Kúhegri og missión
8. apríl 2010

Silas K.K. Olofson
Í 1941 vilstust ein flokkur av kúhegrum úr Afrika til Suðuramerika – helst orsaka av ódnarveðri. Teir byrjaðu at nørast í Suðuramerika og stovnurin vaks so smátt. Nú eigur kúhegri í bæði Norður- og Suðuramerika og teir trívast væl.
Í 1941 vilstust ein flokkur av kúhegrum úr Afrika til Suðuramerika – helst orsaka av ódnarveðri. Teir byrjaðu at nørast í Suðuramerika og stovnurin vaks so smátt. Nú eigur kúhegri í bæði Norður- og Suðuramerika og teir trívast væl. Í okt. 2008 var ein kúhegri at síggja á Viðareiði. Hon fann ongin neyt og helt tí til hjá seyðinum. Hesin kúhegrin kann vera komin úr Norðuramerika, eftir sum hann kom aftaná nógvan vind av vestan. So kanska er tað orsaka av einim vilstum flokki av kúhegrum í 1941, at hesin er endaður í Føroyum?
Um ein var kúhegri og bleiv tikin av vindinum og viltist til Amerika úr Afrika, so hevði tað ikki akkurát verið tað stuttligasta vildi eg hildið. Men hetta gjørdist ein møguleiki hjá stovninum at festa búgv í einum nýggjum heimsparti og sostatt tryggja, at stovnurin yvirlivir og mennist. Á sama hátt mugu vit hyggja uppá missión. Uppgávurnar kunnu síggja ógjørligar út. Gud kann kalla okkum til at fara út við gleðiboðskapin til støð og lond, sum vit ongantíð sjálv høvdu funnið uppá. Men Jesus hevur kalla okkum at fara til heimsins enda við evangeliið. Líka sum kúhegrin hevur spjatt seg víða um, so eigi vit at spjaða Guds orð – orðið um at Jesus hevur tikið okkara synd á seg – út um allan heimin. Hóast uppgávan kann tykjast ógjørlig, so lovar Jesus sjálvur at vera hjá okkum :
»Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda. Matt. 28,18.20