9. oktober 2009
Silas K.K. Olofson
V.19-25: Tí at skrivað stendur: »Eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.« Hvar er vísmaður? Hvar skriftlærdur? Hvar orðakappi í hesum heimi? Hevur Guð ikki gjørt til dárskapar vísdóm heimsins? Tí at við tað at heimurin við vísdómi sínum ikki kendi Guð í vísdómi Guðs, líkaði tað Guði við boðanardárskapi at frelsa tey, sum trúgva; við tað at bæði Jødar krevja tekin og Grikkar søkja vísdóm, men vit boða Krist krossfestan, Jødum meinboga, men heidningum dárskap, men sjálvum hinum kallaðu, bæði Jødum og Grikkum, Krist, Guðs kraft og Guðs vísdóm. Tí at dárskapurin hjá Guði er vísari enn menniskjan, og veikleikin hjá Guði er sterkari enn menniskjan.
Les meira