Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








At læra Bíbliuna uttanat
3. november 2009

Í norska blaðnum Ungdom og Tiden nr. 3 í 1981 stendur henda samrøða við Øivind Andersen, bíbliuskúlalærara. Tað var Kristian Fagerli, sum tosaði við hann. Øivind Andsersen, sum doyði í 1994, dugdi nógv av Bíbliuni uttanat. Hann var blindur seinastu mongu árini.
Hvør av okkum lesur Guds orð ein tíma hvønn einasta dag? Tey eru ikki mong, sjálvt ikki millum bíbliuskúlanæmingar okkara, sigur Øivind Andersen , sum sjálvur hevur verið lærari á Bíbliu- og Missiónsskúla í 50 ár, so hann skuldi vita hvat hann talar um.

Hví er tað so umráðandi at lesa í Bíbliuni, Øivind Andersen?

Bíblian er Guds orð. Bíblian inniheldur ikki Guds orð. Bíblian er Guds orð frá permu til permu.

Hvat vil tað siga?

Tú møtir Gudi sjálvum í Bíbliuni. Hann ger sín gerning í hjarta tínum gjøgnum orð sítt. Tú dugir ikki sjálvur síggja, at tú ert fullkomiliga glataður uttan Jesus. Tað kann orðið vísa tær. Tú kanst ikki umvenda hjarta títt. Tað kann Guds orð.

Hvussu skapast trúgvin í hjarta okkara?

Av tær sjálvum kanst tú ikki tvinga hjarta títt til at hava álit á einum menniskja, tú ikki hevur álit á. Men vísir eitt menniskja seg at vera at líta á, nýtist tær bert at vera saman við tí, hoyra tað, síggja tað, og tá fært tú álit á tí. Soleiðis er tað, tá Heilagi Andin fær víst tær Jesus í orðinum. Tú fært álit á Jesusi, trúgv á Jesus við at hoyra hann, “síggja” hann, soleiðis sum hann stendur fram í Guds orði.

Hava tygum nøkur góð ráð til ein, sum vil byrja at lesa í Bíbliuni?

Jú, lat tað vera skil í bíbliulesnaðinum. Set tær fyri at hava eina ávísa tíð á degnum, har tú setur teg niður at lesa. Og les samanhangandi, ikki eitt orð her og eitt annað har. Legg fyri við Jóhannesar evangeliinum, og les eitt petti, ikki ov langt, hvønn dag. Les tað sakta tríggjar ferðir, og um tú kanst lesa hart, er tað frálíkt. At lesa framhaldandi á henda hátt hevur størri týdning enn tú nakrantíð hevði hugsa tær.

Kann tað leiða til lógartrældóm, at ein lesur Guds orð ávísar tíðir?

Nei, hetta er millum tað tvætlið, sum vit hoyra í dag, har ongar reglur eru galdandi fyri nøkrum. Eingin verður lógartrælur av at hava góðar vanar. Jesus fór í Halgidómin, sum hann var vanur. At seta seg niður av vana at lurta eftir Guds orði, leiðir ikki til lógartrældóm, men til signing.

Mong siga, at tey hava ikki stundir at lesa Guds orð.

Tað er lygn. Tú hevur stundir, um tú tekur tær stundir. Tú fært ongantíð tíð til at lesa í Bíbliuni. Ta tíðina mást tú taka tær. Men gert tú tað, fert tú eisini at sanna, at tú fært tíð til nógv, sum tú ikki hevði tíð til áður. Hetta kann eg siga av egnum royndum.

Onnur siga, at tey hava so ilt við at hugsavna seg.

Tá ið tú setir teg niður at lesa Guds orð, skalt tú ikki hugsa um støðu tína. Tú skalt heldur ikki hugsa um, um tú fært nakað. Ikki berjast við teg sjálvan fyri at sita við andakt. Meira tú berjist fyri at savna tankarnar, meira spjaddir verða teir. Bíblian, tvørturímóti, savnar tankar tínar, tá ið tú situr í friði við henni og spyrt, hvat har stendur.

Hendir vøksturin automatiskt, tá ið vit lesa Guds orð?

Onki hendir automatiskt ella mekaniskt í tí andaliga lívinum, men tað hendir organiskt, sum tá ið fruktin veksur á einum træi.

Tá ið tú lesur, mást tú vera klárur at fylgja tí, sum Bíblian sigur tær, og so langt sum tað stendur til tín, mást tú innrætta lív títt eftir tí, sum tú lesur. Tað, sum Bíblian sigur er synd, mást tú ikki av fríum vilja ganga við til at gera.

Sum kristin livir tú í einari áhaldandi bardagastøðu móti syndini. "Men hini, sum sáað vóru í góða jørð, tað eru tey, ið hoyra orðið og taka við tí og bera ávøkst, tríatifalt og sekstifalt og hundraðfalt."

Tygum hava lært stórar partar í Bíbliuni uttanat. Hví er tað umráðandi?

Tá ið tú lærir teg partar og bíbliuorð uttanat, hevur tú Guds orð í hjartanum alla tíðina. Heilagi Andin kann tá arbeiða við tær gjøgnum hetta orðið. Hann kann taka tað fram og greina tað fyri tær so greitt, hvar tú ert. Tú kanst síggja lutir í Guds orði, sum tú gongur úti á vegnum, tá ið tí situr og etur, ja, nær sum helst. Ljósið kann renna upp fyri tær, uttan at tú tilvitað hugsar um Guds orð ella tí, sum viðvíkur andaliga lívinum.

Hvussu skal ein bera seg at, tá ið ein skal læra seg Bíbliuna uttanat?

Tú skalt læra teg uttanat tey orð ella partar, sum tú merkir tala serliga til tín. Men ansa eftir ikki at seta upp eina ov stóra ætlan. Ert tú ov bráður í byrjanini, kanst tú skjótt missa mótið. Sjálv innlæringin er við endurtøku, ikki við at terpa.

Í dag eru vit so bangin fyri at lesa og hoyra nakað umaftur. Tað skulu vit ikki vera. Les tað, tú skalt læra umaftur og umaftur. Vend aftur til tað við jøvnum millumbilum, hugsa um tað, grunda yvir tað.

Er tað serliga umráðandi í dag, at kenna Bíbliu sína?

Ja, Jesus segði við teir religiøsu leiðararnar í Ísrael: "Tit fara villir, av tí at tit hvørki kenna skriftirnar ella Guds mátt." Matt. 22,29

Í síðstu tíðum fer allur kristinheimurin at sovna. Mong eru í dag villleidd, og tú fert at uppliva, at uppaftur fleiri fara at verða villleidd í tíðini, sum kemur. Tí áminnir Bíblian teg um at vaka og til at týða tíðarteknini. Men tú kanst ikki týða tíðarinnar tekin, uttan tú kennir Bíbliuna, og tú kanst heldur ikki vaka, uttan tú veitst, hvat skrivað stendur, og heldur teg til tað.

Alt tað, sum er ilt í lívi tínum, kemur av, at tú ikki nýtir Guds orð. Alt, sum er gott og elskuligt og satt, og ein og hvør dygd kemur av, at tú lesur Bíbliuna og heldur teg til hana.

Fer so alt at verða rósureytt og ongir trupulleikar?

Nei, Bíblian fer uttan iva at vísa tær, hvør tú veruliga ert. Tað fer ikki altíð at vera lætt at síggja tað. Og vilt tú halda teg til Guds orð, verður tú eitt livandi mótmæli móti nógvum av tí, sum hendir í dag. Tað fer heldur ikki altíð at vera lætt. Men tú fert eisini at síggja Jesus. Tú fært ljós, tú fært frelsuvissu og gleði í Harranum, og tú fært ta livandi vónina, vónina um Himmalin grundfesta í hjarta tínum.

Hava tygum eini góð ráð til seinast?

Ein norskur lesandi spurdi ein lærara í fronskum, hvat hann skuldi gera fyri at læra franskt. "Eg vil geva tær trý ráð," segði lærarin. "Í fyrsta lagið: Les franskt. Í øðrum lagi: Les franskt; og í triðja lagi: Les franskt."

Ynskir tú at liva saman við Jesusi?

Ynskir tú at vera í tænastu hansara?

Ynskir tú sigur og kraft í lívi tínum og í tænastuni?

Tá vil eg fegin geva tær trý ráð: Les Bíbliuna. Tað er tað fyrsta. Les Bíbliuna. Tað er tað annað. Les Bíbliuna. Tað er tað triðja.

Emma Jacobsen týddi
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo