Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Væleydnað summarstevna
5. juli 2006
Um mánaðarskiftið juni-juli var árliga summarstevnan hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum hildin í háskúlanum í Havn.
Gestur og høvuðstalari var Oddvar Dahl úr Noregi...
Um mánaðarskiftið juni-juli var árliga summarstevnan hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum hildin í háskúlanum í Havn.
Gestur og høvuðstalari var Oddvar Dahl úr Noregi, ið starvast sum boðari hjá Norsk Luthersk Misjonssamband. Hann hevur vitjað Føroyar fleiri ferðir áður og kendi seg heima beinanvegin. Umframt at tala til flestu møtini, sang og spældi hann eisini á harmoniku og klaver.
Boðanin var bæði greið og evangelisk. Álvarin í at vera menniskja og samstundis kallið til at koma til Jesus, júst sum ein er, tí tað var júst syndarar, hann kom at frelsa.
Teir tríggir bíbliutímarnar vóru út frá trimum av meinigheitsbrøvunum í Opinberingini. Tey vísa seg at vera sera viðkomandi til allar tíðir, ikki minst inn í okkara tíð.
Torført er at fáa kór at syngja í hægstu summartíð, men einstakar sangfuglar eydnaðist tað tó okkum at fáa, ið løgdu teirra rødd afturat boðanini av gleðiboðskapinum.
Uppmøtingin til møtini var lutfalsliga góð.
Síðsta møtið á stevnuni var eitt felagsmøti við Meinigheitshúsið í býnum og fór fram í Vesturkirkjuni.
Mong nýttu høvi at gista á skúlanum, ið er vælegnaður til slíkt tiltak. Av tí at fleiri kvartfinalur í heimsmeistaraskapinum í fótbólti skuldu avgreiðast hesar dagarnar, var sjónvarpsstovan eisini dúgliga vitjað. Nøkur ung syrgdu eisini fyri, at dystirnir vórðu vístir á stórskýggja.
Nógv er at fyrireika til eitt slíkt tiltak. Fyriskipararnir í Havn skulu hava stóra tøkk fyri stríðið fyri, undir og eftir stevnuna. Ikki minst hava køksdámurnar, ið stríddust óført hesar dagarnar, stóra tøkk uppiborna. Sum ikki einaferð var maturin av allarbesta slagi.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo