23. oktober 2017
Nógv hava ivaleyst roynt tað. Les meira
Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Inn Ý Guds myrkakamar
18. mars 2009
Tað er ikki nakar ókendur tanki í Bíbliuni, at Gud virkar í myrkri. Tað er eins og í einum myrkakamari, har filmar verða framkallaðir í myrkri. Soleiðis kann Gud eisini brúka tað negativa til at framkalla okkurt positivt. Soleiðis kann ein kreppa gerast eitt høvi hjá Gudi at gera okkurt í lívum okkara.
Eftir Sven-Axel Conrad, pastorur

Á fyrsta blaði í Bíbliuni lesa vit, at Gud skapaði bæði dagin og náttina.
“Í fyrstuni skapaði Gud himmalin og jørðina. Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guds andi lá á vøtnunum. Og Gud segði: “Verði ljós!” Og tað var ljós. Og Gud sá, at ljósið var gott, og Gud skildi ljósið frá myrkrinum, og Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði hann nátt. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun - fyrsti dagur.” 1. Mós. 1,1-5.
Longu her møta vit mótsøgnini, at Gud, sum er ljós, eisini hevur skapað myrkrið. Hann skapaði dagin, men eisini náttina. Tað er ikki nakar ókendur tanki í Bíbliuni, at Gud virkar í myrkrinum. Tað er eins og í einum myrkakamari, har filmar verða framkallaðir. Soleiðis kann Gud eisini brúka tað negativa at framkalla okkurt positivt. Soleiðis kann ein kreppa gerast eitt høvi hjá Gudi at gera okkurt í lívi okkara.
Gud myndar og evnar okkum til í myrkri. Í Sálmi 139,15 stendur: “Tá ið eg varð gjørdur í duldum, myndaður í jarðardjúpum.” Úr náttúruni vita vit eisini, at hin vakrasti firvaldurin verður gjørdur í einari myrkari reivveru. Eisini vita øll, at teir vakrastu gimsteinarnir verða grivnir upp úr jarðarinnar dýpi.
Vit mennast eisini gjøgnum tær kreppur, vit ganga ígjøgnum her í lívinum ...
Hveitikornið
Í Jóh. 12,24 lesa vit: “Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.”
Hveitikornið má sáast í jørðina, har tað verður heilt umgirt av myrkri, áðrenn nýggja lívið kann opinberast. Gjøgnum deyðan kemur nýtt lív. Her talar Jesus um seg sjálvan og deyða sín, sum stendur fyri framman. Aftur her kemur ein av mótsøgnunum í evangeliunum fram. Jesus mátti doyggja, so at vit kunnu fáa ævigt lív. Í Bíbliuni eru nógv fløkjalig ting, sum vit ikki altíð skilja:

- Um tú vilt upp - mást tú fara niðureftir
- Um tú vilt hava okkurt - mást tú geva
- Um tú vilt eiga - mást tú lata frá tær
- Um tú vilt liva - mást tú gerast villigur at doyggja

Tingini venda ofta øvugt samanborið við vanliga hugsan. Tað er tí, vit mugu umvenda okkum, so at vit kunnu skilja Guds tankar.
Jesus í myrkrinum
Í samband við hendingarnar, sum fóru fram í Getsemane urtagarði skírisnátt, lesa vit í Luk. 22,53: “ ... hetta er tykkara tími og vald myrkursins.”
Jesus fór ígjøgnum djúpasta myrkrið, og hansara líðing kom í hæddina langafríggjadag.
Hetta var ikki bara ein langur dagur, men náttin var kanska hin allarlongsta í søgu mannaættarinnar. Hetta var líðingarinnar nátt. Skírisdag og langafríggjanátt var Jesus úti í einum djúpum myrkri. Vinirnir sviku. Hin hollasti av lærusveinunum avnoktaði hann. Judas, kassameistarin, hevði svikið hann fyri 30 silvurpengar. Allir lærusveinarnir sovnaðu, hóast hann hevði biðið teir vakt og biðið saman við sær.
Teir svóvu, sjálvt tá ið tempulvaktin kringsetti Jesus og handtók hann. Fíggindin bant Jesu hendur og eyðmýkti hann. Teir píndu hann og vanærdu hann og fóru ómenniskjansliga við honum. Teir lótu hann úr fyri almannaeygum og slerdu hann við koyrlinum. Hann varð húðflongdur, og ryggur hansara hekk í lepum har uppi við pínslaváttarstólpan. Teir drógu hann hálvdeyðan yvir til avrættingarstaðið Golgata. Har krossfestu teir rómversku hermenninir hann livandi og lótu hann líða tær ógvisligastu pínur. Hendur og føtur hansara vórðu gjøgnumgatað við stórum rustaðum naglum. Meðan hann hekk har útmaktaður og doyggjandi á krossinum, fekk hann at kenna eina niðrandi viðferð frá fólki. Ókvæmisorð og háðarorð heglaðu niður yvir tann doyggjandi mannin.
Myrkast náttin
Tað vóru ikki nógv viðhaldsfólk, enn minni stuðlar á Golgata heyggi henda lagnutunga seinnapart. Tá ið Jesus hevði hingið á krossinum í tríggjar tímar, myrknaði himmalin alt í einum. Tað var, sum Gud sjálvur sløkti ljósið á Golgata. Nú var nóg mikið. Tá ið alt leikaði í sum harðast, sløknaði ljósið mitt á degi. Sjálvt sólin mátti venda sær burtur av skomm. So ræðuligt vóru menniskjuni farin við Guds egna soni. Í tríggjar tímar var myrkt mitt á degi. Hetta var eitt myrkur, sum tú næstan kundi taka í. Har gjørdist myrkt bæði á bygd og í bý. Har gjørdist myrkt á øllum arbeiðsplássum og í øllum heimum. Har gjørdist myrkt á spæliplássum og í køkum. Lívsins ljós sløknaði.
Samstundis rópti Jesus: “Tað er fullgjørt!” Nú var einki meir, sum gerast kundi. Bikarið var fult. Pínslubikarið var á tremur og um at bresta. Jesus hevði hildið alt hetta út av berum kærleika til eina sjúka og glataða mannaætt. Hann hevði gjørt alt hetta fyri at frelsa verðina.
Jesus var sanna ljósið, sum lýsir upp í hvørjum menniskja. Hann var ljósið, sum myrkrið ikki vann á.
Men nú gavst hann! Tá ið ljósið gerst svart, verður tað av sonnum myrkt. Í svartasta vónloysi rópti Jesus, so tað ekkóaði gjøgnum alla søguna: “Gud mín, Gud mín, hví ert tú farin frá mær.”
Jesus, sonur Guds, upplivdi hitt ógvisligasta myrkrið, tá ið Faðirin mátti venda sær burtur frá soninum. Tá ið syndin varð løgd á Jesus, mátti Gud fjala andlit sítt fyri honum. Hetta var myrkasta løtan í søguni.
Jesus smakkaði beiskasta myrkrið, tá ið heimsins syndir og sjúkur vórðu lagdar á hann. Hann bar øll okkara brek og allar veikleikar, øll mistøk menniskjans og teirra skeivleikar. Alt, sum miseydnaðist, og allir ósigrar vórðu lagdir á Jesus. Øll fortíð og framtíð vórðu lagdar á hann. Jesus tók alla banning heimsins á seg.
Fullkomin sigur
Eftir alt hetta kom eitt ljós, sum kann lýsa upp eitt og hvørt myrkur: Jesus vann ein fullkomnan sigur á Satani og øllum hansara illu andum, allari synd og øllum menniskjuligum mistøkum, sjúkum og veikleikum, og hann vann ein fullkomnan sigur á deyða og grøv.
Satan hevur herjað alla mannaættina við sínum oyðandi herferðum allastaðni í hesari verð. Hann hevur knúst okkara familjur. Hann hevur oyðilagt okkara býir. Hann hevur sorlað okkara verð, so hon liggur í skeljasori. Hann hevur rænt okkara børn og ungdómar. Hann hevur hersett menniskju við djevilskum kreftum, sum tey ikki sjálv kunnu stýra.
Hann hevur rubbað og bundið menniskju, so tey ikki longur eru harrar yvir sær sjálvum. Hann hevur rænt, herjað og stolið øll virði, sum menniskjan hevði fingið í skapanargávu frá Gudi. Hann hevur miðvíst teppibumbað sinn og tankar hjá menniskjum við niðurbrótandi og oyðandi tankum og spreitt skelk og ræðslu allastaðni á okkara knøtti. Hann hevur lagt eftir sær lemjandi sjúkur, barnloysi og niðurnívd menniskju, ið slaka fyri syndini og banningum. Hann hevur havt alla verðina sum gísla. Og nú ræðir hann menniskju við hóttanum um eitt ævigt fongsul í holuni hjá gíslatakaranum.
Jesus kom ikki bara við teimum góðu tíðindunum, men eisini fyri at fría allar gíslar. Hann setti fangar í frælsi og førdi teir út úr myrkursins holum. Av tí at hann er farin ígjøgnum myrkrið, hevur hann sigrað á Satani og øllum myrkri. Jesus fór sjálvur niður í holuna hjá gíslatakaranum og fríaði allar gíslar við einum ótrúligum frælsisstríði. Tí kunnu øll menniskju gerast fræls í dag, uttan mun til hvussu leingi tey hava verið í valdi gíslatakarans.
Jesus fríar eisini frá skelkandi upplivingum og teimum sálarligu avleiðingum, sum standast av einari drúgvari gíslatøku. Hann vil geva menniskjum tað aftur, vit hava mist, tá ið djevulin tók valdið. Hann kann javna aftur tær negativu oyðandi hendingarnar, vit hava verið úti fyri. Golgatatryggingin bøtir um alt tað, Satan hevur rænt frá okkum. Í Jesu sáttargerð hava vit fingið atgongd til alt, vit mistu í syndafallinum. Tá ið Jesus doyði, sigraði hann á djevlinum. Í 1. Jóh. 3,8 sigur Guds orð: “Til tess varð Guds sonur opinberaður, at hann skuldi bróta niður djevulsins verk.”
Krepputíð er próvtøkutíð
Vit læra ofta meir av tí, sum miseydnaðist, enn av viðráki og tí, sum eydnast væl her í lívinum. Størstu læruna fáa vit, tá ið vit ganga ígjøgnum krepputíðir og mótvind. Kreppan er sum ein próvtøka. Eftir eina ávísa lærutíð kemur altíð ein próvtøka. Tað er ein tíð, har vit skulu prógva, at vit hava lært okkurt. Tað er tað, sum trongdirnar og mótburðurin snúgva seg um.
“Og tú skalt hava í huga, hvussu Harrin, Gud tín, í hesi fjøruti árini hevur leitt teg í oyðimørkini, til tess at eyðmýkja teg og royna teg og vita, hvat ið mundi búgva tær í hjarta, hvørt tú vildi halda boðorð hans ella ikki.” 5. Mós. 8,2.
Kreppan fær ofta teir lutir, sum eru soknir niður á botn í lívi okkara, upp til yvirflatuna. Alt tað skitna kemur upp til yvirflatuna, tá ið kreppan herjar á. Tað er sum við gruggutum vatni, sum hevur staðið leingi í einum glasi. Alt tað skitna fellur niður á botn, meðan vatnið í erva er klárt. Men um tú av óvart kemur undir glasið, verður vatnið aftur gruggut og skitið. Tí kann kreppan sammetast við eina próvtøkutíð, har vit skulu roynast. Jesus upplivdi eisini uppgerðina við djevulin í oyðimørkini. (Luk. 4) Men hann sigraði á honum og stóð royndina. Tað er ikki fyrr enn eftir hetta, at hann byrjaði sína almennu tænastu í kraft Heilaga Andans.
Okkara lyndi mennist kanska mest í mótráki. Mótvindur er betri enn framgongd, tá ið tað ræður um at snikka til okkara lyndi og muru. Mótvindur pressar okkum nærri Gudi. Ódnirnar gera, at røturnar á trøunum leita djúpari niður í skógarbotnin. Tað er ikki neyðugt hjá okkum at óttast ódnirnar í lívi okkara. Jesus møtti lærusveinunum í ódnini við orðunum: Óttast ikki. Hann hevði tamarhald á øllum. Tað hevur hann altíð. Óttast altso ikki ódnina. Gagnnýt heldur mótvindin, so tú kemur upp at flúgva. Lær at kenna tær ómetaligu kreftirnar í mótvindinum. Gert tú tað, kanst tú brúka stormin, so tú gerst sterkari. Tann, stormurin, sum er sendur móti okkum at forkoma okkum, kann gagnnýtast, so hann verður ein framdráttur, sum ger, at vit koma uppaftur longur fram og enn hægri upp. Tað er í ódnini, at vit búnast og mennast. Tað er í storminum, at vit læra at flúgva. Tað er í storminum, at vit læra at finna okkara fasta støði á klettinum, Kristusi.
Tað er á djúpum vatni, vit læra at svimja. Tað læra vit ikki í einum grunnum smábarnahyli! Tað var í ódnini, at Pætur lærdi at ganga á vatninum. Tað var, tá ið ísraelsmenn vóru hart trongdir, hina ferð tá ið egyptar lupu á aftanífrá, at Gud læt Reyðahavið upp.
Ein ræðuligur sorgarleikur
Fyri nøkrum árum síðani upplivdu vit sum familja ein ræðuligan sorgarleik, tá ið elsti sonur okkara Dennis, sum var 30 ára gamal, brádliga doyði í Tansania. Hann var har úti og hjálpti okkum í trúboðaraarbeiðinum saman við konu sínari Marionnu og báðum smábørnum teirra. Ta síðstu tíðina høvdu vit havt úr at gera. Neyðhjálpararbeiðið, har vit stríddust við at hjálpa teimum mongu túsundum, sum svøltaðu, hevði verið ómetaliga krevjandi. Dennis tók á seg høvuðsábyrgdina fyri hesari umfatandi neyðhjálpar-verkætlan. Brádliga uttan nakra ávaring doyði hann eina náttina. Tað var eingin ólukka, og hann var heldur ikki sjúkur. Líkkanningin vísti seinni, at deyðin hevði onga orsøk. Ta náttina broyttist lív okkara fullkomiliga.
Tað er skilligt, at nógvir spurningar troka á: “Gud, hví? Tað tykist so skilaleyst og órímiligt. Eg skilji als ikki tínar ætlanir, Gud.” Vit undraðust á, um Gud hevði ráð til hetta. Fyrst slær hann okkum so dyggiliga sum familju, og so skal hann brúka so nógva tíð at grøða okkara sár og pínur aftaná. Tað tykist púra skilaleyst. Tað er ringt at skilja, at hann, sum tók okkara pínur, eisini er tann, sum loyvir, at vit fáa tær!
Tað er ringt at skilja, at Gud brúkar nógva tíð at evna og mynda síni amboð, og so tá ið eitt teirra er búgvið til tænastu, verður hann tikin burtur. Tað kennist sum at spilla burtur tilfeingið. Vit biðja Gud senda arbeiðarar út at heysta akurin, og mong halda seg aftur og vilja heldur liva sítt egna lív, men tá ið tað so er ein, sum er villigur at tæna Gudi, so sleppur hann ikki at liva. Hvør dugir at síggja tað skilagóða í, at ein ungur giftur maður og pápi verður tikin frá síni ungu konu og tveimum smáum børnum.
Brádliga so gjørdist alt so myrkt og vónleyst. Ljósið hvarv, luftin bleiv sligin út úr okkum. Pínan av hesum missi fór gjøgnum mønu og merg, og vit fingu meir ilt av henni enn av knívsstungum í túsundatali.
Í viðráki og mótráki
Sjálvt um vit høvdu mangar spurningar og kendu okkum vónsvikin, so mistu vit ongantíð trúnna á Gud. Vit vistu, at Gud var hjá okkum. Tann Gud, vit høvdu valt at trúgva á í viðráki, vísti seg at vera hin sami Gud í mótráki.
Tað var púra nýtt fyri okkum at uppdaga, hvussu ofta tað stendur í Bíbliuni, at Gud býr í myrkri. Tær størstu opinberingar av nærveru Guds uppliva menniskju í samband við royndir ella í krepputíðum. Í myrkri verður tað positiva framkallað burtur úr tí negativa. Vit hava fingið greiðu á, at tú lærir best at kenna Gud í myrkri. Í myrkastu tíðum, har tú ert frá tær sjálvum og rópar: “Gud, hvar ert tú?” Tá er hann beint undir liðini á tær. Hetta er ein av teimum mótsøgnunum, fólk uppliva í lívsins kreppum.
Í okkara føri hava vit lært, at Gud svíkur ikki, og at hann endurreisir og grøðir, sjálvt um tað kann taka tíð. Hann hevur eisini hjálpt okkum at koma ígjøgnum, so vit vága at tæna Gudi aftur.
Tann uggi, sum Gud gevur, er, at náttin varar ikki ævigt. Sjálvt eftir myrkastu náttina kemur ein nýggjur morgun. Vit hava lært at fáa okkum styrki og megi úr orðunum í Sálmunum:
“Eitt eygnabragd varar hans vreiði, eina lívsævi náði hans. Á kvøldi kemur grátur at gista, men á morgni fagnaðarróp ... Tá mína sorg tú til gleðidans vendi, lætst meg úr mínum sorgarbúna og klæddi meg í gleði, at sál mín skal syngja tær lov og ongantíð tagna; Harri, mín Gud, allar ævir eg vil tær lova!” (Sálmur 30, vers 6,12-13)
Tað, sum hevur hjálpt okkum ígjøgnum, er sannføringin um, at Gud mistekur seg ongantíð. Í djúpasta myrkrinum var hann hjá okkum og vísti okkum sín kærleika. Kærleiki hansara hevur borið okkum lekidóm og givið okkum treysti at liva víðari í tænastuni fyri hann.
Effie Campbell umsetti.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo