Bønarlisti
Bišiš fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Heršklęšir Guds
30. mars 2009
Silas K.K. Olofson
So standið tá gyrdir um lendar tykkara við sannleika og klæddir í brynju rættlætisins, v15 og skøddir um føturnar við fúsleika til at boða gleðiboðskap friðarins; v16 og havið í øllum førum trúarskjøldurin á lofti, sum tit kunnu vera førir fyri at sløkkja allar gløðandi ørvar frá hinum illa við; v17 og takið hjálm frelsunnar og svørð andans, sum er Guðs orð.
Ef 6: v10 Annars, verðið sterkir í Harranum og í veldis mátti hansara! v11 Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins. v12 tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum. v13 Farið tí í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið. v14 So standið tá gyrdir um lendar tykkara við sannleika og klæddir í brynju rættlætisins, v15 og skøddir um føturnar við fúsleika til at boða gleðiboðskap friðarins; v16 og havið í øllum førum trúarskjøldurin á lofti, sum tit kunnu vera førir fyri at sløkkja allar gløðandi ørvar frá hinum illa við; v17 og takið hjálm frelsunnar og svørð andans, sum er Guðs orð, v18 meðan tit við allari ákallan og bøn biðja eina og hvørja tíð í andanum og eru árvaknir til tess við øllum áhaldni og bøn fyri øllum hinum heilagu, v19 og fyri mær við, at mær mega verða givin orð, tá ið eg lati upp munn mín, til at boða við treysti loyndardómin í gleðiboðskapinum, v20 sum eg eri sendiboð fyri í leinkjum, at eg má tala við frímóði um hann, soleiðis sum eg eigi at tala.

Verðið sterkir í Harranum og í veldis mátti hansara. Nú veit eg ikki um tit dáma væl søgu. Konstantin hin Stóri bleiv rómverskur keisari í 306 e. kr. Nú er tað soleiðis, at keisarar ofta fáa mótstøðu og hetta hendi eisini hjá Konstantin. Tað endaði við, at ein stórur bardagi brast á millum Konstantin og Maxentius, sum eisini vildi gerast keisari. Hetta førdi til ein risa bardaga í 312 við tí Milvisku brúnna. Náttina áðrenn hesin bardagin fór fram, droymdi Konstantin ein dreym. Hann sá ein brennandi kross og orðini "In hoc signo vinces" – við hetta teknið skal tú sigra. Konstantin skundaði sær at boða frá, at krossurin skuldi málast á øll skjøldur og tað endaði við, at hann vann bardagan og gjørdi kristindómin til statsreligión í rómverjaríkinum.
Líka sum Konstantin skulu vit vera sterk. Og hvør ynskir ikki styrki. Styrki til at vinna á øllum fíggindum? Vinna á synd, ótta og freistingum? Vit skulu vera sterkir í Harranum. Faktiskt stendur tað 'verðið gjørdir sterkir ´Harranum'. Vit skulu vera gjørd sterk og ikki sjálvi gera okkum sterk. Tað er nakað uttanfyri okkum sjálvi sum skal gerast við okkum. Tað stendur eisini í nútíð, so styrkin er ikki nakað vit fáa einaferð í fortíðini ella framtíðini, men nakað vit áhaldandi skulu fáa. Tað er í Harranum, at vit skulu vera gjørd sterk.
Í v.11 sigur Paulus: Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins. Vit skulu lata okkum í øll herklæðir Guds. Orðið panoplia mekir fullur útbúnaður, frá topp til tá hjá einum hermanni. Ikki minni enn tað er nokk. Vit mugu brúka øll amboðini, sum Gud gevur okkum. Vit kunnu onki verða fyri uttan. Tað nýttar onki at fara í kríggj ílatin eina brynju, sum dekkar hjarta, men letur alt annað óvart. Vit mugu brúka allar lutur, sum Gud gevur okkum til at liva tað kristna lívið.
Gud hevur gjørt og givið okkum herklæðir at fara í. Tað eru ikki vit sum skulu gera herklæðini. Hetta eru Guds lidnu gávur til okkum. Endamálið vit at lata okkum í øll herklæðir Guds er, at vit kunnu standa ímót sniðálopum djevulsins. Við at vera ílatin herklæðir Guds kunnu vit vera standandi mótur øllum djevulsins 'metodum' sum sniðálop eisini kann umsetast. Sátan hevur nógvar 'metodir' at leypa á og ongantíð kunnu vit kenna okkum heilt sikkur.
Í v. 12 lesa vit, at 'bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum'. Her fáa vit orsøkina til, hví tað er so týdningarmikið at vera ílatin øll herklæðir Guds. Vit berjast móti djevlinum og øllum óndum andum. Tá tað stendur, at vit ikki berjast móti blóði og holdi, so er hetta fyri at vísa, hvussu ójavnur bardagin er. Vit eru veik menniskju, sum hava ein fígginda, sum er nógv sterkari enn vit. Allur heimurin er í myrkri, og andi djevulsins er virkin á jørð. Ì Ef 2,2 lesa, at djevulin valdar herliðunum í luftini og andi hansara er virkin í børn ólýdnisins, tey sum ikki trúgva á Jesus. Her síggja vit, at vit eru í bardaga móti einum fígginda, sum vit ongan kjans hava at vinna á sjálvi. Sjálvt um tað kanska ikki virkar so, so er djevulin enntá virkin í børn ólýdnisins, tey sum ikki trúgva á Gud.
Akkurát tí vit ikki kunnu vinna sjálvi, áheitir Paulus okkum til at fara tí í øll herklæði Guðs, so at vit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið (v 13). Vit mugu veita mótstøðu, tá djevulin ferð at herja á. Hin vándi dagurin er helst ikki nakar ávísur dagur, men teir dagar, hvar vit verða freistaði í serligan mun og vit kenna okkum serliga álopin av djevlinum og tí ónda. Við at fara í øll herðklæðini kunnu vit veita mótstóðu og vera við, tá alt ónt, djevulin, synd og deyði er yvirvunnin.
Í v 14-17 hoyra vit so ymisku partarnar av Guds herðklæðum. Røðin av lutin er gjørd eftir, hvussu ein hermaður hevði latið seg í. Vit skulu vera gyrdir um lendarnar við sannleika. Altso hava sannleikan sum belti, verða klæddir í brynju rættlætisins, skøddir um føturnar fúsleika til at boða, hava trúarskjøldurin á lofti, taka hjálm frelsunnar og svørð andans, sum er Guðs orð. Hesir lutir eru partar av Guds herklæðum. Hetta eru lutir, sum koma frá Gudi sum gávur. Hetta er tí ikki eginleikar hjá okkum, men frelsuágóðar, sum Gud tillutar okkum.
Í v 14 fáa vit áheitan um, at standa gyrdir um lendar okkara við sannleika og klæddir í brynju rættlætisins. At verða gyrdur um lendar við sannleika merkir, at hava sannleika sum belti. Eitt belti er fyri so vítt ikki ein partur at herklæðunum, men heldur klæðini undir herðklæðunum uppá pláss, so hermaðurin fær rørt seg frítt. Um belti ikki er uppá pláss, so eru herklæðini til onga nýttu, tí tey kunnu ikki brúkast rætt. Um vit ikki hava sannleikan sum grundarlag, so eru Guds herklæðir til ongan nyttu. Sannleikin er hin objektivi sannleikin, sum er opinberaður okkum í Guds orði. Sannleikin hevur alstóran týdning í bardaganum móti djevlinum. Hann brúkar lýgn (Joh 8,44) til at leiða fólk burtur frá Gudi, og bert sannleikin kann avsløra hann. Til Ádam og Eva segði hann: Man Gud hava sagt? Hann lýgur. Í staðin fyri at halda seg til Guds orð, so trúgva Àdam og Eva djevulsins lygn. Haraftur ímóti brúkar Jesus Skriftina til at avvísa Djevulin, tá hann verður freistaður í oyðimørkini. Guds sannleiki vinnur á djevlinum.

Brynja Rættlætisins
Vit fara ný at hyggja nærri at orðunum um, at verða klæddur í brynju rættlætisins. Orðið rættlætið er bundi, og sipar tí eitt serligt rættlæti. Hetta er rættlæti Jesusar. Vit skulu hava Jesu rættvísi sum brynju. Brynjan dekkar hjarta og verjir sjálvt lívið. Jesaja sigur í kap 17,9 hetta um okkata hjørtu: Svikafult er hjartað fram um alt annað; tað er brekað, og hvør kennir tað? Og Jesus sigur í Matt 15,19-20: Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan. Hetta er tað, ið ger menniskjuna óreina; men at fáa sær at eta við ótváaðum hondum, tað ger ikki menniskjuna óreina. Tað er okkara hjarta, sum er okkara størsti trupulleiki. Tað er svikafult og úr tí kemur illar hugsanir, hor, stuldur, spottan. Hjarta er í Bíbliuni miðdepil í persónligheitini. Tað er ikki bert tað, at vit falla í synd inn ímillum, sum er okkara trupulleiki. Nei, tað er okkara hjarta, sum er trupulleikin. Vit eru sum persónar syndarar og full av synd og svik. Vit kunnu onki rættvíst gera. Sjálvt tín besta gerð ber dám av syndini. Sjálvt tað besta tú hevur gjørt, hevur tú brúk fyri fyrigeving fyri, tí tað ikki er fullkomið yvirfyri Gudi. Kanska tú hevur gott orð á tær í samfelagnum, so nógv halda at tú ert eitt hampafólk og góður trúgvandi. Kanska heldur samkoman, at tú ert góður moralskur persónur. Men nærri fólk koma teir, fleiri feilir síggja tey. Familjan sær ivaleyst onkra synd. Men vilt tú veraliga vita, hvussu skilið er hjá tær, so spyr tín hjúnarfelag. Nærri vit koma onnur meir sæðst okkara synd. Líka mikið hvussu nógv rætt tú gert, so er tað ikki nokk til at tokkast Gudi.
Gud hevur bert tokka í einum persóni. Í Matt 3,17 sigur Gud: Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Gud hevur bert tokka til Jesus. Bara hann er rættvísur. Bara hann er syndafríur. Ein hin besti vitnisburðurin um, at Jesus er syndafríur er fyri meg blivin tann, at sjálvt Jesu systkin og mamma koma til trúgv. Tað skuldi nokk rættiliga nógv til, áðrenn eg kláraði at sannføra beiggja mín um, at eg eri syndafríur. Tað hevði faktiskt verið ógjørligt. Men Jesus hevur fleiri brøður, sum koma til trúgv. M.a. Jákup og Judas, sum báðir hava skriva bøkur í bíbliuni, vóru Jesu brøður. Judas kallar Jesus lýtaleysan. Um nakar kallar stórabeiggja sín lýtaleysa, so má okkurt vera um tað. Judas kallar Jesus lýtaleysan. Hann er tann einasti fullkomni. Tann einasti syndafríi og rættvísi.
Paulus skrivar í Róm 3,21-25: v21 Men nú er rættvísi Guðs, sum vitnað er um av lógini og profetunum, vorðin opinberað uttan lóg, v22 tað er: rættvísi Guðs við trúgv á Jesus Krist fyri øllum teimum og yvir øll tey, sum trúgva; tí at eingin munur er. v23 Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, v24 og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi, v25 hann, sum Guð setti fram í blóði hansara sum ein náðistól við trúnni, fyri at sýna rættlæti sítt, við tað at Guð í umbæri sínum hevði umborið tær syndir, sum fyrr vóru gjørdar, v26 fyri at sýna rættlæti sítt í teirri tíð, sum nú er, til tess at hann kundi vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus.
Øll hava synda og tey sum trúgva verða rættvísgjørd fyri einki av náði Guds við endurloysingina í Kristi Jesusi. Jesus livdi fullkomiliga eftir Guds vilja. Alt hann gjørdi var rætt og heilagt. Men so hendi nakað. Hann tók okkara synd á seg. Hann bleiv syndarin. Hann tók títt óreina hjarta og gav tær eitt nýtt hjarta. Hann tók títt óreina lív, so tú kundi fáa hansara fullkomna lív. Hvussu synd og skuld kann takast frá mær og leggjast á hann, skilji eg ikki. Men eg trúgvi tí. Mítt lív er fullkomið, tí eg havi fingið Jesu lív. Eg eri deyður við Jesusi og upprisin við honum.
Hetta er brynjan, sum øll trúgvandi er klædd í. Tá djevulin freistandi kemur, so má eg síggja meg sjálvan sum deyðan frá syndini. Eg eri eitt lík, og eitt lík verður ikki freista. Paulus sigur tað soleiðis í Róm 6: v11 Soleiðis skulu tit eisini halda tykkum sjálv vera deyð fyri syndini, men livandi fyri Guði í Kristi Jesusi. v12 Latið tí ikki syndina ráða í tykkara deyðiliga likami, so at tit gerast girndum tess lýðin! v13 Bjóðið heldur ikki syndini fram limir tykkara sum órættferðarvápn, men bjóðið heldur Guði tykkum sjálv fram sum livnað upp frá deyðum, og Guði limir tykkara sum rættferðarvápn. v14 Tí at synd skal ikki ráða yvir tykkum; tí at tit eru ikki undir lóg, men undir náði.
Vit eru undir náði. Hetta er okkara brynja. Gud sær og dømir okkum ikki í mun til, hvussu væl vit klára at halda hansara lóg, men í mun til hvussu væl Jesus kláraði tað. Vit eru undir náði. Gud sær okkum sum fullkomin. Vit eru klædd í brynju rættlætisins – rættlæti Jesusar. Kanska hugsar tú, at tú ikki trýrt nokk. At tú næstan er ílatin brynju rættlætisins, men manglar at trúgva tí ordiliga, innarliga, virkiliga taka tað av álvara. Til tín kann eg siga, at trúgvin er ein fingur, sum peikar á Jesus. Á, at hann hevur gjørt alt fullkomið fyri teg. Tá Djevulin sigur, at tú ert ein syndari og ákærir teg fyri alt, tú hevur gjørt skeivt, tá sigur trúgvin: 'Tú, djevul, fert til skeiva persónin. Jesus hevur tikið mína synd á seg. Tosa við hann um tað.' Trúgv er ein gáva frá Gudi. Trúgv er álit, eitt álit sum Gud skapar í okkum. Eitt álit á, at Jesus hevur tikið alla mína synd, mínar óndu hugsanir á seg, ja, mítt ónda hjarta hevur hann endurnýggja.
Vit eru upprisin til eitt nýtt lív við Jesusi í trúgv. Vit doyðu við Jesusi og risu upp við honum. Vit eru nýggir skapningar. Vit eru heilag, rein, ósek, yvirfyri Gudi. Fullkomin! Hugsa um hetta. Tú ert fullkomin. Ongin kann ákæra seg fyri nakað. Tá hesin evangeliski sannleikin festir búgv í hjarta, so ger tað nakað við okkum. Vit skulu halda okkum vera deyð yvirfyri syndini sigur Paulus. Vit mugu sleppa at gleðast yvir, at vit eru rættvís. Hetta er størsta orsøk til gleði. Jesus hevur tikið okkara skuld.
Hetta fær avleiðingar. Paulus áminnir okkum um, at bjóða Guði okkum sjálvi fram sum livnað upp frá deyðum, og Guði limir okkara sum rættferðarvápn. Vit skulu verða tað vit longu eru. Vit eru fullkomin og rættvís yvirfyri Gudi. Tí skulu vit bjóða Gudi limir okkara sum rættferðarvápn ella amboð til rættvísi. Tá vit nú eru rættvísgjørd við trúgv, tá djevulin ikki kann døma okkum, so mugu vit verða tað vit longu eru. Vit eru rættvís fyri Jesu skuld, og tí mugu vit eisini liva rættvíst.
Luther talar um, at Guds lóg hevur trý endamál. A) Samfelagið skal byggja á hesum lógum, B) Lógin vísir okkum, at vit eru syndara og hava brúk fyri frelsu, C) Lógin er Guds góði vilji sum tann endurføddi ynskir at liva eftir.
Vit hava fingið eitt nýtt hjarta, sum elskar Gud, og tí ynskja vit eisini at liva eftir Guds vilja. Vit mugu bjóða okkara limir, okkara hendur, føtur, høvd, alt okkara lív í tænastu fyri Gudi. Vit skulu liva tað út, sum vit eru.
Hetta er tað, sum verður kalla heilaggering. Vit mugu liva eftir Guds vilja. Ikki tí vit skulu. Okkara frelsa byggir ikki á, hvussu væl tað eydnast. Bert á Jesus, og tað hann hevur gjørt fyri okkum. Vit liva eftir Guds vilja, tí vit sleppa. Vit eru keypt við blóð Krists úr Sátans valdi og yvir í Guds ríki. Vit eru í einum ríki, hvar vit sleppa at tæna okkara kongi, Jesus. Vit tæna ikki fyri at koma inn í hansara ríki, men júst tí vit eru í hansara ríki.
Soleiðis mugu vit eisini síggja okkara tænastu. Vit sleppa at tæna, vit er frí til at tæna. Ikki fyri at tokkast Gudi, men tí hann longu tokkast okkum. Kraftin til eitt heilagt lív er sostatt ikki í, at vit taka okkum saman. Konstantin sá í sjónini, at hann skuldi sigra við krossins tekn. Hann leyp á fíggindan við brynjum og hjálmum úr jarni og hvøssum svørðum. Hann lat seg í síni egnu herklæðir. Okkara fíggindi er djevulin. Okkara egnu vápn og okkara styrki nýtta onki móti honum. Vit kunnu ikki sjálvi sigra á Sátan, synd og deyða. Kraftin til eitt heilagt lív er, at Jesus longu hevur sigrað á Sátan, synd og deyða. Brynjan, sum verjir hjarta og lív, er, at Jesus hevur klædd okkum í rættvísi. Vit eru keypt frí frá okkara syndafulla lív. Vit eru fullkomin. Hetta er okkara styrki. Evangeliið er okkara styrki. Jesus er okkara styrki.
Hvar kemur so syndin inn? Eg falli ofta í synd. Líka sum Paulus havi eg viljan til at gera tað góða, men eg klári tað ikki. Eg falli í synd aftur og aftur, og eg hati tað. Eg ynski veruliga at liva fullkomið, men eg megni tað ikki. Tá er mín gleði, at eg álíkavæl kann siga: 'Eg eri ílatin brynju rættlætisins'. Syndin kann skjóta sínar pílar, men teir kunnu ikki trongja gjøgnum brynjuna. Eg kann kanska fáa ilt, tí eg føli, at pílarnir sláa, men teir kunnu ikki drepa meg. Syndin kann ikki gera meg sekan yvirfyri Gudi. Mín synd er á Jesusi. Alt skeivt eg havi gjørt, eg geri nú og eg fari at gera, fortíð, nútíð og framtíð, liggur á Jesusi. Tað er mín gleði, mín styrki og vón, at Jesus hevur gjørt alt sum skal til, fyri at ein neyðars syndari sum eg kann frelsast. Tá eg falli, so sleppi eg at byrja av nýggjum. Aftur og aftur. Jesus fyrigevur mær, og gevur mær eina nýggja byrjan.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerši 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo