Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Bíbliuskúlin í Gidole fluttur
9. februar 2006
Tað hevur ljóðað leingi, at bíbliuskúlin í Gidole, sum Mekane Yesus Kirkjan í Etiopia eigur og sum Kirkjuliga Missiónsfelagið stuðlar, skal flyta til Arba Minch. Nú er henda ætlanin so vorðin veruleiki.
(Mynd: Skúlabygningurin í Gidole)

Leiðarin á skúlanum, Belete Ginbare, váttar í brævi, at skúlin er fluttur. Fyribils húsast skúlin í hølum hjá Tekniska skúlanum á staðnum, sum kirkjan eisini eigur.
Orsakað av flytingini er hetta skúlaárið eitt sindur øðrvísi enn vanligt, men komandi ár skal eftir ætlan vera eitt vanligt skúlaár.
Meira um tíðindini úr Gidole/Arba Minch í komandi blaði, sum kemur út hálvan mars.
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo