Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Nýtt frá KMF
1. mai 2017
Dagligur leiðari settur
Dagligur leiðari settur

1. apríl var Silas Olofson settur sum dagligur leiðari fyri Kirkjuliga Missiónsfelagið. Starvið er hálva tíð og fevnir um at røkja dagligu uppgávur felagsins, møtivirksemi kring landið, viðlíkahald av heimasíðu felagsins (www.kmf.fo) og annað. Samband kann fáast við felagið gjøgnum teldupostin kmf@kmf.fo ella á telefon 286968.


Hvítusunnustevna 2017

Kirkjuliga Missiónsfelagið skipar fyri hvítusunnustevnu í missiónshúsinum Emmaus í Klaksvík. Stevnan byrjar 2. juni og heldur á til 4. juni. Høvuðstalari verður Oddvar Dahl úr Noreg. Skráin verður kunngjørd seinni. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Stuðul til flóttafólkaarbeiðið í Ankara

Kirkjuliga Missiónsfelagið hevur játta, at stuðla arbeiðnum millum sýrisk flóttafólk í Ankara við 12.000 kr. Arbeiðið fer fram í samstarv við staðbundnar kirkjur í Ankara. Meir kann lesast um arbeiðið á heimasíðuni http://ankara-refugees.com/
Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo