Heykljómari og munkur
2. mars 2010

Silas K.K. Olofson
Í heyst var eg við til at seta sendarar á fuglar í Sumba. Hetta var ein partur av einari uppgávu hjá einum lívfrøðilesandi í Keypmannahavn. Vit vildu kanna, hvussu fuglar klára at finna veg.
Í heyst var eg við til at seta sendarar á fuglar í Sumba. Hetta var ein partur av einari uppgávu hjá einum lívfrøðilesandi í Keypmannahavn. Vit vildu kanna, hvussu fuglar klára at finna veg. Vit fangaðu fuglar í Sumba og fingið eini 30 fuglar sendandi úr Danmark. Vit vildu kanna, um hesir fuglar dugdu at finna aftur á rætta kós, nú teir vóru endaðir her í Føroyum. Fuglin tit síggja á myndini er ein heykljómari. Hann eigur vanliga í Eysturevropa og Asia og er í vetrarvist í Eysturafrika. Men summir fuglar fata av kós, tá teir skulu flúgva í vetrarvist og enda í Føroyum. Við at seta sendarar á fuglarnar kundu vit kanna, um teir vistu av hesum. Vistu teir, at nú er heilt gali? Dugdu teir at síggja, at Sumba ikki var Eysturafrika? Nú má eg venda um og fara suðureftir? Vit koyrdu sendarar á 5 heykljómarar og teir fóru allir í ein beinan vestan ella í ein útnyring. Hetta eru stórir og sterkir ljómarar og flestu teirra fóru avstað úr Sumba, hóast teir høvdu mótvind. Og fara teir í ein beinan vestan úr Sumba, so enda teir í Grønlandi ella New Foundlandi. Men ongin heykljómari er mær vitandi skrásettur í Amerika, so tað er næstan heilt sikkurt, at teir doyggja á vegnum yvirum havið. Teir eru so sterkir og lýta á seg sjálvan og hugsa ikki – eri eg nú farin av kós?
Á sama hátt eiga vit at steðga á og spyrja: Eri eg farin av kós? Gangi eg tann breiða vegin? Fara eg eina ásetta kós, tí eg føli tað er rætt, líka sum instinktið hjá heykljómaranum sigur, at hann skal fara? Guds orð skal verða ein lykt fyri okkara føtur. Jesus eigur at vera vitin, sum vit ferðast eftir. Hann er vegurin, sum vit eiga at ganga eftir. Vit eiga ikki at lýta á okkara styrki og kenslur.
Munkurin er í somu ætt sum heykljómarin, men er minni og veikari. Vit koyrdu eisini sendarar á munkar í Sumba og tað vísti seg skjótt, at flestu munkarnir fóru í ein landsynning, tá teir fóru úr Sumba. Teir vóru greiðir yvir, at teir vóru farnir av kós og máttu venda um. Munkar eiga í Skandinavia og teir síggjast sum oftast hjá okkum um heystarnar, tá hann hevur verið eystan ella landsynningur. Fuglarnir vita, at teir skulu í ein sunnan, men tá vindur kemur á teir, so fara teir ofta við vindinum. Teir orka ikki at berjast móti vindinum og enda her hjá okkum. So steðga teir á, leita sær føði og fara so suðureftir, tá veðrið er til vildar. Hetta kann læra okkum, at hóast vit eru komin av leið, so kunnu vit venda um til Jesus og leita okkum styrki hjá honum. So kunnu vit fáa kraft til at byrja av nýggjum – sjálvt um vit hava eitt heilt hav, sum vit skulu flúgva yvir.