Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Veking Ý Etiopia
3. mars 2009
Eitt sindur um støðuna í ýtsynningssynoduni í Ethiopia.
Í ýtsynningssynoduni í Etiopia eru 475 samkomur, men bert 98 prestar og 158 evangelistar. Tó eru meiri enn 20.000 sjálvboðin, sum arbeiða við evangelisering og øðrum samkomuarbeiði. Tey sjálvbodnu eru sera íðin at vitna um Jesus, har tey arbeiða og liva. Umframt hetta, fara tey eisini í skúlar, á arbeiðspláss og handilsstøð at vitna. Vegna hetta stóra arbeiðið komu 9755 menniskju til trúgv í 2008 í okkara kirkju. Málið í 2009 er, at yvir 10.000 menniskju mugu venda um í 2009. Hetta er ein frukt af bíbliuskúlanum, har næmingar verða skúlaðir til tænastu. Bíbliuskúlin hevur sera stóran týdning, tí vit hava tørv á enn fleiri evangelistum og prestum í kirkjuni, sum veksur.

Bíbliuskúlin hevur grundleggjandi týdning fyri evangelisering, kirkjuvøkstri, kirkjumenning og fyri, at fleiri leggjast afturat og koma til trúgv. Í seinastuni er nógv vranglæra komin til okkara kirkju, og sektir banka upp á dyrnar hjá okkara limum. Fyri at kunna byggja á teir bíbilsku sannleikarnar og at vera trúfastir, er alneyðugt fyri prestarnar at fáa bíbilskan kunnleika og eggja teir til at stovna bíbliubólkar í samkomunum og við hús. Hesir bíbliubólkar mugu leiðast av fólkum, sum hava fingið undirvísing í at leiða og tæna øðrum.

Lat meg nevna nakrar av okkara royndum. Vit hava at stovnað smáar bíbliubólkar, sum fara út í ymisk heim ella bygdir at undirvísa. Leiðararnir og tey sjálvbodnu hava fingið undirvísning, so tey eru væl fyri til at læra frá sær. Nakað annað, sum vit hava tikið stig til, er, at minni bólkar hittast í kirkjuni og tosa um bíbliuna og granska hana. Hesi tiltøk hava hjálpt okkum nógv í at røkka út til fólk við gleðiboðskapinum. Umframt hetta eru tiltøkini við til at menna kirkjuna.

Í løtuni leggja vit stóran dent á barnaarbeiðið. Vit ynska at halda teimum fast í kirkjuni og fyrireika tey um kirkjuna, bæði sum hon er í dag og í framtíðini. Tað er alneyðugt at gera íløgur í ungdómin og børnini. Tey mugu lærast upp í trúnni á Jesusi; tey koma at mynda kirkjuna í framtíðini. Um vit ikki geva børnunum tann bíbilska sannleikan at byggja á, so sær framtíðin døpur út.

Prestar og evangelistar eru fruktir av bíbliuskúlanm. Eg eri sjálvur ein frukt av bíbliuskúlanum, sum Kirkjuligt Missiónsfelag stuðlar. Eg las í tvey ár á bíbliuskúlanum. Í seinastuni hava flestu sóknarleiðararnir gingið á skúlanum, og nógvir lærarar hava sjálvir gingið har.

Sjálvur ætlaði eg mær at arbeiða fyri landið í mínum øki, men sóknin sendi meg á bíbliuskúlan hjá synoduni um tað mundið. Kristian Mogensen var ein av mínum lærarum tá. Skúlin gjørdi meg til tann persónin, eg eri í dag. Eg broytti fullkomiliga kós á skúlanum, og gjørdi av at gerast prestur og tæna likami Krists. Hetta var heilt øvugt av, hvat eg annars hevði hugsað og ætlað. Eg gjørdist leiðari, lærari og prædikumaður. Eg undirvísti á tí lokala bíbliuskúlanum í Geresse, og nógv fólk vendu um, meðan eg var har. Eg fekk høvi at tala til fleiri túsund fólk frá ymiskum samkomum. Eg tali framvegis nógv og veri ofta biðin um at tala. Tað er heilt sikkurt tíðin á bíbliuskúlanum, sum hevur myndað meg til at vera eitt amboð í Guds hond til hansara æru. Tað er hansara náði og miskunnsemi, sum hevur beint mær vegin til at verða prestidentur fyri hesa stóru synoduni.

Bíbliuskúlin er hornasteinurin í kirkjuni og í evangeliseringsarbeiðinum. Tað er tað rætta staðið saman og hvør sær at gera íløgur. Á bíbliuskúlanum lærdi eg, at Gud elskar meg, og hann kann brúka meg til sína missión. Av tí at eg lærdi hetta, broyttist mítt lív og mínar ætlanir. Tað snýr seg um at heysta. Mín bøn og mítt ynski er vinna fólk fyri Jesus. Eg gloymi heldur ongantíð, at eg á skúlanum fekk eyguni upp fyri, hvussu hættislig syndin er, men at Gud eisini kann fyrigeva og hevur náði í yvirflóð. Eg sigi ofta við míni børn, at bíbliuskúlin er alneyðugur, og at tað er teirra uppgáva at stuðla og og tæna skúlanum.

Eg ynski at eggja tykkum. KMF ger eina skilagóða íløgu og nógv menniskju koma til trúgv á Jesus gjøgnum arbeiði á bíbliuskúlanum – eitt arbeiði, sum ikki var gjørligt uttan tykkara stuðul. Eg ynski at halda tykkum til, at gera bíbliubólkar, sum granska Guds orð. Biðið fyri teimum ungu og børnunum, og gerið tiltøk fyri teimum. Sigið teimum um revsingina fyri synd og um náðina hjá Gudi, soleiðis at tey skilja tað. Havið bønarbólkar fyri teimum vaksnu og fáið eisini tey ungu at luttaka. Lærið eisini tey ungu søguna hjá kirkjuni og missiónini. Skipið fyri tiltøkum har børn, ung og eldri kunnu kjakast um framtíðarábyrgd í kirkjuni og missiónini, bæði heima og úti. Gud kann broyta støðuna í tykkara landi til sína æru. Eg kenni kraftina í bønini, Guds kraft! Gud kann loysa bæði lond og menniskju úr Sátans veldi. Vit vilja áhaldandi biðja fyri tykkum og øllum Guds fólki allastaðni á jørðini.

Keteme Kamile /Rev/
President of South West Synod
Arbaminch, Ethiopia.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo