Bønarlisti
Biðið fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Gud arbeiðir!
24. mars 2011
Hvar skal eg byrja? Nú havi eg verið í landinum sindur meir en eina viku og hetta hava sanniliga verið góðir dagar.
Hvar skal eg byrja? Nú havi eg verið í landinum sindur meir en eina viku og hetta hava sanniliga verið góðir dagar. Vit skulu búgva í einum húsum, ið eini amerikonsk hjún eiga. Tey skulu heim til USA at ferðast í góðar tríggjar mánaðir, so tað passar heilt ótrúliga væl, at vit kunnu leiga húsini meðan tey eru burtur.
Leygardagin vitjaði eg tey og sá húsini. Tað var ríkt at práta vit tey og hoyra um teirra arbeiði. Maðurin arbeiðir í eini kirkju, har eini 60 fólk koma. Hetta er sostatt ein hin størsta kirkjan í býnum, og alt gongur fyri seg á tí staðbundna málinum. Meðan eg vitjaði tey kom ein bólkur av ungum at vitja. Tey hittast hvørt leygarkvøld hjá teimum amerikonsku hjúnunum. Har vóru fólk bæði úr býnum her, men eisini fólk, ið koma úr eystara parti av landinum. Og ja, tað vóru enntá tveir dreingir úr fyrrverðandi Sovjetsamveldinum. Vit sungu saman og eg slapp eisini at hava ein vitnisburð. Ein sonur hjá einum týskum hjúnum, ið hava arbeitt her í mong ár umsetti fyri meg, so eg skilti hvat gekk fyri seg og eisini kundi siga nøkur orð. Aftaná greittu tey ungu frá, hvussu teirra vika hevði verið - hvat var gott og hvat var trupult. Her greiddi ein drongur frá, at hann hevur fingið forbøð móti at fara út sunnudag, tí foreldrini, ið eru muslimar, hava varðnast, at hann fer í kirkju. Eisini hava teir funnið útav, at hann lesur bíbliuna, so hann hevur fingið av at vita fyri at hava eina bíbliu liggjandi. Tískil hevur hann brúkt 6 mánaðir uppá at læra japansk, tí foreldrini kenna ikki bógstavirnar í tí japansku bíbliuni, so hann kann hava hana í frið. Ja, vit í vesturheiminum hava veruliga nakað at fegnast um - vit kunnu lesa bíbliuna, Guds livandi orð, uttan at óttast, men hava vit sama ídni sum fólkini her?
Seinni um kvøldið spurdi tann amerikanska konan um Julianna og eg høvdu hug at leiða hendan bólkin, meðan tey vóru burturstødd. Hetta hava vit játta, og vit koma sostatt beinanvegin í gongd við arbeiðnum í Guds ríki - Gud er góður!
Fyri nøkrum døgum síðani talaði ein kendur maður í býnum. Hann eitur Ravi Zacharias. Nógv fólk vóru komin saman fyri at hoyra hann og eg fekk høvdið bæði at práta við Ravi og við nógv fólk, sum arbeiða her í býnum. Fólk vóru eisini komin úr eystara parti av landinum fyri at hoyra Ravi. Tá møti var liðugt kom eg at práta við ein, sum arbeiðir einum býi, har ein týskur trúboðari og nøkur staðbundin fólk í 2007 vóru tikin av døgum av víðgongdum muslimum. Síðan tá hevur kirkjan havt tað sera trupult í býnum. Síðsta summar hitti eg einkjuna eftir týska trúboðaran. Hon greiddi frá, hvussu Gud hevði kallað hana at arbeiða víðari í sama býi og millum tey fólkini, sum tóku lívið av manni hennara. Men hóast tað hevði kirkjan framvegis sera trupul kor, og næstan ongin kom í kirkju. Men nú greiddi maðurin, ið arbeiðir har frá einum ótrúligum vitnisburði.
Líka sum tað eru vanligir Olympiskir Leikir til, so eru tað eisini Olympiskir leikir fyri fólk við tarni. Ein maður úr landinum her, sum hvørki hoyrir ella fær tosa, hevði verið við til OL. Har var hann komin til trúgv á Jesus. Tá hann kom aftur til landið, vitnaði hann fyri sínum vinum, og ikki færri enn fýra pør og ein stakur maður úr býnum, har kirkjan hevði uppliva so nógva mótgongd, komu til trúgv á Jesus. So nú er kirkjan meir enn duplut so stór sum áður. Hetta fær meg bara at fegnast um Gud og hvussu hann virkar enn í dag. Hóast fólk hava arbeitt og verið gjøgnum nógva mótgongd í býnum, so brúkar Gud ein deyvan og stumman mann til at boða gelðiboðskapin, so menniskju koma til trúgv á Jesus!
Í morgin fari eg til Danmarkar eftir Julionnu, børnunum og voluntørinum Heidi, og saman fara vit aftur til hetta landið leygardagin.

Silas

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkugerði 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo