Bønarlisti
Bi­i­ fyri ...
  • Olofson í Mongolia
  • Bíbliuskúlin í Arba Minch, Etiopia
Vís allan listan »
 








Sauerkraut og pylsur
18. mars 2011
Heilsan frá Silasi, sum skrivar úr einum muslimskum landi.
Nú siti eg og njóti mín næsta kopp kaffi á eini Starbucks-kaffibar í býnum. Tað er triðji dagur eg eri her í tí muslimska landinum og eg havi longu uppliva nógv.
Tá eg lendi á flogvøllinum sá eg eina løgna sjón. Meir enn 100 fólk vóru í hvítum klæðum og bíðaðu eftir teirra viðføri. Meginparturin av viðførinum var vatn. Tá kom eg at hugsa um, at hetta helst vóru muslimar sum komu aftur frá hajj - pílagrímsferð til Mekka. Tey lata seg í hvít klæðir og taka vatn úr zamzam-kelduni heim við til familju og kenningar. Tað verður hildið, at vatnið frá zamzam-kelduni hevur serliga grøðing og signing í sær. Tá kom eg at hugsa um, at tað sum teimum tørva er hitt livandi vatnið. Tað vatnið sum ger, at ein ongantíð aftur skal týsta - Jesus.
Ì løtuni búgvi eg hjá einum parið, ið arbeiðir her í býnum. Tey eru sera fitt og gestablíð. At arbeiða í landinum her kann ikki samanberast við Afrika har eg júst havi verið í tveir mánaðir. Her er tað ikki trot sum ger, at fólk flyta heim. Nei, her er mest sum alt at fáa. Klæðir, deilig hús, góður matur og flottir bilar. Men álíkavæl varð eg biðin um at taka tvey ting við til parið eg gisti hjá. Tað var sauerkraut og pylsur. Hetta er jú eitt muslimskt land, so svínakjøt er ikki lætt at fáa hendur á - men tað er mest sum tað einasta. Men hóast man ikki líðir nakra neyð hvat viðvíkur mat, klæðir og annað, so er hetta eitt sera trupult land at arbeiða í. Ja, fólk hava arbeitt her í 10, 15 ja, upp í 20 ár uttan at síggja nakra ávøkst av teirra arbeiði. Og tí er tað sera stórur munur á, at arbeiða her og í Afrika, har 40 % av fólkinum er komið til trúgv á Jesus seinastu 150 árini!
Í gjár var eg við til ein bíbliubólk, har fólk úr fimm ymiskum tjóðum luttóku. Tað var ein stór uppliving at verða saman um Kristus, hóast vit eru so ymisk, tosa ymisk mál og hava ymiska mentan. Biðji fyri, at Gud má vísa okkum okkara pláss í arbeiðnum í hesum landinum. At hann má opna hurðar og lata hurðar aftur, soleiðis at vit ganga hansara leiðir í øllum okkara avgerðum.
Silas K.K. Olofson

Kirkjuliga Missiónsfelagið
Purkuger­i 7.
FO-100 Tórshavn
Tel 316750
Fartel 212856

Email: kmf@kmf.fo