Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Bíblian ella hurlivasi
14. februar 2011
Hin spennandi frásøgnin um ”Uppreisturin á Bounty” er søgd ferð eftir ferð, og í mong ár er hon prentað í bókum og bløðum, har hon er skrivað meira einføld og lættlesilig. Men tað er ein síða av hesi somu søgu, sum er lítið kend.
Hin spennandi frásøgnin um ”Uppreisturin á Bounty” er søgd ferð eftir ferð, og í mong ár er hon prentað í bókum og bløðum, har hon er skrivað meira einføld og lættlesilig. Men tað er ein síða av hesi somu søgu, sum er lítið kend.
Uppreistrarmenninir søktu skip sítt og fóru í land á einari lítlari oyggj, sum eitur Pitcairn. Har vóru níggju enskir sjómenn, seks menn úr Tahiti og tíggju konufólk. Ein av sjómonnunum fann fram til ein máta at framleiða alkohol, og ólevnaðurin, ið stóðst av hesum, fekk oynna at søkka niður í eitt díki av lastum og siðspillu, sum var uttan líka.
Tíðin gekk, og ein dag var bara ein av teimum upprunaligu sjófólkunum eftir á lívi, umframt konufólk og børn. Hesin sjómaður, Alexander Smith, fann eina Bíbliu niðri í einari kistu, sum teir høvdu tikið við frá Bounty. Hann fór undir at læra hini grundreglarnar í Bíbliuni, og tað førdi við sær, at bæði egna lív hansara og lívið hjá hinum oyggjarbúgvunum broyttist fullkomiliga.
Í 1808 kom eitt skip úr USA, Topaz, til oynna, og har sá manningin eitt blómandi samfelag við vælferð og trivnaði. Har var einki alkohol, eingi brotsverk og eingir stovnar fyri sálarsjúk fólk. Bíblian hevði broytt alt lívið á oynni!
Á einari súlu í einum gravhválvi í einari av kirkjunum í Róm, har sagt verður, at Paulus ápostul einaferð sat fangi, sæst ein innskrift: ”Guds orð er ikki bundið.” Hesin djarvi ápostulin, sum var bundin við leinkjum og bíðaði eftir deyðadómi sínum, var ikki fallin í fátt. Hann var fyltur við trúgv og visti, at evangeliið skuldi spreiðast út, og hann visti, at Jesus Kristus fór at sigra. Hann áminnir hin unga Timoteus at vera trúgvur móti Kristusi og evangeliinum. ”Tí toli eg ilt,” skrivar hann, ”og eri bundin sum ein illgerðarmaður; men Guds orð er ikki bundið.” (2. Tim. 2,9)
Sum hesi orðini hjá ápostlinum eru sonn! Tá ið Guds orð verður boðað við myndugleika ella lisið heilhugað, tá er tað ikki bundið.
Tað broytir eitt menniskja, eina familju, eitt samfelag, eina tjóð – júst sum tað gjørdi á oynni Pitcairn fyri mongum árum síðani.

Sannleiki stríðist móti óndskapi
Á okkara døgum fer ein bardagi fram, og hesin bardagin snýr seg um spurningin, um vit kunnu líta á Bíbliuna, og um hon hevur myndugleika.
Í Brævi Judasar lesa vit: ”Tí at nakrir menn hava smeitt seg inn, sum langt síðani frammanundan vóru innskrivaðir til henda dóm: gudleysir, sum misbrúka náði Guds várs til ólíkligskap og avnokta okkara einasta høvdinga og harra Jesus Krist.” (v. 4) Judas ávarar okkum og sigur, at í hvørjum ættarliði fara at koma ránsmenn, sum vilja stjala trúgv okkara á Guds orð og vón okkara um ódeyðiligleika.
Í hvørjari øld hava trúfastir Kristi tænarar stríðst hetta stríðið. Hetta er ein partur av okkara kalli at stríðast fyri sannleikanum móti óndskapinum. Har Guds sannleiki er, fer eisini óndskapurin at vísa seg: Tað fer Satan at syrgja fyri. Vit verða altíð kallað at fylgja áminningini hjá Judasi at ”stríðast fyri teirri trúgv, sum eina ferð fyri allar er fingin hinum heilagu.”
Tað einastandandi við Jesu Kristi undirvísing var ikki bara, at undirvísing hansara var so skillig og einføld, men eisini at hann undirvísti við myndugleika. Tá ið Jesus hevði endað fjallatalu sína, sigur Bíblian, at ”tá stóð mannamúgvan rættiliga bilsin av læru hansara, tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur mekt og mæti, og ikki sum teir skriftlærdu teirra.” (Matt. 7,28-29) Jesus vísti til og endurgav Gamla Testamenti við áliti, og hann legði dent á, at Skriftin kann ikki vikast.

Bíbliunnar myndugleiki
Í dag fer eitt rák fram, sum vil taka burtur og beina fyri Bíbliunnar myndugleika. Tá ið Bíblian verður drigin niður, fer lógloysi og ruðuleiki at koma í staðin. Henda støða fer at leiða til ein ørskap, sum verðin ikki áður hevur sæð. Okkara ættarlið má gera sær greitt, at tann ræðuligi veruleikin er, at annaðhvørt mugu vit aftur til Bíbliuna, ella enda vit aftur í einum hurlivasa. Um kirkjuliðið góðtekur, at Bíblian ikki hevur nakran myndugleika, so verður sjálv lívsnervin til missión og evangelisering kvett av.
Fyri nøkrum árum síðani gjørdi eg av at góðtaka Skriftirnar við trúgv. Tað vóru trupulleikar, sum eg við skilinum ikki fataði. Tá ið eg í trúgv tók móti Bíbliuni sum Guds álítandi orði, kom tað sum eldur í hendur mínar.
Eg tosi ikki um bókstavatrældóm. Eg sigi ikki, at vit skulu tilbiðja Bíbliuna, heldur enn hermaðurin tilbiður svørð sítt, ella ein skurðlækni tilbiður sín læknaknív. Men eg gangi við lív og sál inn fyri at boða evangeliið á ein hátt, sum uttan umberingar og undanførslur sigur: ”So sigur Harrin …” Verðin leingist eftir, at vit eru avgjørd og sýna myndugleika. Hon er móð av teologiskum fløkjum, brongli og óvissu. Eg eri fullvissur í, at menniskju eru opin fyri evangeliinum, um tað verður borið fram við myndugleika og sum Guds egna orð.
Boðskapur okkara um evangeliið kemur úr Bíbliuni, og Bíblian sigur: ”Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýrt í hjarta tínum, at Gud vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur.” (Róm. 10,9) Bíblian sigur eisini, at ”so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” (Jóh. 1,12) Hetta er eitt greitt lyfti frá Gudi til øll, sum vilja líta á Kristus. So skjótt sum tú hevur tikið hetta stigið í trúgv, eggjar Bíblian tær til at ”vaksa í náði og kunnskapi várs harra og frelsara Jesu Krists.” (2. Pæt. 3,18)
Eg mæli tær til at fara undir at lesa og granska tína Bíbliu. Lat Guds orð menna og mynda títt andaliga lív.
Bert tá fer lív títt at vaksa.

Eftir Billy Graham
Effie Campbell týddi






Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo