Sigur gjøgnum myrkur
14. apríl 2009

Í samband við hendingarnar, sum fóru fram í Getsemane urtagarði skírisnátt, lesa vit í Luk. 22,53: “ ... hetta er tykkara tími og vald myrkursins.”
Jesus fór ígjøgnum djúpasta myrkrið, og hansara líðing kom í hæddina langafríggjadag.
Jesus í myrkrinum
Í samband við hendingarnar, sum fóru fram í Getsemane urtagarði skírisnátt, lesa vit í Luk. 22,53: “ ... hetta er tykkara tími og vald myrkursins.”
Jesus fór ígjøgnum djúpasta myrkrið, og hansara líðing kom í hæddina langafríggjadag.
Hetta var ikki bara ein langur dagur, men náttin var kanska hin allarlongsta í søgu mannaættarinnar. Hetta var líðingarinnar nátt. Skírisdag og langafríggjanátt var Jesus úti í einum djúpum myrkri. Vinirnir sviku. Hin hollasti av lærusveinunum avnoktaði hann. Judas, kassameistarin, hevði svikið hann fyri 30 silvurpengar. Allir lærusveinarnir sovnaðu, hóast hann hevði biðið teir vakt og biðið saman við sær.
Teir svóvu, sjálvt tá ið tempulvaktin kringsetti Jesus og handtók hann. Fíggindin bant Jesu hendur og eyðmýkti hann. Teir píndu hann og vanærdu hann og fóru ómenniskjansliga við honum. Teir lótu hann úr fyri almannaeygum og slerdu hann við koyrlinum. Hann varð húðflongdur, og ryggur hansara hekk í lepum har uppi við pínslaváttarstólpan. Teir drógu hann hálvdeyðan yvir til avrættingarstaðið Golgata. Har krossfestu teir rómversku hermenninir hann livandi og lótu hann líða tær ógvisligastu pínur. Hendur og føtur hansara vórðu gjøgnumgatað við stórum rustaðum naglum. Meðan hann hekk har útmaktaður og doyggjandi á krossinum, fekk hann at kenna eina niðrandi viðferð frá fólki. Ókvæmisorð og háðarorð heglaðu niður yvir tann doyggjandi mannin.
Myrkast náttin
Tað vóru ikki nógv viðhaldsfólk, enn minni stuðlar á Golgata heyggi henda lagnutunga seinnapart. Tá ið Jesus hevði hingið á krossinum í tríggjar tímar, myrknaði himmalin alt í einum. Tað var, sum Gud sjálvur sløkti ljósið á Golgata. Nú var nóg mikið. Tá ið alt leikaði í sum harðast, sløknaði ljósið mitt á degi. Sjálvt sólin mátti venda sær burtur av skomm. So ræðuligt vóru menniskjuni farin við Guds egna soni. Í tríggjar tímar var myrkt mitt á degi. Hetta var eitt myrkur, sum tú næstan kundi taka í. Har gjørdist myrkt bæði á bygd og í bý. Har gjørdist myrkt á øllum arbeiðsplássum og í øllum heimum. Har gjørdist myrkt á spæliplássum og í køkum. Lívsins ljós sløknaði.
Samstundis rópti Jesus: “Tað er fullgjørt!” Nú var einki meir, sum gerast kundi. Bikarið var fult. Pínslubikarið var á tremur og um at bresta. Jesus hevði hildið alt hetta út av berum kærleika til eina sjúka og glataða mannaætt. Hann hevði gjørt alt hetta fyri at frelsa verðina.
Jesus var sanna ljósið, sum lýsir upp í hvørjum menniskja. Hann var ljósið, sum myrkrið ikki vann á.
Men nú gavst hann! Tá ið ljósið gerst svart, verður tað av sonnum myrkt. Í svartasta vónloysi rópti Jesus, so tað ekkóaði gjøgnum alla søguna: “Gud mín, Gud mín, hví ert tú farin frá mær.”
Jesus, sonur Guds, upplivdi hitt ógvisligasta myrkrið, tá ið Faðirin mátti venda sær burtur frá soninum. Tá ið syndin varð løgd á Jesus, mátti Gud fjala andlit sítt fyri honum. Hetta var myrkasta løtan í søguni.
Jesus smakkaði beiskasta myrkrið, tá ið heimsins syndir og sjúkur vórðu lagdar á hann. Hann bar øll okkara brek og allar veikleikar, øll mistøk menniskjans og teirra skeivleikar. Alt, sum miseydnaðist, og allir ósigrar vórðu lagdir á Jesus. Øll fortíð og framtíð vórðu lagdar á hann. Jesus tók alla banning heimsins á seg.
Fullkomin sigur
Eftir alt hetta kom eitt ljós, sum kann lýsa upp eitt og hvørt myrkur: Jesus vann ein fullkomnan sigur á Satani og øllum hansara illu andum, allari synd og øllum menniskjuligum mistøkum, sjúkum og veikleikum, og hann vann ein fullkomnan sigur á deyða og grøv.
Satan hevur herjað alla mannaættina við sínum oyðandi herferðum allastaðni í hesari verð. Hann hevur knúst okkara familjur. Hann hevur oyðilagt okkara býir. Hann hevur sorlað okkara verð, so hon liggur í skeljasori. Hann hevur rænt okkara børn og ungdómar. Hann hevur hersett menniskju við djevilskum kreftum, sum tey ikki sjálv kunnu stýra.
Hann hevur rubbað og bundið menniskju, so tey ikki longur eru harrar yvir sær sjálvum. Hann hevur rænt, herjað og stolið øll virði, sum menniskjan hevði fingið í skapanargávu frá Gudi. Hann hevur miðvíst teppibumbað sinn og tankar hjá menniskjum við niðurbrótandi og oyðandi tankum og spreitt skelk og ræðslu allastaðni á okkara knøtti. Hann hevur lagt eftir sær lemjandi sjúkur, barnloysi og niðurnívd menniskju, ið slaka fyri syndini og banningum. Hann hevur havt alla verðina sum gísla. Og nú ræðir hann menniskju við hóttanum um eitt ævigt fongsul í holuni hjá gíslatakaranum.
Jesus kom ikki bara við teimum góðu tíðindunum, men eisini fyri at fría allar gíslar. Hann setti fangar í frælsi og førdi teir út úr myrkursins holum. Av tí at hann er farin ígjøgnum myrkrið, hevur hann sigrað á Satani og øllum myrkri. Jesus fór sjálvur niður í holuna hjá gíslatakaranum og fríaði allar gíslar við einum ótrúligum frælsisstríði. Tí kunnu øll menniskju gerast fræls í dag, uttan mun til hvussu leingi tey hava verið í valdi gíslatakarans.
Jesus fríar eisini frá skelkandi upplivingum og teimum sálarligu avleiðingum, sum standast av einari drúgvari gíslatøku. Hann vil geva menniskjum tað aftur, vit hava mist, tá ið djevulin tók valdið. Hann kann javna aftur tær negativu oyðandi hendingarnar, vit hava verið úti fyri. Golgatatryggingin bøtir um alt tað, Satan hevur rænt frá okkum. Í Jesu sáttargerð hava vit fingið atgongd til alt, vit mistu í syndafallinum. Tá ið Jesus doyði, sigraði hann á djevlinum. Í 1. Jóh. 3,8 sigur Guds orð: “Til tess varð Guds sonur opinberaður, at hann skuldi bróta niður djevulsins verk.”
Effie Campell týddi