Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Nýtt úr Tansania
2. november 2008
Anne-Lene og Peter Olofson eru nú liðug við málskúlan á Dar es Salaam og eru flutt til Sumbawanga. Sumbawanga liggur í vestara partinum av Tansania, eina dagsreisu í bili frá Dar es Salaam.
Vegurin millum Mebya og Sumbawanga er vánaligur moldvegur, so túrurin var heldur stræving og langur. Eisini brast eitt hjól á vegnum, sum mátti skiftast. So myrkt var, áðrenn Peter og Anne-Lene komu framm til Sumbawanga.
Nú eru tey við at koma uppá pláss og falla til. Í Sumbawanga skal Peter undirvísa á einum bíbliuskúla og Anne-Lene skal undirvísa í enskum og standa fyri kvinnuarbeiðinum.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo