Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Dárskapur og Vísdómur
16. september 2009
Silas K.K. Olofson
1. Kor. 1: v18 Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft. v19 Tí at skrivað stendur: »Eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.«


Versini byrja við at vísa á, at tað er eitt mark, sum altíð hevur verið og verður. Tað er eitt mark gjøgnum alla mannasøguna millum tey, sum glatast, og tey, sum verða frelst. Vit hugsa ikki altíð um tað. Og kanska hugsa vit minni um tað nú, enn tey ættarlið, sum vóru undan okkum. Vit hoyra so ofta, at vit ikki mugu gera mannamun, og at vit skulu vísa á Guds kærleika. Vit skulu ikki døma fólk ella siga teimum frá Guds vreiði yvir syndina. Men Guds orð ger mannamun. Summi glatast og summi verða frelst. Hesum veruleika møta vit í Skriftini.
Vit kunnu ikki, og eg trúgvi heldur ikki, at vit eiga at hava glatanina i huga alla tíðina. Men vit hava tørv á, at verða mint á hendan veruleikan. Tí her síggja vit endamálið við, at heimurin enn er til. Gud vil, at øll skulu verða frelst. Hann er tolin. Nú er náðitíð og nú er missiónstíð. Í morgin kann Jesus hava tikið okkum heim. Tá er hvíld. Tá er stríðið av. Og tá eru ongin vantrúgvandi at vitna fyri longur.
Men nú er løtan. Nú skalt tú vitna. Nú er náðitíð. Og í versunum vit hava lisið, greiðir Paulus okkum frá, hvussu vit skulu nýta náðitíðina. Hetta er eitt álvarsligt arbeiði. Hetta kann gera ævigan mun fyri fólk. Tað snýr seg um, hvar fólk skulu vera um allar ævir. Vit eiga at meta hetta arbeiði sera høgt. Ja, hægri enn alt annað. Vit mugu vita, at okkara arbeiði kanna brenna upp, tí vit hava bygt á ting, ið ikki bera æviga frukt. Í 1. Kor. 3,12-13 sigur Paulus: Men um einhvør byggir oman á grundvøllin gull, silvur, dýrar steinar, træ, hoyggj, hálm, tá skal verkið hjá einum og hvørjum verða eyðsýnt; tí at dagurin skal sýna tað, av tí at hann verður opinberaður við eldi; og hvussu verkið hjá einum og hvørjum er, tað skal eldurin prógva.
Hvussu kann Paulus og hvussu kunnu vit sleppa undan, at tað vit byggja upp, ikki alt skal brennast upp? Hvat skal til fyri at okkara arbeiði ber ævigan ávøkst? Hvussu kann missiónsarbeiði verða eitt arbeiði, sum Gud hevur tokka til? Eitt arbeiði, sum klárar royndina á dómadegi?
Seinastu árini hevur stórt fokus verið á, hvussu vit skulu dríva missión. Hvussu vit skulu vitna í okkara gerandisdegi. Hvussu vit gerast ein vitnandi samkoma. Hvussu vit kunnu tillaga fólki, sum vanliga ikki ganga á møti, okkara møtir.
Umborð á skipinum Logos Hope keypti eg nógvar bøkur, og tær, sum eg havi lisið higartil, hava verið heilt góðar. Men tá eg gekk og hugdi umborð varnaðist eg skjótt, hvussu nógvar "how to" ella "hvussu" bøkur, ið har vóru. Hvussu verði eg ein brennandi trúgvandi, hvussu blívi eg meir íðin, hvussu gerist eg betri, hvussu vinni eg fleiri fólk fyri Kristus. Tað, sum eyðkendi hesar bøkur var, at við at gera alt møguligt, so bleiv alt betri. Far tíðliga upp at biðja hvønn morgun, fasta einaferð um vikuna, vitna fyri minst einum persóni hvønn dag, halt teg frá hesum og hasum o.s.fr. Alt góð ráð til, hvussu vit kunnu bøta um ymsar partar av okkara kristinlívið.
Trúgvandi ynskja heilaggering. Í Róm. 7 talar Paulus um, at vit hava fingið ein nýggjan vilja, sum ynskir at tæna Gudi. Tí er tað einki skeivt í, at ynskja at blíva meir íðin, meir brennandi, meir vitnandi o.s.fr. Men hvussu hendir hetta? Kunnu ávís góð ráð gera okkum meir vitnandi?
Tað er grundleggjandi tveir mátar, vit røkka fólki. Tá fyritøkur skulu gera eina vøru, gera tær ofta kundakanningar. Hvat ynskja kundarnir sær? Hvussu vil kundin hava, at vøran er, áðrenn hann keypir hana? Á sama hátt kunnu vit spyrja, hvat skal til, fyri at fólk fáa hug at koma á møti. Slíkar royndar vera í stóran mun gjørdar. Hvat er gott við at ganga í kirkju ella á møti? Hvat er ringt? Hvussu skal kirkjan vera, fyri at tey skulu koma? Slíkir spurningar finnast í nógvum bókum, bæði á Logos Hope, á internetinum og aðra staðni. Gjøgnumgangandi er, at prædikan hevur minst áhuga. Antin skal prædikan heilt burtur ella gerast so stutt sum gjørligt. Hinvegin gevur góður rytmiskur lovsangur góða kenslu, og átti tí at fingið meira pláss.
Willow Creek – ein kirkja í Amerika – hevur hildið fleiri ráðstevnur í Føroyum. Teir arbeiða út frá tí, at vit kunnu læra at vitna á ein hátt, so tey vantrúgvandi skilja okkara boðskap og venda um. Vit skulu finna okkara sterku síður, og brúka vit tær rætt, so koma umvendingar, framgongd og veking uttan iva. Umvending er eitt frítt val. Gjøgnum vinabond og annan blíðskap skulu vit royna at fáa fólk at koma á møti. Málið verður tá, at vantrúgvandi skulu dáma væl og gerast hugtikin av kirkjuni og fáa hug at koma. Hetta hevur við sær, at summar kirkjur, sum hava fingið íblástur frá Willow Creek t.d. nokta at tala um synd ella Guds vreiði, tí hetta stoytir fólk og tað er jú ikki endamálið hjá kirkjuni.
Fyrsti máti at náa fólk, er at spyrja, hvat tey ynskja. Og um málið hjá okkum er at samla so nógv fólk sum gjørligt, so er hetta vegurin fram. Hinum mátanum møta vit í tekstinum, sum vit hava lisið. Fyrsti møguleiki var at fara til teirra, sum vit vilja náa. Hin møguleikin er at fara til hann, sum bæði vil og kann náa tey. Paulus spyr, hvussu Gud arbeiðir, tá ið hann vil frelsa fólk. Vit mugu vita, hvussu Gud arbeiðir, áðrenn vit kunnu arbeiða fyri Gudi.
Versini, vit hava lisið, er ørkymlandi. Gud brúkar tað øvugta av tí, sum fólk ynskja. Hann brúkar krossin, sum er dárskapur fyri tey, sum glatast. Orðið dárskapur eitur "moria". Kanska kennir tú tað enska orðið "moron", sum merkir tápugás ella idiot. Hetta er býttiskapur, fávitska, idioti. Gud hevur knýtt alla sína frelsukraft til orðið um krossin. Tað, sum er idioti og steinbýtt, tað er Guds kraft. Hetta er hurðin til Guds ríki.
Orðið um krossin er ein meinbogi og ein dárskapur fyri tey ófrelstu (v. 23). Hetta er virkiliga hol í høvdið. Hvønn týdning hevur tað fyri lívið hjá okkum nútíðar føroyingum, at onkur maður doyði á einum krossi fyri uml. 2000 árum síðani? Hetta er býttisligt at siga, at tað logiskt hevur nakran sum helst týdning. Júst tí skulu vit ikki royna at tillaga hendan boðskapin, so hann passar til tey. Vit kunnu ikki boða orðið um krossin, uttan at tað er ein meinbogi. Vit kunnu hava fokus á tann kristna felagsskapin, syngja lovsang saman og royna at fáa fólk at kenna seg væl í okkara samkomum. Men er okkara prædika ikki ein meinbogi, so er grund til at spyrja, um vit prædika sannleikan. Kitlar prædikan bert í oyrunum á teimum sum lurta? Gevast vit at tala um synd og Guds vreiði, so menniskju skulu kenna seg væl okkara millum? Og er okkara vitnisburður, at tað er stuttligt at ganga á møti, at lovsangurin er góður ella at vit hava góðan felagsskap?

Framhald í næsta blaði.

Silas K.K. Olofson
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo