Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Hyggið at himmalsins fuglum!
1. juni 2010
Silas K.K. Olofson
- teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir? Matt 6,26
Jesus biður okkum hyggja at himmalsins fuglum. Teir hava okkurt at læra okkum. Guds verk er bæði at skapa og endurloysa. Endurloysingin er, at Jesus tók okkara synd á seg, tá ið hann doyði á Golgata. Tað er tað týdningarmiklasta í okkara trúgv. Hetta kann bringureyðin minna okkum á – tann lítli fuglurin, sum í søgnini royndi at toga naglarnar úr Jesusi, meðan hann hekk á krossinum. Bringureyðin bleiv raktur av einum blóðdropa, sum litaði bringuna. Lat hetta minna teg á, at blóðið er runnið, eisini fyri tína skuld.

Tó er Gud eisini skaparin. Í viðmerkingunum til Matt. 6,4 sigur Luther: ”Tit skilja, at Jesus ger fuglarnar til okkara lærarar. Tað er stór skomm og vanvirðing fyri okkum, tá evangeliið ger ein hjálparsleysan spurv til teolog og prædikumann hjá teimum vísu… Tað eru líka nógvir lærarar og prædikumenn, sum tað eru fuglar undir himli. Teir ger okkum lítillátin…. So hvørja ferð tú hoyrir ein fugl, lurtar tú eftir einum framúrskarandi prædikumanni. Tað tykist, sum hann sigur: ”Eg vil vera í Harrans húsarhaldi. Hann hevur skapt himmal og jørð, og hann er sjálvur kokkur og vertur. Hvønn dag gevur hann óteljandi fuglum at eta.”
Vit menniskju eru ikki bara fuglar. Vit eru skapað í Guds mynd. Vit hava fingið eitt heilt serligt pláss í Guds eygum. Men hóast Bíblian á allar mátar vísir, at vit eru í eini serligari støðu yvir fyri Gudi, og at vit eru krúnan á skapanarverkinum, so hava vit lyndi til at stúra. Hvussu skal tað ganga? Hvussu skulu vit fáa mat, klæði, arbeiði, heim? Hvussu skulu vit fáa endarnar at røkka saman?

Her eru fuglarnir ein prædika fyri okkum. Teir leita sær føði dag um dag, og Gud gevur teimum tað, teimum tørvar. Minst til tað, tá stúran vil stinga seg upp. Hugsa um fuglarnar, sum taka hvønn einasta dag úr Harrans hond og enntá kunnu hoyrast syngja, sjálvt tá kuldi og myrkur gera um seg.

Hetta merkir tó ikki, at vit ikki skulu vera umhugsin. Vit skulu hugsa um dagin í morgin, men ikki stúra fyri honum. Tað er onki skeivt í at gera ætlanir fyri, hvussu vit best klára dagin í morgin. Tað gera summir fuglar eisini. Gnelliskjóran kann t.d. goyma fleiri 1000 nøtur og annað um heystið, so hon hevur okkurt at liva av, tá ið einki er. Somuleiðis mugu vit brúka okkara vit og skil og leggja okkara lív til rættis, so vit taka atlit fyri framtíðini.

Men Gud gevur ikki fuglunum, sum vit geva hønunum. Hetta krossnevið má arbeiða fyri at fáa føðina úr konglinum. Ja, nógvir fuglar brúka mest sum alla teirra tíð til at leita sær føði. Gud gevur fuglunum møguleika at finna sær føði. Hann hevur innrættað náttúruna soleiðis, at fuglarnir kunnu finna tað, teimum tørvar. Hetta vísir okkum, at eisini vit skulu arbeiða fyri føðina. Vit skulu ikki vænta, at alt verður givið okkum, men at vit mugu arbeiða fyri tað. Tó er tað Gud, sum gevur okkum umstøður til at fáa mat á borðið og eitt stað at búgva. So samstundis sum vit við fullum rætti kunnu njóta fruktina av okkara arbeiði, so mugu vit eisini takka Gudi fyri evni og umstøður fyri at kunna gera hetta arbeiðið.

Silas K.K. Olofson

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo