Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Ternan – ein ferðafuglur
8. februar 2010
Silas K.K. Olofson
Í Matt. 6,26 sigur Jesus: ”Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir?”
Martin Luther sigur í sínum viðmerkingum til hetta versið: ”Tit skilja, at Jesus ger fuglarnar til okkara lærarar. Tað er stór skomm og vanvirðing fyri okkum, tá evangeliið ger ein hjálparleysan spurv til gudfrøðing og prædikara hjá teimum vísu… Tað eru líka nógvir lærarar og prædikara, sum tað eru fuglar undir himli. Teirra dømi ger okkum lítillátin…. So hvørja ferð tú hoyrir ein fugl, lurtar tú eftir einum framúrskarandi prædikara. Tað tykist sum hann sigur: ”Eg vil vera í Harrans húsarhaldi. Hann hevur skapt himmal og jørð, og hann er sjálvur kokkur og vertur. Hann mettar óteljandi fuglar hvønn dag.”

Vit kunnu læra nógv av fuglunum. Sjálvur eri eg sera hugtikin av okkara heimligu ternu. Ein stórur partur av stovninum ferðast frá Norðpólinum til Suðurpólin – samanlagt einar 70.000 km. Hetta er ørkymlandi fyri ein so lítlan fugl – som hevur sæð støð, sum vit bert kunnu droyma um. Afturat hesum er, at ternan, eftir mínum tykki, er ein av okkara vakrastu fuglum og vísir okkum Guds ótrúliga skapanarverk. Á latíni eitur terna -sterna paradisaea - paradís-ternan – og eg giti, at hennara vakurleiki hevur spælt inn, tá ið hon fekk hetta navnið. Men eitt annað kunnu vit læra av ternuni. Alt sítt lív er hon á ferð. Á sumri hevur hon skund, at fáa pisuna floygda, og á vetri hevur hon skund, at finna sær føði, so hon orkar ferðina norður aftur.

Á sama hátt mugu vit ikki gloyma, at vit eru gestir her á fold. Vit eru bert her eina stutta tíð. Okkara mál er paradís. Vit mugu ikki hugsa, at nú eru vit heima – nú er okkara uppgáva liðug. Líka sum ternan altíð hevur skund, so eiga vit eisini at hava skund við at boða Orðið – at paradís er vunnið gjøgnum Jesu krossdeyða, at okkara heim er heima hjá Gudi, og at Jesus sjálvur er okkara ferðaleið haðar.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo