Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Ta­ byrja­i vi­ einari traktat
18. mai 2009
P. L. Rounds, fyrrverandi trúboðari í Japan greiðir frá:
Ein ung genta í Japan hevði verið tvey ár á einum tuberkla-sjúkrahúsi. Hon var so kløn og ússalig, at hon næstan ikki fekk flutt seg í songini.
Ein dagin, tá ið nøkur trúgvandi vitjaðu sjúkrahúsið, fekk hon eina traktat. Tann dagin var hon ov veik at halda traktatini, so hon bað sjúkrasystrina hjálpa sær, so hon fekk lisið hana.
Tá ið hon las hitt einfalda evangeliið um Jesus hevði hetta stóra ávirkan á hana. Hon bað sjúkrasystrina standa við songina, meðan hon oysti út hjarta sítt í bøn.
Hon bað um fyrigeving fyri synd sína, og hon gjørdist av sonnum umvend. Sum so mangur annar vildi henda unga gentan býta sína frelsugleði við onnur.
Ein dagin las hon um ein mann, sum var deyðadømdur fyri morð. Hon gjørdi av at skriva til hansara og siga honum frá Jesusi; men tað tók henni tríggjar dagar at skriva eitt lítið bræv liðugt. Hon sendi traktatina, sum hevði havt so stóran týdning fyri hana, saman við brævinum.
Iwata San, sum fangin æt, var at byrja við líkasælur og kaldur mótvegis brævinum; men eftir at hann hevði lisið tað og var farin at fata, hvat ið tað hevði kostað henni at senda honum hetta brævið, gjørdist hann rørdur, av tí at tað var onkur, sum hevði umsorgan fyri sál hansara. Traktatin varð lisin meira enn eina ferð, og ein dagin greip sannleikin hjarta hansara. Hann tók við boðskapinum í trúgv, og tann dagin frelsti Gud ein harðrendan drápsmann í einum av fangahúsunum í Tokyo. Vitnisburðurin hjá hesi ungu gentu hevði borið ávøkst.
Seinni varð hesin drápsmaðurin fluttur til tað fangahúsið, har hann skuldi avrættast, umleið 600 km frá Tokyo. Ein dagin, tá ið hann sang ein av teimum kristnu sangunum, hann hevði lært, hoyrdi hann eina rødd kalla gjøgnum eina lítla sprungu úr einum øðrum kliva.
Har sat ein maður, sum kallaðist Uchida, sum eisini hevði funnið Jesus sum sín Frelsara. Hesir báðir gjørdust ógvuliga glaðir at kunna luta sína frelsugleði hvør við annan.
Iwata San og Uchita San fóru nú til verka, so hinir deyðadømdu fangarnir kundu blíva frelstir. Fangavørðurin gav teimum loyvi, meðan teir sótu og ótu, at siga hinum fangunum frá tí, teimum hevði verið fyri.
Iwata San sat í fangahúsinum í tvey ár, og ta tíðina fekk hann náði at leiða 41 aðrar fangar til Jesus. Fangavørðurin gav øllum hesum loyvi at verða doyptar í fangahúsinum, og allur dámurin í deyðsklivunum broyttist frá ótta til gleði og frið. Tá ið vaktarmenninir gingu sína rutu millum klivarnar, hoyrdu teir evangeliskar sangir úr rættiliga nógvum klivum.
Men tíðin, tá ið Iwata San skuldi avrættast, nærkaðist. Hann hevði bara eitt ynski, áðrenn hann doyði, og tað var at sleppa at vitja hesa ungu gentu, sum hevði sent honum brævið við traktatini. Hetta ynskið varð uppfylt.
Tá ið hann sat við sjúkrasongina, segði hann henni, hvat ið Gud hevði virkað í hjarta hansara gjøgnum brævið. Tá ið hon hoyrdi tað, runnu tárini stríð oman eftir kjálkum hennara.
Áðrenn hann fór avstað aftur, kendi Iwata San seg leiddan at leggja hendurnar á høvur hennara og biðja fyri henni. Síðani varð hann førdur aftur til fangahúsið, har hann varð avrættaður. Men sál hansara fór heim til Guds, sum hevði reinsað hana í Jesu blóði.
Sama megin, sum hevði umbroytt hjørtuni á fangunum, kom nú inn í lívið hjá hesi ungu gentu. Eftir tveimum vikum var hon fullkomiliga grødd, og hon kundi fara heim aftur.
Eitt sovorðið undur gjørdi Gud. Og alt byrjaði við eini traktat.
“Kirkeklokken”.
E. Campbell týddi
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo