guds elskaðu børn, og bæði okkara lív her á jørð og okkara æviga lív er í Guds sterku hond!

Silas K.K. Olofson
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo