23. oktober 2017
Nógv hava ivaleyst roynt tað. Les meira
Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








S°gan um krossin
15. august 2011
Ein maður sat í fangahúsi; men tað stóra undrið hendi, at hann gjørdist trúgvandi, meðan hann sat fastur.
Ein maður sat í fangahúsi; men tað stóra undrið hendi, at hann gjørdist trúgvandi, meðan hann sat fastur. Hann bleiv ein ágrýtin kristin, sum brúkti allar møguleikar og kjansir at vitna um Jesus og frelsuna í honum.

Ein dagin varð hann settur á eina harða roynd. Fangahússtjórin kom til hansara og segði: "Her er eitt hvítt, óskrivað pappír. Um tú bert við at klippa eina ferð gjøgnum hetta pappírið fært ein kross burtur úr tí, skalt tú sleppa út hiðani, og tú skalt verða fríur maður. Men," legði hann afturat, "tað skal vera innan 48 tímar." Hann mundi halda, at hetta var ógjørligt hjá fanganum.

Men fangin bað so inniliga til Guds um hjálp. Tá vísti Jesus seg fyri honum í dreymi og vísti honum, hvussu hann skuldi bera seg at. Tá ið hann vaknaði, tók hann pappírið og legði tað saman soleiðis, sum hann hevði sæð tað í dreyminum, og so klipti hann, og brádliga sat hann við krossinum í hondunum.
Men ikki nóg mikið við tí! Nøkur petti lupu av pappírsarkinum. Fangin setti pettini saman, eins og Jesus hevði gjørt í dreyminum, og blivu pettini tá til eitt orð, sum á enskum eitur HELL og á føroyskum merkir helviti.
Hetta er ein máttmikil boðskapur: Krossurin og HELL.
Tað er annaðhvørt ella! Boðskapurin talaði veldiga til stjóran og hinar fangarnar, og kristni fangin bleiv ein fríur maður í dupultum týdningi!
Tað hevði stjórin ongantíð trúð; men Gud hevði hjálpt hesum trúgvandi manni.
Boðskapurin er hin sami til okkara: Tak ímóti boðskapinum um krossin, ella kemur tú at uppliva eina glatan burtur frá Gudi um aldur og allar ævir.

Effie Campbell umsetti.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo