23. oktober 2017
Nógv hava ivaleyst roynt tað. Les meira
Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








B°n broytir tjˇ­ina
7. mars 2011
Tað eru dømir, sum vísa, at tá ið fólk, ið eru í svárastu neyð, blaka seg á Gud, kann alt samfelagið broytast. Her taka vit eitt petti úr bókini ”Bønn, har det noen hensikt?” av Phillip Yancey.


Tað eru dømir, sum vísa, at tá ið fólk, ið eru í svárastu neyð, blaka seg á Gud, kann alt samfelagið broytast. Her taka vit eitt petti úr bókini ”Bønn, har det noen hensikt?” av Phillip Yancey.
Í 1980-árunum var ein prestur við navninum Laszlo Tøkes settur at virka í einari lítlari reformeraðari meinigheit. Har skuldi hann arbeiða millum sínar ungarsku landsmenn, sum vóru ein kúgaður minniluti hinumegin rumenska markið.
Undanmaður hansara hevði opinberliga stuðlað stjórnini í tí kommunistiska Rumenia, ja, hann var farin so vítt, at hann gekk við einari reyðari stjørnu á prestakjóla sínum. Tøkes harafturímóti tók til orðanna móti órættinum og mótmælti atburðinum hjá stjórnini. Skjótt fór kirkjan at fyllast hvønn sunnudag. Har komu kirkjufólk og andstøðufólk bæði av rumenskum og ungarskum uppruna. Limatalið vaks frá 40 til 5.000.
Trygdarvørðarnir fingu eisini rættiliga eyguni upp fyri hesum djarva presti. Teir høttu fleiri ferðir við at brúka harðskap móti Tøkes, og eitt kvøldið varð politiið boðsent at koma og blaka hann út.
Tíðindini bórust sum eldur í turrum hoyggi, og kristin í hundraðtali – bæði baptistar, ortodoks, reformert og katolikkar – tustu út úr heimum sínum og kringsettu húsini hjá Tøkes og gjørdu á tann hátt ein verjugarð. Tey stóðu har bæði dag og nátt við tendraðum ljósum og sungu sálmar.
Nakrar dagar seinni breyt politiið gjøgnum fólkahópin at taka Tøkes. Staðin fyri at spjaðast og fara til hús gjørdu mótstøðufólkini av at marsjera oman til politistøðina í miðbýnum. Sum skrúðgongan við gangi gekk gjøgnum gøturnar, løgdust fleiri fólk afturat. Sum frá leið vaks fólkahópurin á torginum til yvir 200.000, og tað var mest sum alt fólkið har í økinum.
Tann rumenski herurin sendi hermenn hagar, og har gjørdist eitt blóðbað, tí teir fóru at skjóta eftir fólkahópinum. Teir drupu yvir hundrað fólk og særdu uppaftur fleiri. Framvegis varð fólkið standandi og sýtti fyri at lata seg spjaða.
Ein prestur har í grannalagnum steig fram og talaði til mótstøðufólkini í einari roynd at sissa ta vaksandi øðina og forða fyri einum beinleiðis uppreistri. Hann byrjaði við trimum orðum: ”Latið okkum biðja!”
Óbiðin fall øll henda stóra samkoman á knæ og bað Harrans bøn – í felags borgarligum ólýdni.
Eftir nøkrum døgum spjeiddi mótmælið seg til høvuðsstaðin Bucuresti, og stutt eftir fall stýrið hjá Nicolae Ceausescu, sum hevði stýrt Rumenia við jarnhond.
”SHALOM”
Effie Campbell umsetti.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo