Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
  • Útvarpssendingar til Kina
Vís allan listan »
 








Jesus kemur aftur
24. mars 2017
Kristin hava til allar tíðir trúð, at Jesus skuldi koma aftur, meðan tey livdu. Soleiðis er tað í dag, og soleiðis var tað á ápostlanna døgum.
Fyri tann, sum trýr, gongur tað móti degi. Tá ið Jesus kemur aftur, skulu vit møta einum vini, einum, sum vit hava bjóðað vælkomnum inn í lív okkara sum Meistara og Harra. Hann hevur framtíðina í hond síni og hevur tamarhald á øllum.
FRELSARIN KEMUR AFTUR. Tá ið Jesus kemur aftur, er tað tín og mín Frelsari, sum kemur aftur. Vit skulu uppliva eina sigursæla uppreisn frá teimum deyðu og fáa dýrdarlikam. Hansara samkoma verður førd til himmals í sigursfrøi. Hann, sum loysti syndatrupulleikan, tá ið hann doyði á krossinum, hevur makt at frelsa øll, sum trúgva á hann. Eg gleði meg til tann dagin at síggja, at Gud vann kapprenningina um menniskjuni! Himmalin fer at verða fullur!
KONGURIN KEMUR AFTUR. Tað er kongurin, sum kemur aftur, og hann kemur í sigursfrøi. Hvørt knæ skal boyggja seg fyri Jesusi kongi, og hvør tunga skal játta, at hann er Harri. Vit fara at síggja, at alt skapanarverkið er umfatað av hansara frelsu. Uppi í har eru eisini dýrini, náttúran og alheimurin (universið). Sum hetta verður ein undurfullur dagur! Skuldu vit ikki eisini rópt:
Ja, kom, Harri Jesus, kom skjótt!
Effie Campbell umsetti.

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo