Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Kortini ikki ov seint
26. mars 2009
“Tí at eygu Harrans reika um allan heimin til tess at magna tey, sum av heilum huga eru við honum.” 2. Krýn. 16,9.
Ein trúgvandi kona greiðir frá:
Har eg arbeiddi, starvaðist ein maður, sum kallaðist Edvard. Hann var væl við aldur og als ikki kristin. Men kortini hevði eg ikki fingið upp í lag at tosa við hann, hóast Harrin álvarsliga hevði mint meg á tað.
Eftir at Edvard hevði ligið eina tíð við ringum lungnabruna og øðrum plágum, fall hann ein dagin í koma - tað er, at hann lá við ongum viti, og øll bíðaðu bara eftir, at hann skuldi doyggja.
Tá ið eg frætti hetta, gjørdist eg ómetaliga sorgarbundin, og eg kendi ábreiðslurnar skola inn yvir sál mína: “At tú ikki brúkti tíðina, tá ið tú hevði hana! Nú er ov seint fyri Edvard. Tú røkkur ikki inn til hansara longur.”
Tá ið tríggir dagar vóru farnir, lá Edvard enn við ongum viti. Alt var vónleyst. Tá ið eg sá hann liggja soleiðis, kom neyðin á meg við enn størri megi, og eg rópti á Gud: “Harri, eg røkki ikki inn til hetta menniskjað meir; men tú, Harri, sum veitst alt, tú hevur kanska eina neyðinngongd til sál hansara! Tí sálin er enn í honum!”
Hugsa tær til, so hendi tað stutt eftir. Edvard vaknaði, og hann græt, í tí hann vaknaði. Og beinanvegin fór hann at práta. Og her er tað, sum hann segði: “Eg havi verið í tí djúpasta myrkrinum - tað var ikki so frægt sum ein ljósgeisli har. Men so at enda sá eg eitt ljós, og í tí ljósinum sá eg Golgata kross! Og nú eri eg frelstur!”
Ja, hatta var tað, sum Edvard greiddi frá, ein maður, sum alt lív sítt hevði kveistrað sín Harra og Frelsara burtur, og sum øll ungdóms- og manndómsár síni, ja, eisini á ellisárum hevði livað eitt verðsligt lív - burturi frá Gudi.
Hugsa tær til, um hann hevði latið hjarta sítt upp fyri árum síðani og hevði livað fyri Frelsara sín, til nyttu og gagns. Men fyri Edvard var tað ov seint. Skjótt aftaná fór hann yvir um tíðarinnar mark - tómhentur.
Kortini - hesin gamli maður varð eitt ómetaliga stórt prógv um Jesu Kristi endaleysu náði. Hansara møti við krossins kraft teir síðstu minuttirnar í lívinum førdi hann lukkuligt tvørtur um ánna. “Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva.” (Ef. 2,8) Ja, frelsan er ókeypis, ein gáva. Men uppi í himli verða ikki øll líka. Tá fáa vit løn eftir gerningum okkara. “Sí, eg komi skjótt, og løn mína havi eg við mær til at gjalda einum og hvørjum, sum gerningur hansara er.” (Opb. 22,12) Tann, sum sparsamliga sáar, skal eisini sparsamliga heysta; og tann, sum sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum: ... tí Gud elskar glaðan gevara. (2. Kor. 9,6-7)
Skal eg fara við tómum hondum,
skal eg tómhentur standa har?
Onga sál hava vunnið honum,
onga stjørnu vunnið mær?

Deyðans ræðsla meg ikki nívir,
Jesus leiðir um deyðans veg!
Men - at fara við tómum hondum,
henda hugsan tyngir meg.
Effie Campbell umsetti.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo