Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Inngongdirnar hjß freistingunum
3. mars 2009
Tað er spennandi at lesa í veraldarsøguni um riddaratíðina. Tá forvunnu menn nógvan pening, og fyri henda pening bygdu teir sær borgir. Tíðirnar vóru ófriðarligar, og tí máttu teir hugsa um at verja seg og síni so væl sum gjørligt.

Hin einstaki riddarin bygdi tí borg sína úti á einum hólmi mitt í einum vatni. Hann legði so eina vindibrúgv inn á land. Á henda hátt fekk hann hildið fíggindanum nakað burtur frá sær, tí nærkaðust ófriðarkropparnir, var bara at vinda brúnna upp. So kundu teir hava tað so gott og verða standandi har inni á landi. - Hann gjørdi eisini múrarnar ógvuliga tjúkkar. Men tað, sum kanska hevði størstan týdningin, vóru vindeyguni. Tey gjørdi hann ómetaliga smá. Tá varð torført hjá fíggindanum inni á landi við sínum ørvum at raka beint í hesar smáu gluggar.
  Hevur tú hugsað um, at mannalikamið er sum ein sovorðin borg? Gluggarnir á hesi borg eru eyguni, oyruni, munnurin og nøsin. Fíggindi okkara er Satan, og hann roynir at senda sínar ørvar inn gjøgnum hesar gluggar at skaða og oyðileggja sálina. Og tað er ótrúligt, sum hann hevur eydnuna við sær.
  Gjøgnum eyguni koma allar sjónvarps- og videomyndirnar, sum fyri ein stóran part eru um hor, morð og harðskap. Hetta er spilt og rotin føði fyri sálina. Ofta er stutt frá tanka til verk. Tað, fólk síggja, fremja tey ofta í verki í gerandisdegi sínum. “Eingin má siga, tá ið hann verður freistaður: “Eg verði freistaður av Gudi;” tí at Gud er ikki freistaður av illum, og sjálvur freistar hann ongan. Men ein og hvør verður freistaður, tá ið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd. Síðani, tá ið girndin hevur gitið, ber hon synd; men tá ið syndin er fullbúgvin, føðir hon deyða” (Ják. 1,13-15).
   Ella hetta at lata eyguni dvølja við hjúnafelagan hjá einum øðrum. Tað kunnu vist fleiri tosa við um, eisini Dávid kongur, ið rendi eyguni eftir Batsebu, konu Uria. Soleiðis vanvirdi hann orð Harrans og gjørdi tað, ið honum mislíkaði, og nógv sorg stóðst av hesum (2. Sám. 11 og 12). Tað eydnaðist altso Satani at skjóta sínar ørvar inn gjøgnum eyguni á Dávidi, og hann fall.
  Tá var Job meira á varðhaldi. “Eg gjørdi sáttmála við eygu míni, at eg skuldi ikki hyggja at ungmoy ... Læt eg hug mín dára av konu (t.e. annans mans konu), ... tá mali kona mín á kvørn fyri annan ... Tí at tílíkt er skemdargerð, misbrot, ið fær sín dóm, ja eldur, sum oyðir til grundar” (Job 31,1. 9-12).
  Gjøgnum munnin sendir Satan ørvar í líki av rúsandi evnum. Eitt verðsligt orðatak sigur: “Tá ið ølið fer inn, fer vitið út.” Og rætt er tað. Fólk kunnu í fyllskapi gera sovorðið, sum tey ongantíð kundu droymt um at gjørt, meðan tey vóru edrú. Men Guds orð hevur eisini okkurt at siga um hesi rúsevni, sum bróta niður likamið og oyðileggja skaparverkið. “Vita tit ikki, at tit eru Guds tempul, og at andi Guds býr í tykkum? Um einhvør oyðir Guds tempul, tá skal Gud oyða hann; tí at heilagt er Guds tempul, og tað eru tit” (1. Kor. 3,16-17). Gjøgnum nøsina snodda (“sniffa”) ungfólk, og tað er lívshættisligt. Tað lammar andadráttin og kann vera atvoldin til brádligan hjartasteðg. Tað er syndarligt at síggja ungfólk liggja í songini og ikki vera før fyri at eta ella gera nakað, men mugu røktast sum blæubørn, alt av snoddingini. Jú, sanniliga, hin óndi hevur eydnuna við sær.
  Síðsti gluggin, vit nevna her, eru oyruni. Vit mugu ikki lurta eftir vánaligum ráðum og freistingum frá okkara medmenniskjum. Somuleiðis er ávísur tónleikur bæði skaðiligur og niðurbrótandi.
  Hjálp er at fáa, um vit venda við og angra, ja, vit fáa fulla endurreisn, tí Gud vísti okkum sín kærleika í Jesusi. Hansar blóð reinsar frá allari synd. Vit verða hvítari enn snjó (Sálm. 51,9). Syndin verður søkt niður í hitt djúpasta hav (Mika 7,19), og sum Corrie ten Boom plagdi at siga: “Eitt skelti við áskriftini “Fisking bannað” hongur uppi yvir har. So tær syndirnar koma ongantíð aftur fyri ein dag. Tær koma ikki aftur í hugan á Gudi, hann minnist tær ikki. Ja, tað kanst tú ætla, tí hann sigur um Dávid kong, sum jú var drápsmaður og tók konuna hjá einum øðrum, at hann var maðurin eftir Guds hjarta (Áps. 13,22). So stór er fyrigeving Guds. Tú fært eina nýggja byrjan, eitt nýtt lív, tað gamla er farið (2. kor. 5,17). Ljóðar tað ikki frálíkt? Men so mást tú eisini koma til hansara, angra og biðja um fyrigeving.
                                                      Effie Campbell.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo