23. oktober 2017
Nógv hava ivaleyst roynt tað. Les meira
Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Kongurin, sum kann fyrigeva synd
20. juli 2009
Jesus er kongurin, sum hevur valdið á syndini. Hann kann fyrigeva syndaranum.

Tað er so væl umtókt nú á døgum at hava eygleiðarar. Tá ið Jesus talaði í Kapernaum, vóru nógvir eygleiðarar har. Teir vóru sendir úr Jerusalem.
Tá kom onkur við einum sjúkum manni og loraði hann niður gjøgnum tekjuna. Hann var giktsjúkur. Teir loraðu hann niður beint framman fyri Kongi. Har vóru fá, av teimum sum vóru hjástødd, ið skiltu, at hann var kongur yvir syndini. Maðurin varð loraður niður framman fyri honum, og tá ið Jesus hugdi inn í hjartað á manninum, segði hann: “Sonur, syndir tínar eru tær fyrigivnar!”
Men tá hugsaðu eygleiðararnir: “Hvør er hesin, sum enntá hevur megi at fyrigeva syndir? Er hann Gud? Tað er jú bara Gud, sum kann gera tað.” Men hann var Kongurin. Hann hevði kongliga megi og myndugleika at fyrigeva syndir og at fasthalda syndir, og hann hevur hesa megi enn í dag.
Kongliga blóð hansara, sum fleyt gjøgnum æðrar hansara, hevur kongliga megi at reinsa eina menniskju, sum kemur og játtar og fellur á knæ fyri Kongi og biður um Kongsins náði. Hann skal sleppa at hoyra tey kongligu orð frá einum kongi, sum hevur myndugleika at fyrigeva syndaranum: “Sonur, dóttir, syndir tínar eru tær fyrigivnar!”
Kongur yvir øllum sjúkum
Jesus var Kongur yvir sjúkunum. Jesus bað ongantíð fyri sjúkum. Ikki eina ta einastu ferð bað hann fyri einum sjúkum. Ongantíð legði hann hond sína á nakað menniskja og segði: “Kæri Gud í himlinum, vilt tú grøða henda sjúka mannin?” Ongantíð legði hann hendurnar á eitt deyvt oyra og segði: “Kæri Gud í himli, vilt tú lata hetta deyva oyrað upp?”
Ongantíð legði hann hondina á ein krypil og segði: “Kæri Gud, vilt tú grøða henda krypilin, so hann fær gingið?” Tað nýttist honum ikki, hann var kongur yvir øllum sjúkum. Tað hevði herhøvdingin skilt, tá ið hann segði: “Sig bara eitt orð, so verður drongur mín grøddur.” Hann bað um eini konglig boð.
Jesus bað ongantíð fyri sjúkum, hann gav teimum boð um at gerast frísk. Hann talaði reinsan til tey spitølsku. Hann segði: “Verið rein!” og tey gjørdust rein. Hann talaði inn í tað blinda eygað, til ta skaddu sjónarnervina - til sjálva orsøkina - og hann segði við tað blinda eygað: “Ver síggjandi!” og tá sá eygað.
Hann talaði til tær deyðu hoyrnarnervarnar og segði: “Effata, lat teg upp!” og so hoyrdu oyruni. Hann talaði við teir lamnu, sum lógu á rygginum. Summi høvdu ligið í tíggju ár, onkur hevði ligið í 38 ár, onnur høvdu ligið í styttri tíð - men hvussu leingi tey enn høvdu ligið, hvussu leingi tey høvdu verið lamin og giktsjúk og vanfør, so segði hann ongantíð: “Kæri Gud, vilt tú grøða henda og henda?”
Men hann segði við tann, sum lá har: “Reis teg upp! Tak song tína og far til gongu!” Og tey fóru á føtur og gingu, tí tað var Kongurin, sum talaði. Tú kanst uppliva tað sama í dag, tí eingin endi skal verða á kongadømi hansara, og hann skal verða kongur um ævir. Hann er á hæddini av kongsmegi síni júst nú, og hansara kongliga megi er allastaðni, eisini her í Føroyum í dag.

Sigurharrin á illu andunum
Jesus er Kongur yvir teimum óndu andunum. Hann talaði í samkomuhúsinum í Kapernaum. Ein maður við óreinum anda sat har. Hann skar í róp og segði: “Hvat hava vit við teg at gera, Jesus úr Nasaret? Vit kenna teg, hvør tú ert, tú Guds heilagi.” Men tá talaði Jesus til sjálvan andan, sum var í manninum. Hann talaði til hin illa andan. Hann segði: “Tig og far út úr honum!”
Tá fór hann úr honum, og maðurin small í gólvið. Síðani reistist hin plágaði maðurin. Nú var hann fríur maður, og tá søgdu fólk: “Hvør er hesin, sum býður teimum óreinu andunum, og teir akta hann?” Hvør var tað? Tað var Kongurin yvir øllum teimum óreinu andunum.
Ein dagin fer hann yvir til bygdarlagið hjá gerasenum, og tá stígur ein maður fram, sum hevur mist vitið so heilt og fult. Hann hevur sítt tilhald í gravarhellunum og loypur og tuskar runt í fjøllunum á náttartíð og berjir seg sjálvan við gróti. Menn hava roynt at bundið hann, ja, eisini við jarnleinkjum; men hann hevur slitið tær sundur. Eingi menniskju vóru ment at temja hann, tí seks túsund illir andar vóru inni í honum.
So kemur Jesus. Hann gongur niðri í fjøruni yvir ímóti teimum seks túsund illu andunum. Í somu løtu, at Jesus stígur úr bátinum og niður í fjøruna, kemur maðurin við teimum seks túsund illu andunum og fellur á knæ. Teir illu andarnir boyggja seg í hávirðing og tign fyri manninum úr Nasaret.
Teir siga: “Pín okkum ikki fyri tíðina.” Ein dag fer tað at henda, at Satan og allir djevlarnir og óndu andarnir skulu blakast í sjógvin við eldi og svávuli, og teir vita tað. Teir kenna Kongin yvir teimum illu andunum. So gevur hann boðini. Eitt orð: “Farið!” Og seks túsund illir andar fara út eftir boðum hansara.
Hann er kongurin, sum hevur myndugleika yvir øllum teimum illu andunum.

Sigursharri á deyða
Jesus er kongur yvir deyðanum. Tá ið Jesus kom nær til fólk, sum vóru deyð, skakaðist hann í andanum. Hansara innara menniskja skalv. Hann kendi deyðan so tætt hjá sær, hann, sum ikki visti um deyða at siga, av tí at hann var Lívið.
Tá ið hann kom til Betania, var Lázarus deyður og lagdur í grøvina, og hann hevði longu ligið har í fýra dagar. Líkið stinkar, tað er farið at rotna. Ein ræðuligur deymur kemur úr grøvini. Teir hava lagt steinin fyri og tett. Líkini rotna so skjótt í heitu londunum, fýra dagar eru nóg mikið.
Tá ið Jesus kom, tóktist tað, sum kom hann ov seint. Kvinnurnar komu ímóti honum og søgdu: “Um tú hevði verið her, so var bróðir okkara ikki deyður.” Tá sigur Jesus: “Bróðir tín skal rísa upp!” Men tá ið tey komu til grøvina, svíkur trúgv teirra, tí tá sigur Jesus: “Takið steinin frá!” Soleiðis er tað nevniliga, at kongur okkara arbeiðir.
Hann roynir trúgv okkara. Ger teg til reiðar! Fyrireika teg! Tak ímóti undrinum! Vænta okkurt, búgv teg til. Ger teg til reiðar til Kongsins inntriv.
Hetta er einasta staðið, at tað stendur, at Jesus bað, tá ið hann gjørdi eitt undur. Tað var við grøv Lázarusar. Men hann bað soleiðis: “Faðir, eg takki tær fyri tað, at tú hevur hoyrt meg. Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundanum, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva.” Tá ið hann hevði sagt tað, rópti hann: “Lázarus, kom út!”
Ein prædikumaður hevur sagt, at hevði Jesus ikki sagt: “Lázarus, kom út!” men bara rópt: “Kom út!” so høvdu øll tey deyðu í Betania og har um vegir komið út úr grøvum sínum, og tað høvdu tey. Tað var Kongurin yvir deyðanum, sum rópti. Men hesa ferð var tað bara Lázarus, sum skuldi út, tí segði hann: “Lázarus, kom út!”
Men Bíblian sigur, at ein dag fer tað at henda, at Kongurin skal koma aftur, og tá fer hann ikki at rópa: “Lázarus, kom út!” men tá fer hann at rópa: “Komið út!” til øll tey deyðu. “Tí at tann stund kemur, tá ið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara, og tey skulu ganga út, tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar, og tey, sum hava gjørt ilt, til dóms uppreisnar.”
Kongurin fer at koma aftur, og tá fer hann ikki bara at kalla á Lázarus; men tá skal hann siga: “Komið út!” Og tá koma tey út, úr havinum, úr grøvunum, av vígvøllunum, av fjøllunum og úr dølunum, har menniskju eru jarðað. Tey koma út, av tí at hann er Kongur yvir deyðanum, og tey skulu dømast á tí stóra Dómadegnum.
Kongur yvir náttúruni
Jesus er eisini kongur yvir náttúrukreftunum. Hann róði á Genesaret vatninum við lærusveinum sínum. Satt ódnarveður brast á, vindurin ýldi, toran gekk, og snarljósini skygdu, og aldurnar brutu. Men hann svav. Lærusveinarnir gjørdust hjartkiptir, og teir vaktu hann, og hann reistist og stendur uppi í bátinum. Sært tú hann fyri tær?
Snarljósini skyggja á himlinum, toruslátturin buldrar millum Golanheyggjarnar og Gileadsfjøllini. Stormurin kemur ýlandi oman av sýrisku háslættunum og pískar sjógvin upp. Tá fer hann á føtur. Klæðini flákra, og kyrtilin smellir. Hárið stendur í andarisi. So hóttir hann at vindinum og talar við aldurnar: “Tigið, verið kvirrar!”
Tá falla aldurnar saman, vindurin doyr burtur, og tað gerst blikalogn. Á enskum stendur: “There was a great calm,” tað merkir “har gjørdist stór kvirra.” Tá kemur ein lærusveinur fyri og annar eftir og fellir honum til kníggja í bátinum. Pætur, Jóhannes, Jákup, Andrias og allir hinir, og teir søgdu: “Sanniliga, tú ert sonur Guds.”
Hann er Kongur yvir náttúrukreftunum. Hann talaði enntá á eitt fikutræ og bannaði tað til deyðis. Og træið doyði beinanvegin, tí Jesus er Kongur yvir náttúruni.


Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo