Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Andakt
30. aprÝl 2009
Jesusi Kristi sum gav seg sjálvan fyri syndir okkara (Gal 1,4).
Grunda yvir hvørt einstakt orð, men gev tær serstakliga gætur eftir hesum lítla orði; okkara. Øll vektin hvílir á hesum orði og at tú nýtir tað rætt.
Tað er leikandi lætt hjá tær at trúgva, at Kristus gav seg sjálvan fyri syndirnar hjá Pæturi og øðrum halgimonnum. Tí tá um hesi umræður, so hugsa vit, at tey vóru verdug at fáa hesa náði. Men hjá tær, ið sær teg sjálvan óverdugan, er hetta nógv torførari, at júst tú kanst trúgva hesum, at Kristus Jesus gav seg sjálvan fyri tínar svárastu og størstu syndir. Ikki fyri einstakar, men fyri allar syndir. Ikki fyri tær sigraðu og avløgdu, men fyri tær ósigraðu og óavløgdu.
Lætt er at hálova Jesu frelsarverki við stórum orðum so leingi tað ikki verður tilsagt mær sjálvum. Men tá ið tað kemur til at nýta orðið okkara, so ber vitið og holdið seg undan. Ein torir ikki frammi fyri Gudi, at tilluta sær sjálvum ein so stóran og ríkan skatt, sum gáva givin fyri einki. Tí royna vit fyrst at gerast frí av syndini og hugsa, at síðani kunnu vit hava við Gud at gera.
Men sannur kristin kunnleiki og vísdómur er hetta, at tú roknar hesi orð trúverdug og sonn, at Kristus Jesus gav seg sjálvan í deyðan, ikki vegna dygdir og rættvísi okkara, men fyri syndir okkara. Og ert tú ikki teirra millum, sum roknar við hesum; fyri okkara syndir, so er hendan sælan gloppin tær av hondum.

Martin Luther: Ord for dagen
Leysliga umsett: Egil Joensen
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo