Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Barnasendingar til Kina
31. juli 2006
Kina/Taiwan: "Voice of Salvation" ("frelsunnar rødd") er útvarpsstøðin á Taiwan, sum ger tær sendingar, ið Kirkjuliga Missiónsfelagið stuðlar. Um barnasendingar teirra skriva tey m.a. á heimasíðu teirra:
(Tilvildarlig mynd)

Barnasendingar til kinversk børn:
"Popcorn" (síðani 1982) - leiðir børn til Harran
"Bíbliusøgur fyri børn" (síðani 1999) - boðar Guds undur
"Glaða oyggin" (síðani 1980) - ber børnum gleði og vón

Í Kina nýtir Gud tænastuna fyri børn at sameina mangar spjaddar kirkjur. Við at síggja vekingar í húsmeinigheitum orsakað av tænastuni fyri børn byrjaðu sjálvstøðugar kirkjur at taka sær meira av tænastuni fyri børn. Harvið fingu tær fleiri trupulleikar við stjórnarmyndugleikar. (Kinverska stjórnin forbjóðar boðan av gleðiboðskapinum fyri børnum undir 18.)
Mangir sunnudagsskúlalærarar í húsmeinigheitum í Kina eru handtiknir orsakað av tænastu teirra. Enntá sunnudagsskúlabørn eru handtikin. Men takk fái Gud, at uttan mun til hvussu harðliga tey vórðu forfylgd, so vildu tey ikki játta nøvnini hjá sunnudagsskúlalærarum teirra.
Fyri meira enn 20 árum síðani fekk sending okkara "Glaða oyggin" eitt bræv frá einum barni í Kina. Hann var 10 ára gamal og hann tók ímóti Gudi við at lurta eftir sending okkara. Við stórari gleði fylgdi hann frálæruni í sending okkara um at boða gleðiboðskapin fyri floksfeløgum sínum. Men floksfelagarnir vildu ikki lurta eftir honum og bardu hann enntá harðliga. Teir vildu hava hann at avnokta, at Gud er til. Hóast hann varð bardur til jarðar bløðandi, helt hann framvegis fast við, at hann trúði á Gud. Seinni skrivaði hann brævið fyri at heita á okkum um at biðja fyri floksfeløgum sínum, sum bardu hann.
Vit eru so rørd av vitnisburðum sum hesum. Vit síggja trúnna hjá teimum forfylgdu kristnu, ikki bert í ápostlunum, men eisini nú á døgum í Kina. Gud nýtir framvegis mangar av hansara trúføstu tænarum, sum eru trúgvir enntá til deyðan at dýrmeta hansara navn.
Í hesi meira enn 20 árini hava okkara tríggjar barnasendingar "Popcorn", "Bíbliusøgur fyri børn" og "Glaða oyggin" hjálpt sunnudagsskúlatænastuni í Kina við at fáa til vega tilfar og frálæru at uppbyggja bæði børnini og lærarar teirra. Vit síggja trúføstu vitnisburðarnar hjá sunnudagsskúlalærarunum og børnunum og vit vita, at Gud hevur gjørt stórar gerðir fyri okkum! Her vilja vit biðja tykkum um at minnast líðandi sunnudagsskúlalærararnar og børnini í Kina í bønum tykkara.
Umframt fastar gávuinntøkur fyri hesar tríggjar sendingar tørvar okkum framvegis mánaðarliga $ 100.000 í framleiðslukostnaði.
At røkka kinversk børn fyri Kristus hevur verið okkara áhaldandi missión og tænasta hesi 20 árini. Takk fái Gud, at í ár fara "Popcorn" og "Glaða oyggin" at hava enn meira innihald at draga øll kiversk børn til sín, serliga í býum og bygdum inni í landinum, so tey kunnu læra at kenna Gud í barnaárunum og gerast sunn í likami, sinni og anda, so tey kunnu æra Gud og ganga á Guds vegi alt lív teirra.

(Frá www.vos.org.tw. ØK týddi)

Brot úr brøvum frá lurtarum í Kina:
"Sendingin "Tíð okkara" lærir okkum, hvussu vit kunnu gerast Guds børn og hvussu tað fær avleiðingar í lívi okkara. Tað lærir okkum eisini um, hvussu vit kunnu vera vitni fyri gleðiboðskapin – vera salt og ljós. Og hvussu vit kunnu vera eitt ker til Guds æru."
Zhjiang, Kina

"Eg lurti trúfast eftir sending tykkara. Tað lítla útvarpstólið er sum ein góður vinur fyri meg. Serliga tá eg var ógvuliga syrgin og kedd aftaná at hava mist ein familjulim. Eg var niðurtyngd, fekk ikki sovið og var næstan blind. Uggandi orð frá útvarpinum megnaðu við Heilaga Andans gerningi at hjálpa mær út úr sorg míni og trupulleikum."
Jiangsu landsluturin

"... Góðu vinur. Arbeiði tykkara í Trans World Radio er ógvuliga virðismikið. Eg búgvi á landinum og eftir Guds nærveru er sending tykkara tað, sum kemur okkum næst. Tað er stórur tørvur á øllum her í bygdini. Summi ferðast fleiri míl fyri at koma í kirkju, men bert ein lítil partur av teimum hevur veruliga gripið gleðiboðskapinum. Bert fá kunnu skyna millum tað, sum er rætt, og tað, sum er skeivt, og eg eri veruliga stúrin.
Kirkjuleiðari okkara er ímóti, at vit lurta eftir útvarpssendingunum, men um vit gera tað heima, kann hann ikki hava eftirlit við okkum. Ígjøgnum sendingarnar eru fólk vorðin meira grundfest í Guds orði og hava lært nógv um, hvat er rætt og satt. Tað hevur fingið enn fleiri at lurta eftir sendingunum. Gud signi tykkum!"
Henan landsluturin
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo