Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Gu­s or­
13. august 2009
Peter Olsen
So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt!
Tað er ein veldig og virkin kraft í Guðs orði!

Hebrearabrævið sigur, at "Guðs orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. Og eingin skapningur er fjaldur fyri ásjón hansara; men alt er nakið og bert fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri" (Heb 4,12). Hvussu djúpt hetta orði kann treingja inn í sálina, sæðst av orðum Pæturs, tá ið hann sigur, at vit "eru endurføddir, ikki av forgongiligum, men av óforgongiligum sáði, við Guðs livandi og varandi orði" (1. Pæt 1,23). Guds orð skapar andaligt lív av deyðum. Tað hevur kraft til at endurføða eitt vantrúgvandi menniskja.

Guds orð í Gamla Testamenti

Longu í Gamla Testamenti møta vit hesi trúnni á, hvat Guds orð megnar. Við Jesaja sigur Gud: "Soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til" (Jes. 55,11). Guds orð útinnir Guds vilja, tí hetta orðið hevur somu kraft sum Gud sjálvur. Hann hevur tengt seg soleiðis til sítt orð, at vit møta honum sjálvum í hansara kraft og hátign, tá vit møta hesum orðinum.
Jeremia má boyggja seg í virðing fyri síni egnu tænastu við orðinum, tá Harrin sigur honum: "Er ikki orð mítt eins og eldur, sigur Harrin, eins og hamar, sum klývur klettar?" (Jer.23,29).
Við hesum veldiga orði skapaði Gud einaferð alt: "Tí hann talaði, og so varð tað; hann beyð, og so tað stóð" (Sálm.33.10). Men Gud sigur eisini sjálvur um sítt orð: "Av tí at tit mæla tílíkum orðum, sí, tessvegna geri eg orð míni til eld í munni tínum og hetta fólk til brennivið, og eldurin skal týna teimum" (Jer.5,14). Tí skulu vit saman við Jeramia boyggja okkum fyri hesum orðum og ikki taka okkum av løttum, hvat viðvíkur orðinum, hvussu vit hoyra tað og taka tað til okkum.

Gud er í sínum orði

Yvirskriftin er ein endurgeving frá Paulusi, sum í Róm.10,17 sigur: "So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists." Trúgvin á Kristus kemur ikki frá einum og hvørjum orðið, men gjøgnum orðið um Kristus. Hetta orð ber Kristus við sær. Ja, Jóhannes fortelur okkum, at Guds orð er Kristus (Jóh.1,1). Hetta merkir, at hin tríeindi Gud kemur til okkara gjøgnum tað, vit lesa í Bíbliuni og hoyra í boðanina... um boðanin altso er ein sannur vitnisburður um Kristus. Sonur Guds hevur tengt seg soleiðis at orðinum um seg sjálvan, at vit hvørki noyðast at stíga upp til himmals fyri at heinta Kristus niður, ella stíga niður í undirdýpið fyri at heinta Kristus upp. Tí orðið, sum er Kristus sjálvur, er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum, hetta er trúðarorðið, sum vit prædika (sí Rom10,6-10).

Tú møtir Gudi sjálvum

Tá ið tú lurtar eftir sannari, bíbilskari boðan, stendur tú andlit til andlits við Gud sjálvan. Her er talan um at taka dómadag í forskoti. Tín æviga lagna verður avgjørd. Hann kann treingja inn í títt hjarta og gera tað til sín bústað. Hetta er nakað hann ger gjøgnum sítt livandi orð. Fert tú til gudstænastu ella á møti, skalt tú vænta hesa virknu kraft í Guds orði.
Men tú kanst eisini vísa orðinum burtur. Tá er tað ikki bert orðið tú vísir burtur, men Gudi sjálvum, sum er livandi til staðar í orðinum. Gert tú tað, hevur tú byrjað eina ferð, sum Bíblian kallar forherðing. Tað er tí Bíblian bæði talar um, at menniskju herða seg og verða herd (Ef.4,18; Róm.9,18). Guds Orð hevur altíð ávirkan á tey oyru og hjørtu, sum hoyra orðið. Antin verður tað til lív ella deyða, tí tað hevur altíð ávirkan.

Ranglæra
Næstan tað sama er galdandi fyri ranglæru. Hon rúmar eisini andaliga kraft. Hon treingir inn og dregur okkara hjørtu til sín. Men her er tað ikki Gud, sum virkar. Vit møta harafturímóti hanara mótstøðumann, Djevlinum, í ranglæruni. Tað er honum, vit geva rúm í okkara hjarta, tá ið vit opna okkara oyru fyri ranglæruni.
Tá ið eg byrjaði at lesa gudfrøði í 1983, hoyrdist ofta áheitan í samkomunum um at biðja fyri teimum lesandi, tí tey hoyrdu so nógva falska læru. Vit vóru í heilum mint á, hvussu hættislig okkara støða var. Tað var gott! Uttan hesa ávaring vóru fleiri av okkum fallin frá, meðan vit lósu.
Men hetta sama er galdandi fyri onnur kristin. Tað er lívshættisligt at lurta eftir ranglæru. Ikki bert trúgvin, men eisini vantrúgvin kemur av tí, sum vit hoyra!

Haldið tykkum burtur frá teimum!

Djevulin hevur ein ræðuligan samgongumann; okkara egna hjarta. Jeremia sigur um menniskja aftan á syndafallið: "Svikafult er hjartað fram um alt annað; tað er brekað, og hvør kennir tað?" (Jer.17,9). Okkara náttúra vil ikki tað, sum Gud vil. Orðið um ein krossfestan frelsara er dárskapur fyri tann náttúruliga religiøsitetin, sum býr í okkum øllum. Tí er hjartað lætt at svíkja. Og tí ávarar tað Nýggja Testamenti okkum aftur og aftur móti ranglærarum: "Haldið tykkum burtur frá teimum" (Róm.16,17; Tit.3,10; 2.Joh.9-11).


Peter Olsen,
Silas K.K. Olofson týddi.

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo