Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Mangla talarar?
12. juni 2006
Kirkjuliga Missiónsfelagið hevur avtalu við fýra frítíðartalarar, sum - umframt missiónsleiðaran - eru til reiðar at hava møti kring landið, tá boð eru eftir teimum.
(Tilvildarlig mynd)

Kirkjuliga Missiónsfelagið hevur avtalu við fýra frítíðartalarar – Justinus Poulsen, Egil Joensen, Sigurd Sørensen og Jóhan Henriksen. Hesir eru – eftir førimuni - til reiðar at halda møtir kring landið, tá boð eru eftir teimum. Sum nú er, hava teir møtir javnan á Eiði, í Havn, í Kalsoynni og á Viðareiði.
Missiónshús og onnur eru vælkomin at biðja um at fáa ein talara á vitjan. Hugsað verður bæði um fáment missiónshús og onnur – øll eru vælkomin at nýta henda møguleika. Setið tykkum í samband við skrivstovu okkara
( <--- sí til vinstru).

Vinarliga
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo