18. januar 2018
Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Trúboðarar til Mongolia
26. januar 2018
Missiónsfelagið sendir í samstarvi við Norsk Luthersk Misjonssamband (NLM) familjuna Olofson til Mongolia sum trúboðarar í august 2018.
Missiónsfelagið sendir í samstarvi við Norsk Luthersk Misjonssamband (NLM) familjuna Olofson til Mongolia sum trúboðarar í august 2018. Tó verður fráferðin úr Føroyum helst í juli.

Mongolia liggur millum Kina og Russland, og um tríggjar milliónir íbúgvar eru í landinum. Umleið 30% eru nomadar, men næstan helvtin av fólkinum býr í høvuðstaðnum Ulan Bator. Familjan Olofson kemur eisini at búgva í høvuðstaðnum, har ein altjóða skúli er til børnini.

Veking í landinum

Mongolia er í stóran mun eitt buddistiskt land. Tó vinnur kristindómurin fram. Í 1989, tá kommunisman fall, vistu menn bert um 4 kristin í landinum. Í ár 2000 var hetta talið vaksið til 10.000, og í dag verður mett, at eini 50.000 kristin eru í landinum. Ein Luthersk kirkja bleiv stovnað 31. okt 2017, har m.a. fleiri staðbundnir menn eru prestar.

Arbeiði millum kasakkar

Í vestara parti av landinum búgva nógvir kasakkar, ið eru eitt turkiskt fólk. Hesi fólkini eru fyri ein sera stóran part muslimar, og bert sera fáir kasakkar hava hoyrt evangeliið. Ein partur av arbeiðinum hjá familjuni Olofson verður missión millum kasakkarnar.

NLM í Mongolia

NLM hevur arbeitt í Mongolia síðan 1994, og hevur í dag sjey trúboðarar í landinum. Teir arbeiða við undirvísing, evangelisering og eisini við heilsuarbeiði og diakoni.

Umframt missión millum kasakkarnar, verða uppgávurnar hjá familjuni Olofson m.a. at stuðla kirkjuni, og hjá Silasi at undirvísa á bíbliuskúlanum í Ulan Batar.

Forbøn og stuðul

Kirkjuliga Missiónsfelagið hevur átikið sær ein týðandi part av tí fíggjarligu ábyrgdini fyri familjuni Olofson, og ynskir at eggja til forbøn og stuðul til hetta arbeiðið.

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo