23. oktober 2017
Nógv hava ivaleyst roynt tað. Les meira
Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Jesus vil hjálpa tær
8. apríl 2010
Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær! Sálm. 50,15
Tann Gud , sum hevur alla makt í himli og á jørð sigur hesi orð við teg í dag, og kanska er tað júst í dag, at tú hevur tørv á at fáa at vita hetta. Nú minni eg teg á, at tú hevur ein at fara til við tíni neyð, uttan mun til, hvør ið neyðin er.
Kanska ert tú einslig, ella tú ert sjúk. Kann vera, at børn tíni ella hjúnafelagin hava trupulleikar, ella at tíni fíggjarviðurskifti eru vánalig, ella stríðist tú við tína gudstrúgv?
Einki er ov lítið ella ov stórt at fara til Jesus við; men tað er ikki altíð, at loysnin á tínum trupulleikum kemur beinanvegin. Kortini byrjar okkurt at henda, tá ið vit stíga fram fyri Gud í Jesu navni og biðja um hjálp og vísdóm at loysa okkara trupulleikar.
Tað ber á, at Hann sendir hjálpina, sum okkum tørvar, gjøgnum onnur menniskju, ella at Hann brúkar neyðina til besta fyri okkum. Kanska brúkar Hann okkara neyðstøðu at minna okkum á bønarinnar megi.
Ofta verður sagt, at neyðartíðir eru Guds tíðir, og Bíblian sigur okkum, at tann, sum biður, hann skal fáa. Eg kenni eina mammu, sum hevði biðið í 40 ár, at sonurin mátti blíva frelstur, og ein dag kom bønarsvarið. Tað var vorðið ein vani hjá henni at biðja fyri honum, og á øllum møtum, sum hon var á, bað hon um forbøn fyri soni sínum. Henda mamman var, sum frá leið, vorðin gomul, og minnið var farið at bila. Drongurin var blivin vaksin maður; men Gud svaraði kortini upp á bønina!
Kalla á Hann í dag og legg alla neyð tína fram fyri Hann, sum hevur umsorgan fyri tær.
Onkur hevur sagt, at kallinummarið ella neyðnummarið upp til Guds er Sálmur 50,15, fyri at vit betur skulu minnast tað. Altso Harrin bjóðar tær og sigur: “Kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð - Eg skal hjálpa tær, og tú skalt prísa Mær.”
Effie Campbell umsetti.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo