Bønarlisti
Biđiđ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Bođanin av Guds orđi
7. juni 2008
Skrivað hevur Esmar Jacobsen
»TÁ ID eg síggi, at eitt ella annað felag lýsir við vekingarmøti, kann eg ikki annað enn smílast,« sigur ein av norsku vinum okkara; »tí slíkt hevur lítið við kristindóm at gera. Okkara skylda og forrættindi er at boða Guds orð sum lóg og evan-gelium, og Guds gerningur er tað at geva vøkstur.«
Og fara vit at kanna eftir, hví Kirkjuliga Missiónsfelagið er vorðið til, so finna vit eina av høvuðsorsøkunum júst á hesum øki. Tí at teir menn, sum komu at leiða felagið undir tí navni, sum tað nú hevur, hava frá fyrsta degi verið hart ímóti einum og hvørjum ósunnum menniskjansligum trýsti á møtum og missiónsvikum. Ja, teir beinleiðis rýmdu av onkrari slíkari missiónsviku fyri nú meira enn 25 árum síðani av hesi orsøk. Takk skulu teir hava fyri tað, og eg vil siga tað soleiðis, at tann dagin, tá ið felag okkara víkur frá hesi bíbilsku støðu, hevur tað frásagt sær Guds signing, og hevur ikki longur rætt til at liva.
Eftirtíðin hevur eisini sýnt okkum, hvussu klárt ið hesir menn sóu upp á viðurskiftini. Tí at tey, sum verða umvend við appellini, koma í veruleikanum ongantíð at skilja evangeliið, um tey ikki seinni verða frígjørd við evangeliinum. Her hjálpa ongar kristiligar upplivingar; tí at kristnilívið verður tá einans eitt lógstrev og ein jagstran eftir nýggjum upplivingum, og evangeliið verður fyri teimum ein fremmand tala, sum tey bert við einum stórum Guds undri koma at fáa fatur í.
At tey ungu ikki duga at skilja hetta, er kanska einki at undrast yvir; men hugstoytt er tað, tá ið eldri trúgvandi fólk ikki tykjast at duga at gera mun á apelli og evangelii.
Hjá okkum er lítið at gera við tað. Vit mega
bert. biðja Gud um, at hann við síni náði má leiða
okkum soleiðis, at hann altíð finnur okkum trúgv
í tænastuni fyri gleðiboðskapin. Og trúgv í tí, at
boða gleðiboðskapin soleiðis, at tað verður gleðiboðskapurin sjálvur sum býður menniskjum til
borðs í Guds ríki.

Ongantíð skulu foreldur noyðast at óttast fyri, at vit leggja børn teirra undir nakað menniskjansligt trýst av nøkrum slagi; men tey skulu vita, at einasta uppgáva okkara er at boða Guds orð fyri teimum og annars styðja tey bæði andaliga og handaliga so langt sum vit røkka. Tey skulu frá barnaárum læra at kenna Hina heilagu skrift, sum kann gera tey vís til frelsu við trúnni á Jesus; og trúnna, ella álitið á Jesus, skal Orðið sjálvt skapa.
Í tí treysti og teirri trúgv vilja vit halda fram í tænastuni, meðan vit líta til hansara — Jesus — sum toldi slíka mótsøgn. Tí at mótsøgnini skulu vit rokna. við, tá ið vit hava valt eina slíka støðu. Ja, royndirnar verða kanska tær, at vit verða løgd undir bæði líkt og ólíkt, og millum annað tað, at vit ikki vilja hava veking, tí vit ikki vilja vera við uppi í slíkum.
Mín persónliga roynd er, at til tess at kunna gera sær nakra hugsan um eina rørslu, noyðist tú fyrst at hoyra tann boðskap, sum fram verður borin, og síggja ta framferð, sum verður nýtt. Sum oftast er henda eina ferðin nóg mikið, og viðhvørt er tað eina ferð ovmikið, tí tú vildi ynskt, at tú ongantíð hevði havt verið. Hesa roynd havi eg gjørt bæði uttanlands og heima.
Sjálv uppgávan er kortini ikki at finnast at, men at fáa sovorðnar menn higar at vitja, sum kunnu boða Guds orð reint og rætt fyri fólki okkara. Og tað vilja vit gera framvegis, so satt sum Gud gevur náði til tess.
Tað er ikki skylda okkara at siga alt kristiligt at vera gott, bert tí at tað verður nevnt kristiligt, men tvørturímóti at sálda tað ígjøgnum Guds orð, og síðani taka greiða støðu til tað, — hvat ið fólk so annars halda, ja, um tey so meta okkum javnt við gólvsóp.
Esmar A. Jacobsen.

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerđi 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo